mikudagur 1. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 1. desember 2004
15
-Aftaná kreppuna,
sum vit nú hasta inn
í, fer hon at verða
tikin fram við orðun-
um, sum vit kenna frá
tíðini beint eftir hina
kreppuna: Men hví
lurtaðu tit ikki eftir
búskaparráðnum?
skrivar Kjartan
Kristiansen, stjóri á
Menningarstovuni
m.a. í tinghellu-
debattini í Vinnusíð-
unum í dag
TINGHELLUDEBATTIN
Kjartan Kristiansen
stjóri á Menningarstovuni
So fingu vit aftur eitt væla-
verk frá Búskaparráðnum.
Eina frágreiðing við heitin-
um Inntøkustøðið í Føroy-
um - hví eru vit so rík, men
ikki eins rík sum hini?
Hevur tað ikki verið sagt
fyrr, - og tað hevur tað, so
verður tað í hesari frágreið-
ingini - helst tí seinastu -
frá Búskaparráðnum skorið
út í papp, hví vit dragna
aftur úr.
Ei dáni í, at talsmenn fyri
seráhugamál nísta og fara
so harðliga fram í orð og
talu, at ongin torir at kvetta.
Fremstu menn siga, at hetta
má viðgerast av politiska
myndugleikanum, men løg-
maður talar við síðuna av
um aðrar marknaðarmøgu-
leikar. Høgni Hoydal fýlist
á hetzi ímóti formanninum,
og landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum vil hava fund
við Búskaparráðið um tað,
tað sigur. Sum um ikki alt
stendur í frágreiðingini,
sum er neyðugt at siga.
So eisini henda frágreið-
ingin, sum rópar á landsins
kosnu fólk um at taka seg
saman og tæna føroyska
samfelagnum sum heild og
ikki seráhugamálum, fer
skjótt at verða gloymd í tí
vanliga keglinum, eins og
so nógvar aðrar ávaringar,
og eitt nú tað, sum varð
sagt í summar um alingina.
Vinnuoyðandi
vinnupolitikkur?
Í Útvarpinum 6. august í ár
segði Hermann Oskarsson,
at tað var bert vinnu-poli-
tikkinum fyri at takka, um
alivinnan nú fór fyri bakka.
• Tað almenna hevur ikki
respekterað ognarrættin
hjá landinum til tilfeing-
ið.
• Tað almenna hevur ikki
lagt band á, hvussu ein-
støku
loyvishavararnir
hava kunna borið seg at.
• Tað hava heldur ongi til-
tøk verið gjørd at taka
gjald fyri og forða skaði-
liga ávirkan á náttúru og
onnur loyvi.
Útsøgnin hjá Hermanni
um, at tað er vinnupolitikk-
urin, sum er atvoldin til, at
tað almenna ikki respek-
terar ognarrættin hjá land-
inum til tilfeingið, var tor-
skild tá.
Tað almenna sum
ognarmaður
Onki bendir á, at Búskapar-
ráðið heldur, at tað almenna
skal eiga tilfeingið. Heldur
hevur boðskapurin hjá ráð-
num og Hermanni Oskars-
syni verið tann, at um al-
menna skal sita við ogn, má
tað virka sum ognarmaður.
Tað kann ikki bara lata
nøkrum
"tilvildarligum"
hesa ogn at nýta uttan at
krevja gjald afturfyri.
Hetta munu vit øll skilja.
Ongin ognarmaður (kapi-
talistur) hevði latið øðrum
sína ogn at nýta ókeypis.
Hann hevði heldur ikki
latið hana uttan treytir og
krøv um, hvussu hon skuldi
verða røkt, og í hvørjum
standi hon skuldi verða
latin honum aftur.
Ognarmaður vil hava sín
part av tí ágóða, sum nýtsl-
an av ognina kastar av sær,
og hann vil tryggja sær, at
hann fær ognina aftur við
líka stórum nýtsluvirði,
sum hann læt hana. Hann
hevur eftirlit við nýtsluni
og treytar sær stór deposi-
tum at endurbøta skaðar,
verða treytirnar ikki fylgd-
ar.
Landsstýrið hevur fingið
sær ræðið á aliøkjunum á
sjónum og situr tí við
teimum sum ognarmaður.
Men hesin ognarmaðurin
hevur við lóg forðað sær
sjálvum at krevja gjald fyri
útleigu av ognini. Hann
hevur somuleiðis sett sær
forboð fyri at krevja trygd
fyri skaðum, dálking og
tvørrandi burturbeining av
aliútgerð, tá virksemið
heldur upp at. Einans feløg
- P/F og Sp/f - við avmark-
aðari ábyrgd kunnu fáa
aliloyvi, so ongin er at fara
eftir.
- Eyðkennið fyri væl um-
sitna ogn er, at hon støðugt
veksur í virði. Hvussu er og
ikki, mugu vit vera samd
um, at aliøkini í Føroyum
hava ikki sama virði, sum
tey høvdu í góðu døgunum.
Ábyrgdin av umsitingini
liggur hjá ognarmanninum.
So um tað er føroyskur
vinnupolitikkur, at tað al-
menna skal vera ognar-
maður og eiga tilfeingið,
mugu vit geva Hermanni
rætt í, at tað er vinnupoli-
tikkinum fyri at takka, um
alivinnan fer fyri bakka.
Heldur ikki virðing
fyri fiskameingisogn
Vit kunnu spyrja, um tað
bara er í alivinnu, at tað
almenna við lóg hevur sýtt
sær rættin at umsita ognar-
rættin hjá landinum sum
ein ognarmaður?
Hvussu er tað í fiskivinn-
uni? Her hevur landið við
lóg fingið sær ognarrættin
til alt livandi tilfeingi á
føroysku landleiðini og tað
tilfeingi, sum við samráð-
ingum er fingin uttanfyri
landleiðina. Eru her ikki
frægari møguleikar at virka
sum ognarmaður?
Meðan lógin um aling
onki sigur um endamál,
hevur lógin um vinnuligan
fiskiskap drúgva upprems-
ing um, hvat lógin er ætlað
at fremja. Sagt verður, at
Dentur verður lagdur á, í
umsitingini av hesi lóg, at
varðveita tilfeingið og at
troyta og gagnnýta hetta
burðardygt á skilabesta
hátt, lívfrøðiliga og bú-
skaparliga, við virðing fyri
sambandinum millum ym-
isku dýra- og plantustovn-
arnar í havinum og meingi
teirra, til tess at tryggja
besta samfelagsbúskapar-
liga íkastið frá fiskivinnuni,
støðugar arbeiðs- og inn-
tøkumøguleikar og møgu-
leikar fyri vinnuligum virk-
semi um alt landið.
Tað eru bert tær seinastu
tvær reglurnar, sum geva tí
einstaka
politikaranum
okkurt ítøkiligt at virka
fyri, nevniliga at tryggja
støðugar arbeiðs- og inn-
tøkumøguleikar og møgu-
leikar fyri vinnuligum
virksemi um alt landið. Øll
uppremsingin áðrenn eru
tóm orð, tá støða skal takast
um, hvussu ognin hjá land-
inum skal nýtast.
Heldur ikki í fiskivinnuni
ber til hjá landinum sum
ognarmanni at lata part av
ognini
uttan
ókeypis,
tíansheldur at seta treytir og
krøv um, hvussu latna
ognin skal verða latin aftur
eftir lokna nýtslu.
So heldur ikki her re-
spekterar
tað
almenna
ognarrættin hjá landinum.
Vinnupolitikkurin er
enn býtispolitikkur
Tá vinnupolitikkurin varð
orðaður í 1999, varð dentur
lagdur á at gera greiðan
skilnað millum alment og
privat. At hesir leiklutir ikki
skuldu blandast saman.
Samtíðis varð áherðsla løgd
á at skapa vinnuni frægastu
karmar at verða altjóða
kappingarfør.
Altjóða kappingarførar
fyritøkur vaksa í virði. Tær
megna at økja um sína sølu
og framhaldandi hava eitt
gott avkast. Hetta er fingið
við at vinna keyparan og
endaliga brúkaran fyri seg.
Avkastið verður fyrst og
fremst nýtt at gera kapp-
ingarførið enn betur. Við
vørum og tænastum, sum
gera keyparan enn nøgdari,
tryggjar
fyritøkan
sína
framtíð og virði - eisini
sum eitt gott arbeiðspláss.
Fyritøkur, ið ikki eru í
handilsligari kapping um ta
rávøru, sum tær skulu
skapa kappingarført meir-
virði burtur úr, brúka alla
sína orku upp á at leggja
rávøru undir seg. Síðan
ræður um skjótast gjørligt
at troyta hesa rávøru,
meðan hon enn er til, og
prísurin er góður. Virðið á
fyritøkuni liggur í at fáa
rúgvu í fyrsta liði og ikki í
nøgdsemi í seinasta liði.
Er kappingin um rávør-
una ikki handilslig, nyttar
tað ikki hjá fyritøkuni, sum
vil hava rávøruna, at bjóða
prís, gjaldshættir ella lang-
tíðarsáttmála
í
sínum
"keypstilboði". Nei, her
ræður um politiskt áhuga-
verd tilboð.
Heldur enn at styrkja
førleikan í fyritøkuni at
gera endaliga brúkaran
nøgdan, verður orkan brúkt
upp á politiska myndug-
leikan, eitt nú at sannføra
hann um, hvussu stóran
týdning tað hevur fyri
"keyparan", at hann kann
selja tiltuskaðu rávøruna,
har henda til eina og hvørja
tíð gevur besta prísin.
Skuldi "ognarin" í hesari
støðu fingið herðindir av
ringari samvitsku, at hann
ikki tekur nóg stór atlit til
burðardygga gagnnýtslu og
tilfeingisvarðveitslu o.a.,
verður hann skjótt mintur á,
at ongin av teimum, sum
hann hevur latið ognina at
brúka, heldur seg hava
fingið nóg mikið.
Í staðin fyri at skapa
karmar fyri vinnuliga kapp-
ingarførum fyritøkum, sum
vaksa í virði, endar vinnu-
politikkurin aftur í tí, sum
hann tey mongu seinastu
árini hevur verið, nevniliga
kappbjóðing millum teir
fólkavaldu at býta eina ogn,
sum ikki veksur í virði.
Tá tað almenna legst á
kapitalin, gerst vinnupoli-
tikkur bara býtispolitikkur.
Tá týnir tað almenna ar-
beiðspláss í fyrsta liði og
skapar ikki karmarnar fyri
arbeiðsplássum í seinnu
liðunum. Hvørki samfelag
ella fyritøkur vaksa í virði.
Óalmenn almenn
frágreiðing
Inntøkustøðið í Føroyum -
hví eru vit so rík, men ikki
eins rík sum hini? er frá-
greiðing, ið allir Føroyingar
áttu at havt høvi at ogna sær
og lisið. Hon gevur frálíka
gott innlit í samfelagsbú-
skaparligu viðurskiftini í
Føroyum og hevur týdning
fyri okkara fólkaræðisligu
menning. At hoyra útvald
brot og tulkingar í útvarpi
er gott og væl, men hetta er
frágreiðing, sum eigur at
verða lisin úr enda í annan.
Tú skalt hava stundir at
lesa, hugsa og lesa av
nýggjum.
Men tú fært hana ikki í
vanligum bókabúðum. Hon
liggur ikki millum allar
hinar bøkurnar, sum tú
kanst keypa. Tú skalt hava
teldu og internetsamband,
skalt tú lesa hana.
Eisini tí fær hon ikki tann
týdning, sum hon hevur
uppiborið. Eisini tí verður
hon goymd og gloymd
burtur. Aftaná kreppuna,
sum vit nú hasta inn í, fer
hon at verða tikin fram við
orðunum, sum vit kenna frá
tíðini beint eftir hina krepp-
una: Men hví lurtaðu tit ikki
eftir búskaparráðnum?
ES! Fyrsta rokið, sum skal
fáa okkum at gloyma frá-
greiðingina, er longu kom-
ið. Tað snýr seg, um Fiska-
virking skal keypa Faroe
Seafood, ella um tað skal
verða loyvt leiðslu í Faroe
Seafood at bjóða upp á
fyritøkuna.
Var nøkur verulig mein-
ing aftanfyri orðini um, at
nú skuldi einskiljast, áttu
øll at verið fyndarglað. At
onkur vildi keypa.
Men nei. Aftan á sjey ár
tykjast menn nú samdir um,
at Fiskavirking og Fiska-
sølan skulu leggjast saman.
So ganga aftur tvey til trý ár
við samanlegging og pro-
spektgerð. Í meðan gerst al-
menna felagið púra einsa-
malt at stýra føroyskari
fiskavirking.
Framúr góð frágreiðing
frá Búskaparráðnum