týsdagur 5. mars 2019síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
LYKLASPÆLARIN
Søren B. Nielsen
Hann spældi fyrstu ferð við Skála dagin undan
ólavsøkuaftan í fjør. Í ellivu dystum skoraði
hann seks mál. Nú er Søren B. Nielsen fluttur úr
næstfremstu ódnini og fram á toppin. Hvussu tað
fer at hilnast hjá Skála er ikki minst treytað av,
hvussu tað fer at roynast hjá Søren B. Nielsen.
STJØRNUSKOTIÐ
Andreas Egeberg Jacobsen
Høga ferðin og fíni bóltførleikin vísti Andreas
Jacobsen í fjør á næstbesta liðnum, har hann
var framrættaður í borðinum og toppskjútti.
Andreas fer heilt víst at fáa møguleikan á besta
liðnum, har hann í fjør var seks løtur. Andreas
hevur evnini og viljan at vinna seg á besta liðið.
VENJARIN
Eyðun Klakstein
Sum spælari í Klaksvík vóru eyðkennini
bóltførleikin og eygað fyri spælinum. Tað
hevur eisini eyðkent hann sum venjara. Besta
úrslitið var FM heitið við B36 í 2015. Í fjør tók
hann við venjarastarvinum á Skála, har tað
verður arbeitt miðvíst við at mynda lið, sum
vísir hugflog, vilja og góðan bóltførleika.
MÁLIÐ
Nærri ovaru hálvu
Tað snýr seg um at vinna fleiri stig enn í fjør, tá
ið 29 stig bóru sætta plássið við sær. Tá vóru tað
tíggju stig fram til fimta plássið. Nú er málið at
vinna seg nærri plássi millum fimm tey bestu.
Málið er at vinna fleiri stig.
Um tað eydnast, so fáa vit
at síggja, hvussu langt tað
fer at røkka
ARI OLSEN
ARI HEVUR IKKI
UPPLIVAÐ SOVORÐIÐ
Nú ræður um hjá Skála at umseta miðvísu ætlanirnar til betri avrik
og úrslit, enn tað higartil er eydnast at vinna við hesum liðnum
JÓANNES HANSEN
Tað eru nýggjar tíðir á Skála. Tað plagar at
vera nógv nýtt frá kappingarbyrjan. Soleiðis
er tað ikki í ár. Nú er nógv tað sama, sum
tað var í fjør.
Fyri einum ári síðani vóru 8-9 nýggir
spælarar, og venjarin var nýggjur. Nú er
venjarin tann sami, sum hann var í fjør,
og liðið er mest sum tað sama. Nýggir
spælarar eru Ronni Møller-Iversen,
sum í fjør spældi við KÍ, og Janus Svabo
Samuelsen, sum spældi við 07 Vestur.
Dygst undan kappingarbyrjan varð
greitt, at Fróði Benjaminsen nú fer at spæla
við Skála. Hann býr á Strondum, og nú
spæla hann og børnini í sama felag.
– Vit halda, at nýggju spælararnir
passa væl inn á liðið. Felagið hevur leingi
arbeitt við at finna ein miðverja aftrat. At
tað endaði við Fróða Benjaminsen var eitt
plettskot. Hann var fyrstu ferð til venjingar
mánakvøldið í síðstu viku, og hann er
rættiliga væl fyri, sigur Ari Olsen, sum er
vongverji í høgru, og hann heldur fram:
– Ronni Møller-Iversen og Janus Svabo
Samuelsen megna nógv við bóltinum, og
teir hava gott eyga fyri spælinum og at
leggja góðar sendingar fram ímillum. Hetta
eru kvalitetir, sum eru kærkomnir, tí tað er
neyðugt at styrkja spælið í fremstu røð, um
vit skulu røkka meiri, enn vit higartil hava
gjørt, sigur Ari Olsen.
ÆTLA AT BETRA HAGTØLINI
Besta úrslitið hjá Skála var í 2005, tá ið liðið
var við í FM stríðnum og vann bronsu. Nú er
tað nýtt ættarlið, sum við støði í avrikunum
í fjør hevur sett sær nýggj mál.
20 ára gamli Ari Olsen er ein í nýggja
ættarliðnum. Hann kom á besta liðið sum
16 ára gamal í 2014, og har hevur hann
verið síðani. Í fjør var hann ein av tveimum,
sum vóru við í øllum dystunum. Hin var
36 ára gamli liðformaðurin Pætur Dam
Jacobsen.
– Pætur er týdningarmikil liðfelagi. Fróði
Benjaminsen og hann hava tilsaman spælt
túsund dystir, og tað er væl meiri, enn allir
hinir hava spælt tilsaman, sigur Ari Olsen.
Tvey tey seinastu árini er Skála endað
á sætta plássi, og tað halda teir út frá
fyritreytunum var góðkent.
– Í fjør vóru tað tíggju stig fram til fimta
plássið. Málið er at vinna fleiri stig. Um tað
eydnast, so fáa vit at síggja, hvussu langt
tað fer at røkka. Skal tað eydnast, so mugu
vit standa okkum betri ímóti teimum, sum
ráða yvir europeisku milliónunum.
KAPPINGIN ER STÓR
Teir eru tjúgu og viðhvørt fleiri enn so til
venjingar, og nógvir hava fingið møguleikan
í venjingardystum – eisini evnaríkir dreingir
sum mennast skjótt.
– Tað er kapping um plássini, og vit vita,
hvar vit eru í kappingini. Venjarin er greiður
í samskiftinum við einstøku spælararnar og
alt liðið. Tað snýr seg um at arbeiða víðari
við tí, sum vit vóru í holtur við og so at
leggja aftrat. Í fjør skoraðu vit 31 mál, og
tað fóru 42 ígjøgnum. Nú er setningurin at
skora fleiri mál og at verja betur, sigur Ari
Olsen.
Blandingin er góð millum ungar, eitt
sindur eldri og tilkomnar og royndar
spælarar og ímillum teir, sum eru
uppvaksnir í felagnum og teir, sum seinastu
árini eru lagstir aftrat:
– Miðverjin Jákup Jakobsen og Teitur R.
Joensen, miðvallararnir Ólavur Mikkelsen
og Edvin Jakobsen og framrættaði Jákup
Johansen og eg sjálvur hava ikki verið
aðrastaðni enn her í barndómsfelagnum.
Tað er langt síðani, at Pætur Dam Jacobsen
legðist aftrat, og hinir eru so við og við
slúsaðir inn. Eitt nú Niels Pauli Danielsen
og Heðin Klakstein, sum búgva í Klaksvík,
Haraldur R. Højgaard og Karstin Hansen,
sum búgva hinumegin fjørðin, Leivur
Zachariassen, sum er fluttur úr Fuglafirði,
og Søren B. Nielsen, sum vit rokna við fer
at skjóta nógv mál, nú hann er fremsti
álopsspælarin. Hann og Ronni Møller-
Iversen kennast frá Danmark av, og tað er
ein fyrimunur.
Hvussu roknar tú hetta liðið sammett
við tað, sum í 2005 vann silvur?
– Vit hava langt eftir at røkka teirra
úrslitum. Hvussu vit eru fyri sammett
við teir, dugi eg ikki at siga, tí av góðum
grundum minnist eg so lítið til tað liðið,
sigur Ari Olsen.