týsdagur 5. mars 2019síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
LYKLASPÆLARIN
Patrick Johannesen
Nýggi álopsspælarin Patrick Johannesen
hevur havt góð avrik í venjingardystum. Hann
er ágangandi og arbeiðssamur, og so ger
hann mál. Áður hevur hann staðið seg væl í
álopinum hjá B36, og tað verður avgerandi fyri
KÍ, at tvørámaðurin fær gongd á málskjótingina
og kann vera við at skapa málkjansir.
GJØGNUMBROTIÐ
Óli Eyðsteinsson Poulsen
18 ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen hevur
longu verið við í 24 dystum í bestu deildini, og
hann hevur skotið fýra mál. Evnini eru tó so
eyðsýnd, at hann kann fara at fáa enn størri
leiklut á KÍ liðnum komandi tíðina. Óli kann røkja
fleiri pláss á liðnum, og hann er serliga góður
í framrættaða spælinum. Óli hevur spælt á
u-landsliðum, og væntast kann, at hann fer at
fáa leiklut á U21 landsliðnum komandi árini.
VENJARIN
Mikkjal Thomassen
Mikkjal Thomassen fer undir sítt fimta kappingarár
í KÍ. Síðani 2016 hevur KÍ hvørt ár verið millum
fýra tey fremstu – tvey ár silvurvinnarar – og
málið er aftur í ár at mynda toppin í føroyskum
fótbólti. Hesaferð hevur venjarin krevjandi
uppgávu at spæla nýtt lið saman, men hann
hevur áður víst, at tað megnar hann.
MÁLIÐ
Europa
Grundleggjandi kravið til KÍ er, at liðið vinnur eitt
av Europa Cup plássunum. Í 2016 og 2017 var
KÍ nær við at vinna FM heitið, men í fjør var HB
suverent. Í ár kann kappingin gerast javnari, men
spurningurin er, hvussu skjótt og væl tað lukkast
KÍ at spæla liðið við nógvum nýggjum spælarum
saman. Tað talar tó fyri góðum úrsliti í ár, at
KÍ hevur nógvar góðar spælarar í hópinum.
Avbjóðingin fyri
meg er at fáa
hesar nýggju
leikararnar at
virka saman
sum eitt lið
MIKKJAL THOMASSEN
EIN STÓR
AVBJÓÐING FYRI KÍ
Venjarin skal spæla eitt heilt nýtt lið saman í hesum kappingarárinum.
21 leikarar eru farnir úr felagnum seinastu tveir vetrarnar
ÁRNI GREGERSEN
Seinastu trý árini hevur KÍ verið eitt av
liðunum, sum hevur myndað fótbóltin í
bestu føroysku deildini. Hóast tað ikki enn
er eydnast at vinna FM, hevur felagið verið
millum fýra tey bestu í hesi trý árini.
Mikkjal Thomassen hevur staðið á odda
fyri liðnum – og tað ger hann framvegis.
- Vit hava megnað at verið í millum
fýra tey fremstu liðini hesi árini, og tað er
eisini okkara grundleggjandi mál í ár, sigur
venjarin.
Mikkjal Thomassen sigur, at avbjóðingin
í KÍ er stór í ár. Seks nýggir spælarar eru
komnir til felagið, umframt at nakrir ungir
spælarar í KÍ eru á veg at gera seg galdandi í
besta hópinum hjá felagnum.
- Vit vita, at tað tekur tíð at spæla ein
hóp saman. Tað er ómetaliga sjáldan, at
tað ber til at gera eftir einum kappingarári,
sigur venjarin.
Hann vísir á, at gjøgnum tey 27 árini,
skotski venjarin Alex Ferguson var í
Manchester United, fekk hann spælt fýra
lið saman. Tað vísir bara, at tað tekur tíð,
heldur KÍ-venjarin.
Tað eru hendar stórar broytingar í KÍ-
hópinum í ár. Samanborið við í fjør eru fimm
nýggir útlendskir leikarar komnir til felagið
umframt føroyska álopsspælaran Patrick
Johannesen. Afturat tí eru eisini nakrir av
yngru leikarunum í felagnum, sum banka
uppá dyrnar til besta hópin.
– Tað ber ikki til at spæla eitt lið saman
upp á stutta tíð. Leikararnir skulu læra
hvønn annan at kenna, umframt at teir
sjálvandi eisini skulu læra spæliskipanina,
sum vit hava, at kenna, sigur Mikkjal
Tjomassen.
Hann sigur, at tað sum ger, at
felagið hevur so nógvar nýggjar
leikarar, er, at í teimum báðum seinastu
vetrarflytingarvindeygunum hevur KÍ mist
heilar 21 leikarar, sum altso eru farnir úr
besta hópinum.
Venjarin vísir á, at tað ikki er talan
um marginalleikarar, sum eru farnir
úr felagnum hesi bæði seinastu
vetrarflytingarvindeyguni. Tað er í nógvum
førum leikarar, sum hava verið lyklaleikarar
á liðnum hesi seinastu trý árini.
– Tað ger, at skulu vit røkka okkara
málsetningum, so mugu vit hava nýggjar
leikarar inn. Avbjóðingin fyri meg er so at
fáa hesar nýggju leikararnr at virka saman
sum eitt lið, sigur venjarin.
SPENNANDI KAPPING
Mikkjal Thomassen heldur, at nýggja
kappingarárið verður ómetaliga spennandi.
Hann heldur, at liðini í ár eru javnari, enn tey
hava verið.
Serliga leggur hann dent á, at tey
fimm liðini, sum hava ligið í niðaru helvt á
stigatalvuni, hava ment seg nógv og fara at
geva øllum hinum liðunum skarpan gang.
– HB er framvegis favorittur til at vinna
FM, men sum eg meti tað nú, fer HB ikki at
fáa so lætt spæl í ár, sum teir høvdu í fjør,
sigur Mikkjal Thomassen.
Út frá tí, hann hevur sæð í
venjingardystunum, hava hini liðini bæði
ment og styrkt seg. Bæði NSÍ, Víkingur og
B36 hava sæð sterk út, og tað sama ger
seg galdandi fyri Skála.
KÍ hevur havt sum mál, meðan Mikkjal
Thomassen hevur verið venjari, at vinna
sær pláss millum fýra tey ovastu liðini og
harvið tryggja sær rættin at sleppa at taka
lut í evropeiskum fótbólti.
– Tað er sera spennandi og mennandi fyri
føroyskan fótbólt, at vit sleppa at luttaka í
Evropa-fótbólti. Tað er ein gularót, sum vit
allir renna eftir, sigur Mikkjal Thomassen.
Hann sigur, at støðið á føroyskum
fótbólti er hækkað so nógv, at nú ber til at
fara inn í evropeisku kappinganar við tí fyri
eyga at fáa eitt gott úrslit.
– Ja, alt er broytt. Vit venja nógv meira,
enn vit gjørdu fyri bara fáum árum síðani.
Vit hava eisini sæð, at tað gevur úrslit, tí
fleiri av føroysku feløgunum hava spælt
seg víðari í altjóða kappingunum. Og at fáa
mótstøðu frá liðum, sum vit ikki kenna frá
gerandiskappingunum, gevur menning, sigur
hann.
Venjarin sigur eisini, at tað er sjálvandi
ikki bert fyri venjararnar, at tað er
spennandi at fáa aðrar kappingar at luttaka
í. Hetta er eisini nakað, sum spælararnir
gleða seg til.
– Sjálvandi kunnu vit fáa óhepnar
luttøkur, har vit hitta lið, sum bara eru
á einum nógv hægri støði, men hesi
seinastu árini eru fleiri lið komin víðari móti
mótstøðuliðum, sum kanska eru betri enn
vit, men ikki so nógv betri, at vit ikki ein
góðan dag kunnu vinna tey, sigur Mikkjal
Thomassen.