Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM EB/STREYMUR 8 V I T T I P P A Nýggjur venjari skal spæla nýtt lið saman, eftir at fleiri av berandi kreftunum eru farnar burturav EB/Streymur vann ongantíð í seinastu 14 umførunum av Betrideildini í fjør. Eftir at EB/Streymur hálvan juni hevði vunnið 2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, spældu teir fýra ferðir javnt og taptu tíggju ferðir – eitt skifti seint í kappingini var liðið í niðurflytingarvanda. Í vetur eru onkrir av teimum royndu og týðandi spælarunum farnir burturav, og tí skal nýggi venjarin, Jákup Martin Joensen, menna nýtt lið, sum skal finna fótafestið aftur millum bestu liðini í landinum. Pætur Petersen, sum var álopsprofilur í fjør, er farin til HB at spæla, og Oddur Højgaard, sum var verjuálit, er farin til NSÍ. Teir royndu Hans Pauli Samuelsen og Marni Djurhuus eru givnir, og í løtuni fáa tveir aðrir royndir menn – Arnar Dam og Leif Niclasen – ikki spælt orsaka av skaðum. Spurningurin er framvegis, hvussu stóran leiklut álopsessið Arnbjørn Hansen kann átaka sær, tí hann rennir seg støðugt í skaðar. Tað var eisini bakkkast fyri hópin, at verjurisin Andras Olsen fekk álvarsaman knæskaða í venjingardysti og neyvan spælir aftur í ár. Kanska stinnasti spælarin hjá EB/ Streymi, liðformaðurin Rógvi E. Nielsen, er til reiðar at ganga undan eitt ár afturat, og Gestur Dam, Petur Zachariasen, Ragnar Danielsen, Rói Zachariasen og Jónstein Magnussen, sum allir høvdu stóran leiklut í fjør, eru eisini tøkir hjá nýggja venjaranum. Spælararnar, sum hava havt minni leiklut í hópinum, fáa helst størri ábyrgd í ár – tað kunnu vera spælarar sum Rói Olsen, Fríði Johansen, Tóki Johannesen, Jens Michael Jensen, Hans Joensen og Mikkjal Hellisá. Nakrir nýggir spælarar eru komnir í hópin, og líkt er til, at teir allir fáa stóran leiklut á liðnum. Miðverjin Árni G. Olsen er komin heim úr AB, vongspælararnir Magnus Jarnskor og Høgni Midjord og álopsspælarin Steffan Løkin royna seg nú í EB/Streymi, og Svein Knút Magnussen, sum hevur búð í Danmark, er komin heim at royna seg. Hesir hava ofta verið millum teir fyrstu ellivu í venjingardystum. Málmaður, verjuspælarar og sentralir miðvallarspælarar hava verið í felagnum undanfarin ár, og tí er avbjóðingin kanska serliga at fáa brodd í álopsspælið, eftir at spælarar sum Pætur Petersen og Hans Pauli Samuelsen eru burtur, og Leif Niclasen er skaddur. Í 2015 hendi eitt skifti í EB/Streymi. Tá fóru fleiri av stóru profilunum úr felagnum, og yngri spælarar fingu kjansin. Hetta fyrsta árið endaði tað við niðurflyting til næstbestu deildina. Í 2017 var EB/Streymur aftur í bestu deildini, og tvey bæði árini síðani hava teir verið nummar 7 og 8 í deildini. Høvuðsavbjóðingin tykist aftur í ár verða at varðveita plássið í deildini, og síðani at vita, hvussu langt liðið kann røkka á stigatalvuni. Jákup Martin Joensen hevur fyri fyrstu ferð ábyrgdina av liði í bestu deildini, men hann hevur venjararoyndir frá ungdómsliðum og liðum í lægri deild. Hann er farin íðin til arbeiðis, og venjingardystirnir hava víst, at EB/Streymur saktans kann fara at fáa góð úrslit. MEISTARI (2) 2008, 2012 STEYPAVINNARI (4) 2007, 2008, 2010, 2011 GREIPUVINNARI (1) 2008 Í BESTU DEILDINI (17 ÁR) 1994, 2001- Í EUROPA (7) 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013 EB/STREYMUR STOVNAÐ 23. januar 1993 FORMAÐUR Oddur Ejdesgaard 8 V I T T I P P A HÓPURIN Mál 1 Rói Zachariasen 12 Jákup Højgaard Verja 2 Høgni Hummeland 3 Árni G. Olsen 5 Mikkjal Hellisá 13 Ragnar Danielsen 17 Petur Zachariasen 24 Poul G. Olsen 26 Andras Olsen 28 Óli E. Magnussen Miðja 4 Hans Joensen 6 Gestur Dam 8 Rói H. Olsen 9 Tóki Johannesen 10 Jónstein Magnussen 11 Høgni Midjord 14 Rógvi E. Nielsen 15 Magnus Jarnskor 19 Arnar Dam 21 Fríði Kruse 25 Gutti Dahl-Olsen 27 Svein Knút Magnussen Álop 7 Jens Michael Jensen 16 Steffan Løkin 22 Arnbjørn Hansen 23 Leif Niclasen Venjari: Jákup Martin Joensen Hjálparvenjari: Tummas Erling Djurhuus Tilgongd Svein Knút Magnussen, Steffan Løkin, Magnus Jarnskor, Árni G. Olsen, Høgni Midjord Frágongd Pætur Petersen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Oddur Højgaard, Aksel Danielsen EB/STREYMUR SKAL FINNA FÓTAFESTIÐ