týsdagur 5. mars 2019síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
VÍKINGUR
Gongdin í venjingardystunum bendir á, at spælskipan
og hugburður aftur eru í eyðkenda lagnum
Eftir at hava vunnið FM í 2016 og 2017
hilnaðist tað í fjør minni væl hjá Víkingi.
Úrtøkan var 39 stig, sum er tað lakasta,
síðani samanlagda felagið í 2008 fyrstu
ferð royndi seg í fremstu røð.
Fimta plássið ber við sær, at tað í ár
er møguleiki hjá spælarunum at halda
summarfrí. Nógvu tey seinastu árini
hava víkingarnir verið í Europa, tá ið
landskappingin hevur verið í summarfrí.
Soleiðis verður tað ikki í ár.
Í fjør miseydnaðist royndin við nýggjum
venjara, eftir at Sámal Erik Hentze hevði
verið oddamaður, tá ið felagið vann tvey FM.
Nýggj spælskipan, nýggir útlendingar og
gamlir spælarar í nýggjum ódnum gav ikki
tað, sum tað varð roknað við.
Nú heldur Sámal Erik Hentze aftur
um stýrisvølin, og veteranar, sum vóru
hansara kosnu menn, eru ætlaðir at eiga
lyklaleiklutir.
Gongdin í venjingardystunum bendir
á, at spælskipan og hugburður aftur eru
í eyðkenda lagnum, tá ið tað eydnaðist at
vinna FM heitini. Miðalaldurin er neyvan
millum teir lægstu í bestu deildini, men
harvið er ikki sagt, at nærlagni, íblástur og
venjingarstøða ikki eru góð.
Dygdirnar eru væl skipað verjuspæl,
skjótálop, at nógv verður lagt fyri í
nærdystum og eisini í deyðbóltsstøðum.
Elias Rasmussen er málverji, og Bárður
á Reynatrøð er fremsti avbjóðarin hjá
honum. Gunnar Vatnhamar man vera
fyrsta val á høgra vongverja. Veteranurin
Gert Hansen er eftir skaðasteðg í fjør aftur
tøkur, og hann fer ivaleyst at eiga sín leiklut.
Ein annar veteranur, Hanus Jacobsen, er
upplagdur vongverji í vinstru.
Liðformaðurin Atli Gregersen hevur
fingið nýggjan útlendskan makkara í
miðverjuni. Hann eitur Vukasin Tomic.
Á miðvøllinum eru Heðini Hansen og
nýggi Milan Svojic sentralir. Sølvi Vatnhamar
er komin seg eftir skaðasteðg. FM árini var
hann ógvuliga sentralur í kontraspælinum.
Tann leiklutin er hann ætlaður at hava aftur
í ár. Í trimum teimum fremstu ódnunum eru
bestu boðini Philip Djordjevic, Andreas Lava
Olsen, Adeshina Lawal og Dion Splidt, sum
er nýggjur í Sarpugerði.
Í fjør vóru tvíburarnir Elias og Hans
Jákup Lervig fastir menn í hópinum og ofta
á liðnum. Teir fara ivaleyst eisini at eiga
leiklut í ár. Aðrir ungir spælarar, sum hava
snoddað til besta liðið, eru Hjalti Strømsten,
Tonni Thomsen, Hjartvardur Hansen, Pól
Enok Hansen, Magnus Heinason, Géza
Tamas Túri og Arnbjørn Svensson. Hvønn
leiklut teir fara at eiga fer at valdast
um, hvussu tað verður við skaðum og
leikbannum.
Felags fyri hesar er, at teir eru uppaldir í
felagnum, har stórur dentur verður lagdur
á at skipa ungdómsfótbóltin væl og at skipa
so fyri, at øll liðini hava vaksnar og útbúnar
venjarar. Nógvir av hesum vóru í síni tíð á
besta liðnum.
At tað ikki hilnaðist so væl í fjør, sum tað
gjørdi undanfarnu árini, sást sjálvandi aftur í
áskoðarafjøldini. At tað í venjingardystunum
nú undan kappingarbyrjan hevur gingið
væl, hevur aftur kynt undir eldhugaðu
fjeppararnar í Eysturkommunu, sum halda
seg hava orsøk at vóna, at tað aftur skal
eydnast Víkingi at vinna seg í europeiska
kapping.
MEISTARI (2) 2016, 2017
STEYPAVINNARI (5) 2009, 2012, 2013, 2014, 2015
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (12 ÁR) 2008-
Í EUROPA (7) 2010, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016, 2017, 2018
VÍKINGUR STOVNAÐ 14. januar 2008 FORMAÐUR Brandur Jacobsen
3
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Mál
1
Elias Rasmussen
25 Bárđur á Reynatrøð
Verja
3
Hanus Jacobsen
4
Atli Gregersen
5
Elias Lervig
12 Hjartvard Hansen
15 Jákup Vatnhamar Olsen
18 Pól Enok Hansen
19 Hjalti Strømsten
21 Gert Hansen
26 Vukasin Tomic
Miðja
8
Heðin Hansen
10 Sølvi Vatnhamar
11 Hans Jákup Lervig
20 Dion Splidt
22 Tonni Thomsen
23 Milan Svojic
24 Gunnar Vatnhamar
27 Arnbjørn Svensson
Álop
2
Andreas Lava Olsen
9
Philip Djordjevic
28 Magnus Heinason
30 Adeshina Lawal
Venjari: Sámal Erik Hentze
Hjálparvenjari: Dimitrije Jankovic
Tilgongd
Vukasin Tomic, Milan Svojic, Dion Splidt
Frágongd
Adrian Cascaval, Karl Løkin
LEITA AFTUR Á
SLÓÐINA Í SARPUGERÐI