týsdagur 5. mars 2019síða 56
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
LYKLASPÆLARIN
Milos Budakovic
Málmaðurin Milos Budakovic var ímillum
týdningarmestu leikararnar hjá TB/
FCS/Royn í fjør. Serbiski málverjin vísti
seg sum ein hin stinnasti í Betrideildini,
og stórbjargingar hansara kunnu í ár
vera við til at vinna TB týðandi stig til
málsetningin um at yvirliva í deildini.
GJØGNUMBROTIÐ
Jens Erik Bruhn
Helst fáa nakrir ungir leikarar møguleikan á
TB-liðnum í ár, og ein teirra, ið kann fáa eitt
gjøgnumbrot, er 16 ára gamli Jens Erik Bruhn.
Hann er fyri tað mesta vongleikari, og hann
er eisini partur av føroyska U17-landsliðnum.
VENJARIN
Zoran Pavlovic
Zoran Pavlovic dámar best, at sítt lið er
á bóltinum og skapar dystir, men tað
kann gerast ein stór avbjóðing hjá honum
við TB, har teir í mongum dystum verða
undirmettir og óivað mugu stríðast
hart fyri hvørjum einasta stigi.
MÁLIÐ
Yvirliving
Tað einfalda málið hjá TB er at yvirliva
í deildini. Talan er um eitt nýtt lið, sum
skal fóta sær og mennast, og við tí
avmarkaða tilfeinginum, sum er í smala
hópinum, so ber ikki til at seta sær
hægri mál í løtuni. Megnar TB at yvirliva
í Betrideildini, er tað eitt frálíkt úrslit.
Hart arbeiði førir
til góð úrslit, og
góð úrslit føra til
sjálvsálit
ZORAN PAVLOVIC
PARTUR AV
HJARTANUM ER Á
TVØROYRI
- Mær dámar væl í Føroyum, og ein partur av mínum
hjarta er á Tvøroyri, sigur serbiski Zoran Pavlovic, sum við
hørðum arbeiði ætlar at TB skal yvirliva í Betrideildini
PÆTUR ALBINUS
Maðurin, sum er útnevndur at standa á
odda fyri TB, sum nú aftur er farið fyri seg
og skal standa á egnum beinum í bestu
deildini, er serbiski Zoran Pavlovic. 57 ára
gamli serbin, ið er pápi KÍ-verjuleikaran,
Deni Pavlovic, er ikki heilt ókendur her um
leiðir, tí í 1998 var hann nevniliga venjari hjá
júst TB, har hann nú altso aftur skal royna
seg.
– Tað er deiligt at koma aftur, sigur
Zoran.
– Tað fyrsta, ið eg varnaðist, var nýggja
leikvøllin, sigur hann víðari.
– Mær dámar væl í Føroyum, og ein
partur av mínum hjarta er á Tvøroyri.
Fólkini her eru ótrúliga fitt, og eg haldi tað
vera stuttligt, at øll ganga so høgt upp í
enskan fótbólt, sigur Zoran flennandi og
nevnir nøkur av fólkunum, ið hann minnist
frá 1998, og sum hann hevur hitt aftur nú.
Hann nevnir eitt nú Ronnie Midjord, Karl
Øster, Henrik Thomsen, Páll Nolsøe, Jóan
Petur Olgarsson og landsmannin Sasha
Radosavljevic.
Zoran Pavlovic sigur, at tað vóru nógvar
orsøkir til at hann valdi at siga ja takk til
tilboðið frá TB, og ein teirra er, at hann
kemur nærri at soni sínum í Klaksvík, Deni
Pavlovic.
Zoran eigur annars tveir synir. Eldri
bróðurin hjá Deni, hann eitur Luka, er eins
og pápin farin venjaraleiðina, og hann er í
løtuni venjari í ungdómsdeildini hjá Sturm
Graz í Eysturríki.
LIÐIÐ
Venjarin verður ikki einasta serbiska íkastið
í TB-hópin í ár. Milos Budakovic, sum var
málverji hjá TB/FCS/Royn í fjør, skal eisini
verja málið hjá TB í ár, og afturat honum
eru tveir aðrir serbiskir leikarar komnir.
Talan er um miðvallaran Veljko Vukovic og
áleyparan Ivan Ivanovic.
Umframt hetta er liðið sett saman
av lokalari megi úr oynni, og seinastu
mánaðirnar hava teir dýkt á við venjing
fimm ferðir um vikuna.
Vónin er, at verjuskansin og liðskiparin
hjá TB/FCS/Royn í fjør, Teitur Olsen, eisini
kemur upp aftur í fullar snúningar og gerst
partur av TB-liðnum í ár. Hann hevur ikki
verið við enn.
– Vit mangla ein til verjuketuna, sigur
Zoran Pavlovic, ið sigur seg vóna at Teitur
tekur gaggurnar fram aftur, tí hann veit, at
hjartað hjá honum er á Tvøroyri.
– Vit mangla eisini ein høgra bakk og ein
áleypara, men vit vóna, at alt tað er komið
í rættlag til kappingarbyrjan. Vit fyrireika
okkum so væl sum vit kunnu, sigur Zoran.
MÁLIÐ
Zoran sigur, at honum dámar best at spæla
undirhaldandi og álopskendan fótbólt.
– Mær dámar fótbólt við nógvum
álopum. Fótbóltur er list. Nógvir dystir nú
um dagar eru øgiliga taktiskir, men tað er
ikki altíð gott fyri menningina, tí fótbóltur
hevur brúk fyri kreativiteti fyri at menna
seg, heldur Zoran.
– Men eingin dystur er líka. Tað eru
allatíð ymiskir taktikkir frá ymiskum
venjarum til ymiskar dystir, og tað er tað,
sum eisini ger tað so spennandi, sigur hann.
Hann heldur, at føroyskur fótbóltur
hevur tikið seg nógv fram. Hann fylgdi við
dystunum hjá føroysku liðunum í Evropa
í fjør, og hann heldur, at liðini kláraðu seg
væl. Hann fegnast eisini um, at Føroyar,
síðani hann var her seinast, eru farnar at
útflyta nógvar spælarar, og at hetta eisini
sæst aftur á einum sterkum føroyskum
landsliði, sum nú spælir um at fáa stig
heldur enn at sleppa undan stórtapum.
Um málsetningin hjá TB í ár er Zoran
varin, men hann fær ikki tosað seg undan,
at málið er at yvirliva í deildini.
– Eg haldi, at tað má vera málið, sigur
hann.
– Eg eri altíð optimistiskur, men vit taka
tað fet fyri fet og dyst fyri dyst. Fyrst og
fremst skulu vit gera tað so gott vit kunnu
í venjing, og síðani í dysti. Vit skulu bara
arbeiða hart, og so skal tað nokk ganga.
Hart arbeiði førir til góð úrslit, og góð úrslit
føra til sjálvsálit. Tað er tað, sum vit skulu
hava, sigur Zoran Pavlovic.