týsdagur 5. mars 2019síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
NÓGVIR ERU
UM BOÐIÐ Á SKÁLA
SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG
Í hesum umfarinum hevur Skála verið trý ár
í bestu deildini. Fyrsta árið snúði tað seg um
at sleppa undan at flyta niður. Soleiðis er
dagsskráin hjá uppflytarum altíð.
Ofta flyta uppflytarar beinanvegin ella
skjótt niður aftur. So eru tað tey liðini, ið
megna at lofta sær og síðani fóta sær í
fremstu røð. Skála er dømi um hetta seinna.
Í heyst verður stigaposin gjørdur upp, og tá
fæst at síggja, hvussu árið hevur hilnast.
Undan kappingarbyrjan verður ikki roknað
við, at Skála fer at vera millum feløgini,
sum fara at stríðast fyri at sleppa undan at
flyta niður.
Skála endaði í 2016 á áttanda plássi.
Úrtøkan var 26 stig, og tað vóru átta stig
aftur til níggjunda pláss. Tí var spurningurin
um niðurflyting ikki uppi og vendi nógvu tey
síðstu umførini.
Bæði í 2017 og 2018 endaði Skála á
sætta plássi. Í 2017 var úrtøkan 33 stig,
og tað vóru fimm stig aftur til níggjunda
plássið. Í 2018 var úrtøkan 29 stig, og tað
vóru ellivu stig aftur til níggjunda plássið.
Eyðun Klakstein var venjari í fjør, og
hann hevur aftur ábyrgdina, nú avbjóðingin
er at skava fleiri stig saman enn í fjør og at
nærkast teimum fimm, sum tey seinastu
árini eru endað í ovaru hálvu.
Sammett við undanfarin ár er ikki
talan um nógvar broytingar á liðnum og í
hópinum. Bara tríggir spælarar eru farnir.
Tveir spælarar eru lagstir aftrat, eftir at
teir hava skift onnur feløg út við Skála, og
so eru tað fleiri ungir spælarar, ið nú venja
við besta liðnum. Intensiteturin og góðskan
í venjingunum gevur teimum møguleika at
mennast, so teir verða búnir at taka av, um
tað verður brúk fyri teimum.
U-21 landsliðsmálverjin í fjør, Karstin
Hansen, verjir málið. At kappingarneytin
hjá honum, Sonni Højgaard, stutt undan
kappingarbyrjan sleit hælsinuna, kom
ógvuliga dátt við á Skála.
Jákup Jakobsen og Teitur R. Joensen, sum
eisini er stinnur vongverji, eru miðverjar.
Tvær vikur undan kappingarbyrjan legðist
Fróði Benjaminsen, sum býr á Strondum,
aftrat. Tað er framúr styrkur, tí Fróði hevur
so nógvar royndir og er so fjølgávaður.
Ari Olsen, Leivur Zachariassen og
Niels Pauli Danielsen, sum eisini hevur
royndir á sentralum miðvallarplássi, eru
vongverjar. Sentralir miðvallarar eru
Pætur Dam Jacobsen, Ólavur Mikkelsen og
Haraldur R. Højgaard. Ronni Møller-Iversen
verður roknaður at manna framrættaða
og sentrala miðvallarplássið, og Søren B.
Nielsen verður fremsti maður.
Í borðunum og eisini sum møguligir
framrættaðir miðvallarar eru Edvin
Jacobsen, Janus Svabo Samuelsen, Heðin
Klakstein og Jákup Johansen, sum fram
ímóti kappingarloki í fjør kom seg heilt eftir
langan skaðasteðg.
Millum ungu menninar, sum kunnu gera
seg galdandi í framrættaðum plássum,
eru Andreas E. Jacobsen, sum í fjør var
sera eyðsýndur á næstbesta liðnum, Jan
Ingason Hansen, ið er komin fyri seg aftur
eftir langan skaðasteðg, og Dávid Johansen.
Ungu miðvallararnir eru Teitur Poulsen,
Hanus Mikkelsen og Poul Kallsberg, og
í verjuni eru tað Djóni Petersen, Aksel
Jacobsen, Kristian Martin Jakobsen og Rói
Olsen.
MEISTARI (0) Ongantíð
STEYPAVINNARI (0) Ongantíð
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (12 ÁR) 2002-08, 2014, 2016-
Í EUROPA (2) 2005, 2006
SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG STOVNAÐ 15. mai 1965 FORMAÐUR Rógvi Reinert Djurhuus
6
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Málmenn
1
Karstin Hansen
12 Sonni Højgaard
Verjuspælarar
2
Djóni Petersen
3
Teitur R. Joensen
4
Jákup Jakobsen
14 Aksel Jacobsen
17 Niels Pauli Danielsen
22 Ari Olsen
24 Kristian Martin Jakobsen
25 Leivur Zachariassen
29 Rói Olsen
Miðvallarspælarar
6
Pætur Dam Jacobsen
7
Ólavur Mikkelsen
8
Haraldur R. Højgaard
11 Ronni Møller-Iversen
16 Janus Svabo Samuelsen
20 Edvin Jakobsen
21 Heðin Klakstein
26 Teitur Poulsen
27 Hanus Mikkelsen
28 Poul Kallsberg
Álopsspælarar
9
Søren Nielsen
10 Jákup Johansen
18 Jan Ingason Hansen
19 Andreas E. Jacobsen
23 Dávid Johansen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Sjúrður Jacobsen
Tilgongd
Ronni Møller-Iversen, Fróði Benjaminsen,
Janus Svabo Samuelsen
Frágongd
Ahmed Mujdragic, Brian Jakobsen, Jannik
Olsen
Skála vil leggja afturat sínum stigatali
og nærkast teimum ovaru