Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM ANDREAS LAVA OLSEN UMSTØÐURNAR BETRI ENN Í FJØR Víkingur hevur fingið nýggjan venjara og eina kenda spæliskipan, so tað sær betri út í ár enn í fjør, sigur Andreas Lava Olsen ÁRNI GREGERSEN Í Víkingi vóru teir ikki nøgdir við árið í fjør. Besta liðið endaði á fimta plássinum, sum ger, at teir ikki sleppa at taka lut í evropeisku kappingunum í ár, og at felagið endaði aftari enn tað annars hevur gjørt seinastu fýra árini. 31 ára gamli Andreas Lava Olsen hevur spælt nógvar dystir fyri Víking í bestu deildini. 146 dystir í landskappingini og 44 mál, umframt steypadystir av ymiskum slag og altjóða dystir. – Eg haldi, at okkara hópur er sterkari í ár, enn hann var í fjør, men tíðin fer sjálvandi at vísa, um hópurin er nóg sterkur, sigur Andreas Lava Olsen. Hann sigur eisini, at tað er ein fyrimunur at hava fingið Sámal Erik Hentze aftur sum venjara. Hann hevur eina spæliskipan, sum Víkinga-leikararnir kenna, og hann er ógvuliga greiður í sínum boðum til leikararnar. – Vit vita allir, hvat vit skulu gera, og hvat ætlanin hjá okkum er í hvørjum einstøkum dysti. Tað dugir venjarin sera væl at fortelja okkum, sigur Andreas Lava Olsen. OV NÓGVAR BROYTINGAR Víkingur endaði sum nummar fimm í fjør, og tað finnast sjálvandi fleiri frágreiðingar uppá, hví tað hendi, men sambært leikaranum úr Leirvík vóru tað serliga ógvusligu broytingarnar, sum vóru orsøkin. Kappingaráarið byrjaði við, at Maurrice Ross var venjari. Hann valdi at gera nógvar broytingar á liðnum og broyta spæliskipanina, umframt at hann flutti leikararnar av vanligu plássunum á onnur pláss. Hetta gekk til einaferð í mai, tá ið felagið avgjørdi at enda samstarvið við skotska venjaran. Í staðin fyri yvirtók Sigfríður Clementsen liðið. Hann var ikki nýggjur hjá eldru leikarunum, men hann broytti so aftur spæliskipan. Tað gekk eisini væl teir fyrstu dystirnar, men so var tað sum orkan minkaði á liðnum, og stig vórðu mist, sum Víkingar-liðið vanliga ikki missir. – Tað skapti alt órógv, at vit noyddust gjøgnum hesar broytingarnar fleiri ferðir, sigur Andreas Lava Olsen. GÓÐ HARMONI Andreas Lava Olsen sigur, at sjálvt um alt ikki gekk eftir vild í fjør, var stemningurin í hópinum góður. Felagið vann FM bæði árini frammanundan og misti fleiri leikarar eftir seinna FM-heitið. Somuleiðis er stemningurin góður í ár, eftir at Baggi aftur hevur tikið stýrisvølin. Hann kennir leikararnar væl, og hann er eisini menniskjakennari. – Hann veit, hvat hvør einstakur leikari stendur fyri, og hann veit eisini, hvat vit megna sum spælarar. Tað er ein stórur fyrimunur, bæði fyri hann sjálvan, men eisini fyri okkum spælarar, sigur Andreas Lava Olsen. Eitt annað, sum hann sigur um venjaran, sum eisini var venjari, tá ið Víkingur vann bæði FM-heitini, er, at Sámal Erik Hentze dugir væl at seta mørk. Tey eru greið, so ongin leikari ivast i, hvussu langt teir kunnu fara á teimum ymisku økjunum. – Hann hevur eina ætlan fyri hvønn dyst, og henni fylgja vit so. Soleiðis var tað hini bæði árini, hann var okkara venjari, og tað sama er galdandi í ár. Víkinga-hópurin er styrktur við nøkrum leikarum. Tveir mans eru komnir úr Serbia, har annar spælir í miðverjuni, meðan hin er á miðjuni. Dion Split er eisini komin til Víking, umframt at Gert Hansen hevur spælt við í nakrar venjingardystir. Harumframt hevur venjarin ein hóp av yngri leikarum at velja burtur úr. Summir hava vunnið sær pláss á liðnum í fjør og í fyrraárið, meðan aðrir eru á veg. Andreas Lava Olsen hevur ofta verið skaddur partar av árinum, men í ár hevur hann so verið við til alla venjingina undan kappingini. – Nei, eg eri ikki skaddur, men havi kortini onkur smáting at dragast við – kortini onki, sum í løtuni forðar mær í at spæla. So eg gleði meg av álvara til fyrsta dystin sunnudagin, tá ið vit taka ímóti ÍF í Sarpugerði. Tað verður sera spennandi, sigur hann. Sum nevnt endaði Víkingur á fimta plássinum á stigatalvuni í fjør. Tað hevur við sær, at felagið ikki tekur lut í evropeisku kappingunum í ár. – Men okkara mál er sjálvandi at sleppa út aftur í Evropa. Tað er stuttligt, krevjandi og spennandi, sigur Andreas Lava Olsen. LYKLALEIKARIN Adeshina Lawal Skal Víkingur lyfta seg á stigatalvuni, verður eisini neyðugt, at álopsspælarin Adeshina Lawal hevur eitt gott kappingarár. Í fjør gjørdi hann átta mál, og tað var væl minni, enn hann gjørdi tey bæði FM árini hjá Víkingi. Venjarin Sámal Erik Henntze hevur áður fingið Lawal at avrikað væl, og tað verður ein av avbjóðingunum hjá honum í ár. Lawal er kvikur og stinnur álopsspælari, sum er góður í kontrastøðu og dugir væl at koma fram at kjansum inni í brotsteignum. GJØGNUMBROTIÐ Hans Jákup Lervig Víkingur fer væntandi at spæla við nógvum royndum spælarum í ár, og tí verður trupult hjá yngru monnum at vinna inn á liðið. Tað verða tó dystir, partar av dystum ella tíðarskeið í kappingini, har brúk verður fyri hópinum, og tá ræður um hjá teimum yngru monnunum at taka av kjansinum. Hans Jákup Lervig er ein av spælarunum, sum kann fáa kjansin. Tvíburðabeiggin Elias fekk gjøgnumbrot í fjør, og nú kann Hans Jákup taka næsta stigið. VENJARIN Sámal Erik Hentze Dugnaligi venjarin hevur seinastu fimm árini vunnið trý FM-heitið. Fyrst vann hann við B36, og síðani leiddi hann Víking til tvey FM-heiti. Í fjør lukkaðist ikki at fara allan vegin við NSÍ, men silvurkrónurnar smakkaðu eisini væl. Nú er Sámal Erik aftur í Víkingi, har hann tóktist trívast sera væl, og hann hevur longu fingið liðið at líkjast einum avbjóðara til fremstu plássini, eftir at Víkingur í fjør varð nummar 5. MÁLIÐ Europa Eftir vónbrotið í fjør skal Víkingur fyrst og fremst vinna fram millum fýra tey fremstu í ár. Tað hevur vanliga við sær luttøku í Europa. Tað er tó ikki ósannlíkt, at Víkingur kann taka eitt longri lop og fara at nærkast toppinum í deildini aftur. Liðið tykist støðugari og sterkari í ár, og spælihátturin leggur upp til, at Víkingur kann savna sær nógv stig. Okkara mál er sjálvandi at sleppa út aftur í Evropa. Tað er stuttligt, krevjandi og spennandi