Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM TUNGT TAK Á TVØROYRI TB Eftir at felagsliðið datt sundur, skal TB nú á egnum beinum stríðast fyri yvirliving í bestu deildini Á Tvøroyri hava tey stóra avbjóðing fyri framman. Málið fyri kappingarárið 2019 er at yvirliva í bestu deildini, og tað verður tungt tak, tí eftir at felagsliðið hjá suðuroyingum er dottið sundur, er liðið viknað, og spurningurin er, um TB kann standa hinum liðunum í deildini kurl. Samstarvið millum suðuroyarliðini riggaði væl á vøllinum, men ósemjur um samstarvshátt, heimavøll og annað gjørdi, at í vetur slitnaði samstarvið. FC Suðuroy fer nú at spæla í 2. deild, og TB heldur fram við liðnum í Betrideildini. Tað kann tó vera uggi hjá tvørámonnum, at í fjør helt eingin, at AB hevði kjans at yvirliva í bestu deildini, men teir megnaðu tað kortini. Enn er eingin dystur spældur í lands­ kappingini, og tí skal TB ikki sendast úr deildini nú, men eingin ivi er um, at tað er krevjandi uppgáva, sum nýggi venjarin – serbin Zoran Pavlovic – hevur átikið sær. Nógvir av stuðulsspælarunum í fjør eru burtur, og tilsvarandi styrkur er ikki komin uttanífrá. Tí hevur TB lítlan hóp, sum við sterkastu manning kann gera ein vørr, men sum við skaðum og leikbannum kann fáa tað trupult. Kappingin er long og krevjandi, og tí er brúk fyri rímiliga breiðum hópi fyri at standa seg væl. Onkur skifti í fjør – millum annað tá ið krevjandi steypadystir vóru á skránni – var trýst á hópinum hjá TB/FCS/Royn. Stinni málmaðurin í fjør, Milos Budakovic, er aftur í málinum í ár, og tað er gott fyri TB, at teir hava fingið hann at halda fram. Í verjuni og verjukenda miðvøllinum verða Teitur Olsen, Poul Ingason, Danjal Godtfred og Ndende Adama Guéye týdningarmiklir spælarar. Burtur eru spælarar sum Dennis Nielsen, Ibrahim Arifovic, Eirikur Ellendersen og Heri Kjærbo, ið allir spældu stóran leiklut á liðnum í fjør. Á miðvøllinum skulu John Villi Leo og nýggi serbin Veljko Vukovic fáa spælið at ganga, og afturat teimum verða spælarar, sum ikki spældu nakran stóran leiklut í fjør – yngri spælarar ella eldri spælarar, sum nú aftur taka eitt tak. 18 ára gamli Stefan Radosavljevic er størsti álopsprofilurin á liðnum. Hann kann røkja fleiri av teimum álopssinaðu plássunum á liðnum og skoraði í fjør fimm mál fyri TB/FCS/Royn. Nú fer enn meira at liggja á hansara herðum. Serbin Ivan Ivanovic er nýggjur álopssinnaður spælari. Hann kann spæla bæði spæla mitt fyri og í síðuni, og hansara uppgáva verður at hjálpa við málskjótingini. Spælarar, sum í ár kunnu fáa størri leiklut á liðnum, enn teir áður hava havt, eru Aron Sørensen, Petur Mortensen, Hávar Albinus, Nikolaj Johannesen, Regin í Lágabø, Páll Heri Nolsøe, Jens Erik Bruhn og Bartal Gram. Venjari er Zoran Pavlovic, sum áður hevur spælt við TB. Hann var í TB árini 1997 og 1998 – seinna árið var hann spælandi venjari. Hann skal saman við lokala hjálparvenjaranum Karl Øster royna at loysa krevjandi uppgávuna. MEISTARI (7) 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980, 1987 STEYPAVINNARI (5) 1956, 1958, 1960, 1961, 1977 GREIPUVINNARI (1) 1977 Í BESTU DEILDINI (61 ÁR) 1942-43, 1945-1988, 1990-1996, 1998, 2005, 2012-2013, 2015- EUROPA (0) Ongantíð TB STOVNAÐ 13. mai 1892 FORMAÐUR Henrik Thomsen 10 V I T T I P P A HÓPURIN Mál 13 Bárður Dimon 25 Milos Budakovic Verja 3 Danjal Godtfred 5 Ndende Adam Guéye 15 Teitur Olsen 17 Regin í Lágabø 21 Poul Ingason 22 Carl Mikkjal Bech Miðja 8 Veljko Vukovic 10 Stefan Radosavljevic 19 John Villi Vøldike Leo 6 Petur Mortensen 12 Nikolaj Johannesen 14 Páll Heri Nolsøe 16 Jens Erik Bruhn 19 Bartal Gram Álop 9 Ivan Ivanovic 11 Aron Sørensen 18 Hávar Albinus Venjari: Zoran Pavlovic Hjálparvenjari: Karl Øster Tilgongd Ndende Adama Gueye, Ivan Ivanovic, Veljko Vukovic Frágongd Dennis Nielsen, Búi Egilsson, Ibrahim Arifovic, Eirikur Ellendersen, Heri Kjærbo, Ari Poulsen, Pape Mamadou Faye, Jón Krosslá Poulsen