Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 230 - 1. desember 2004 - Hetta landsstýrið og henda samgonga hava sett sær fyri at seta út í kortið, hvørja kós Føroyar skulu hava í framtíðini. Vit skulu velja, um vit taka kappingina upp við tey bestu, ella vit bara reka víðari í kjalarvørrinum av øðrum. Skulu vit vera framsøkin ella einans verja borg. Tað er okkara skylda nú at taka veruligu fram- tíðarstøðu Føroya til viðgerar skrivar Jó- annes Eidesgaard, løg- maður í Sjónarmiðnum í VINNUsíðunum í dag SJÓNARMIÐ Jóannes Eidesgaard løgmaður Einki so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt: Seinastu seks árini var eittans høvuðsmál á dags- skrá - nevniliga viðurskifti okkara við Danmark. Alt gott um tað. Men hetta mál fylti so mikið nógv hjá bæði politikkarum, embæt- isfólki og ivaleyst mongum øðrum, at alt annað nærum datt burtur ímillum. Yvirskipaði spurningurin um veruligu framtíðarstøðu Føroya sum eitt framkomið vælferðarsamfelag lá meira ella minni á láni. Hetta bar jú til, tí búskaparliga við- rákið var so óvanliga stórt, at alt bar til - um ikki annað so við at hækka játtarnir og geva hægri lønir. Men nú vendir gongdin, sum vera man. Búskapar- ráðið ger púra greitt í síni seinastu frágreiðing, at vit eru eftirbátar, tá tað snýr seg um búskaparliga væl- ferð fyri allar landsins borgarar. Snýr politikkur seg um at skapa góða væl- ferð fyri øll, og tað er jú tað, sum politikkurin skal snúgva seg um, má vinnan fáa eitt lyft. Eitt sterkt vinnulív er fortreytin fyri vælferð á høgum støði. Støðan sambært búskapar- ráðnum er, at vinnan í dag ikki megnar hesa uppgávu eins væl og vinnan í okkara grannalondum. Vælferð og vinna mugu ganga hond í hond. Búskaparráðið skjal- prógvar, at føroyska vinnan er væl minni produktiv enn hin íslendska. Sagt verður at: "Ísland er tað landið í heiminum, sum líkist tí føroyska mest. Tí er høgi produktiviteturin í Íslandi ein ábending um, at møgu- leikar eru fyri at økja fram- leiðsluvirðið per íbúgva í Føroyum, eisini samanbor- ið við onnur lond, soleiðis at vit koma nærri teim rík- astu londunum í heiminum í inntøkustøði." Gamalt er at siga, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Búskapar- liga afturgongdin, versn- andi kappingarføri, vaks- andi arbeiðsloysi og grund- leggjandi trupulleikar í vinnuni gera tað tvingandi neyðugt at leggja ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag í framtíðini. Vit mugu gera tað nú, tí annars verða vit so dyggiliga afturúrsilgd. Eg taki í hesi grein tríggj- ar týdningarmiklar spurn- ingar upp, hóast tað sjálv- andi eru nógv fleiri. Nýhugsan Nýskapan er avgerandi neyðug, skulu vit klára okkum í framtíðini - onki er meira víst enn tað. Hetta er ikki nakað nýtt, hóast tað vanliga ikki kemur til sjóndar í almenna orða- skiftinum. Orðaskiftið er oftast um ítøkiligar trupul- leikar sum ov høgt kostnað- arstøði, søla av rundum fiski uttanlanda, flutnings- møguleikar o.s.fr. Hetta eru sjálvsagt viðkomandi við- urskifti, men vit fáa ikki nøktandi kappingarføri við einans at dúva uppá til dømis at lækka kostnaðar- støðið ella at gera smærri tillagingar av ymiskum slagi. Tað skal meira til enn so. Vit mugu lyfta viðgerð- ina uppum hesir dagligu trupulleikarnir og leggja dent á spurningin um, hvat skal til fyri at tryggja okk- um betri altjóða kappingar- føri í sini heild, og sum frá líður. Alsamt vaksandi altjóða- gerðin á handils- og vinnu- økinum ger, at kappingar- førið er treytað av globalu viðurskiftunum heldur enn tað, ið gongur fyri seg millum føroysku virkini og í Føroyum í síni heild. Tí er bara ein vegur. Vit mugu fylgja við og vera fult á hædd við hesa gongd og helst frammanfyri hana. Tað krevur stutt sagt, at vit mugu megna at lúka tey krøv, altjóðagerðin setur okkum - bæði ítøkiliga og vinnumentanarliga. Alheimsgerðin hevur við sær alsamt vaksandi krøv til nýskapan, vaksandi krøv til dygdarstøðið á fram- leiddu vørunum, og hon er grundað á støðugt meira framkomna tøkni - serliga kunningartøkni. Altavger- andi fortreytin er tí, hvussu fólkið okkara er fyri at taka ímóti hesum avbjóðingum. Til hetta krevst høgt út- búgvingarstøði og vitan. Tað vita vit. Men hetta er als ikki nóg mikið. Vit mugu eisini duga at fáa fólkið at nýta vitanina til at vinna pening og við at tryggja, at tey allatíðina læra nakað nýtt. Til hetta krevst professio- nell leiðsla, ið er før fyri at flyta okkum frá hugburðin- um í ídnaðarsamfelagnum til vitanarsamfelag. Vit mugu fara frá at stara okk- um blindan uppá at sam- meta lønarlag og fram- leiðslu av traditionellum ídnaðarvørum til at granska og fáa til vega vitan og til at nýta hesa vitan til nýskap- an. Her er tað, at fólkið er fremsta tilfeingi, ið skal skapa úrslitini. Men hvussu fáa vit tey til tað - hvussu skal hetta gerast? Mítt fremsta boð er at styrkja okkara leiðslutilfeingi í øllum liðum bæði í vinnuni og í tí almenna. Tað eru leiðslurnar, ið skulu hava visiónirnar, og tað eru leiðslurnar, ið skulu kynda eldhugan og stimbra skap- andi evnini í fólkinum, so tey við stórum ágrýtni og commitment kunnu vera við til at skapa virðini. Altjóðagerð Føroyska samfelagið má leggja upp fyri, at altjóða- gerðin menninst við rúk- andi ferð. Búskaparligu landamørkini verða burtur og geva rúmd fyri vøkstri, har virkini virka globalt heldur enn nationalt. ES samveldið við sínum 25 limalondum er vorðin heimsins størsti búskapur, og er í dag okkara týdning- armesti marknaður, sam- stundis sum fólkaríkar lág- lønartjóðir sum Kina gerast okkara næstu kappingar- neytar, tá tað snýr seg um traditionellar fiskavørur. Hetta eru avbjóðingar okk- ara. Tí kunnu vit ikki byrgja okkum inni, men heldur lata dyrnar upp til útheimin og altjóðagerðina. Vit síggja eitt dømi hjá granna okkara Íslandi, sum er farið fult við í hesa altjóðagerð, og sum í dag hevur ein rættiligan framsøktan leik- lut, har tey eru kappingar- før í altjóða høpi. At Føroyar eru lítið land eigur ikki forða okkum í at leggja ætlanir fyri, hvussu vit fáa meira burtur úr einum altjóða samstarvi. Vit hava væl útbúgvið fólk, sum duga at venda sær á altjóðapallinum. Men spurningurin er, hvussu vit skapa neyðuga bygnaðin, ið stimbrar samlaðu virðis- skapanina í samfelagnum. Ein týdningarmikil táttur í hesum er at víðka okkara formligu sambond við um- heimin. Her kann nevnast, at sáttmáli millum Føroyar og Ísland, ið byggir á tey fýra frælsini vørur, tænast- ur, kapitalur og arbeiðs- megi, er við at koma undir land. Hesi frælsini millum londini hava sjálvsagt bæði fyrimunir og vansar. Men vit mugu í størri mun leggja dent á nýggjar møguleikar fyri okkum, heldur enn at lata okkum forða av tí, at onnur fáa burturúr. Eyðvitað er, at fram- gongd Íslands í dag millum annað skyldast, at Ísland brúkar henda møguleika í sínari EBS-avtalu við ES. Á sama hátt eiga vit at umhugsa tættari samband við eitt nú ES, ið helst kann betra um okkara grundarlag fyri framgongd. Hetta hava vit brúk fyri. Men her krevst, at vit lata nakað av gamlari vanahugsan fara aftur við borðinum. Hóast vit eru smá og sárbar, noyðast vit at taka spurningin upp, tí vit hava snøgt sagt ikki ráð at lata vera. Eitt økt samstarv við Ísland og Evropa kann geva okkum møguleikar. Men tað er sjálvsagt ikki uttan kostnað. Ódyrkaðu møguleikar okkara serliga í samband við størri altjóða samstarv liggja í skapanini av nýggj- um vinnum. Í okkara huga- heimi eru vit framvegis alt ov nógv tengd at møgu- leikunum í okkara høvuðs- vinnu. Umráðandi er tí, at vit eggja til nýggjar vinnur, sum kunnu virka stabili- serandi upp á sveiggini í høvuðsvinnuni. Framfýsni í høvuðsvinnuni: Í fiskivinnuni - okkara høv- uðsvinnu - mugu vit taka støðu til, um haldast skal fast við ta siðvandu fram- leiðsluna av fiskavørum, har láglønarlondini í Eyst- urevropa og Kina fara at yvirhálað okkum, ella um vit skulu leggja á annan bógv, har vit framleiða og selja vørur, ið hini londini ikki kunnu kappast við. Vørur, sum við góðsku og feskleika av sær sjálvum skarða framúr. Hetta valið er ikki trupult, men valið fer at krevja orku og vilja til nýhugsan. At góðska betrar um kappingarførið síggja vit til dømis í saltfiskinum og við flakaframleiðsluni umborð á verksmiðuskipunum í Barentshavinum. Sjálvandi vinna vit ikki kappingina við láglønar- samfeløgini. Men vit kunnu vinna á teimum, tá tað kemur til góðsku. Vit hava enn fiskin svimjandi rund- an um oyggjarnar, so tað er okkara val at gera av, hvussu góðskan er, tá vit selja hann. Halda vit fast um tað siðbundnu fram- leiðsluna, so tapa vit, men leggja vit allan dent á feskleika og góðsku, so vinna vit. Men hetta krevur góðan vinnuligan førleika og samstarv og ikki minst góðan logistikk. Men tað kunnu vit gera nakað við - bæði sjó- og loftvegis. Skal fiskiídnaðurin í longdini klára seg í kapp- ingini við lágkostnaðar- londini, má vinnan leggja herðslu á at "posisjonera" seg á marknaðinum. Hetta merkir, at vinnan í nógv størri mun enn nú má framleiða eina vøru, sum er øðrvísi enn teirra vøra, og ikki minst má nógv størri orka leggjast í marknaðar- føring víða um í heiminum. Burðardygg veiða og gagn- nýtsla av øllum tilfeingin- um, sporing av fiski av grunni at munni, heilsu- góður fiskur, mugu fram- yvir verða nátturligir partar av marknaðarføringini. Hetta setir stór krøv til samstarv í øllum liðum í fiskivinnuni. Umframt at útvega røttu góðsku til røttu tíð, krevja góðu keyparar leveringstrygd. Leverings- trygd í keyparaliðnum krevur eisini leveringstrygd í rávøruliðnum. Ásannandi tann veru- leika, at ein ikki ótálmað kann fiska meira, enn náttúran loyvir, mugu øll segl eisini setast fyri at fáa mest møguligt virði burtur úr øllum tilfeinginum. Hugburðurin má broytast í øllum liðum og eisini í hugaheiminum hjá okkum politikarum. Tað eru sera stór virðir, sum liggja í eini betri gagn- nýtslu av hjávørum og hjáframleiðslum til bæði matna og biotøkniligar framleiðslur. Íslendingar vænta, at virðið av hjá- framleiðslum til matna fer at vaksa úr 600 mió. kr. til 2,4 mia. kr. í ár 2012, og virði av biotøkniligum framleiðslum úr 30 mió. kr. til 1,1 mia. kr. í ár 2012. Tað skuldi einki verið í vegin fyri, at vit eisini her í Føroyum kunnu fáa mun- andi meira burturúr øllum fiskatilfeinginum Samanumtøka: Tað ljóðar so lætt, tá tað verður sagt, men eitt er tó vist, at skulu vit mennast, og tað skulu vit, mugu vit bróta upp úr nýggjum, meðan vit styrkja tað góða í tí verandi. Vit mugu gerast meira offensiv, har vit seta kikaran á møguleikar held- ur enn stara okkum blindar á forðingar. Tíðirnar mugu ikki einsa- mallar sleppa at broytast, vit mugu eisini broytast sjálvi. Vit mugu flyta okk- um, sum nývaldi forsætis- ráðharrin í Íslandi segði á einari ráðstevnu á Akureyri herfyri "from a hunting mentality to a business mentality". Latið okkum ikki gevast á hondum, men taka nýggj- ar avbjóðingar á okkum í felag. Latið okkum flyta okkum - flyta okkum í mun til gamla vanahugsan - flyta okkum í mun til heimin rundan um okkum. Veruliga framtíðarstøða Føroya