týsdagur 5. mars 2019síða 60
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
ÁRNI G. OLSEN
EG VIL VERA VIÐ AT
FLYTA EB/STREYM FRAM
- Vit ætla at flyta felagið fram aftur har, sum tað einaferð var, og
tað vil eg gjarna gera mín part til, sigur Árni Grunnveit Olsen
ANDRÉ OLSEN
EB/Streymur er eitt av liðunum í Betri-
deildini hjá monnum, sum hevur havt flest
broytingar gjøgnum veturin. Fyrst og
fremst er andlitið á síðulinjuni eitt annað,
enn tað var farna kappingarár. Jákup Martin
Joensen hevur loyst Heðin Askham av
sum høvuðsvenjara, og so hava fleiri ungir
ókendir leikarar loyst aðrar royndar leikarar
av, ið ávikavist eru farnir til onnur feløg ella
eru givnir at spæla fótbólt.
FRAM Á LEIÐ
Tað eru tó ikki bara nýggir ungir leikarar,
ið eru komnir til EB/Streym til hetta
kappingarárið. Felagið hevur eisini fingið
tilgongd av onkrum leikarum við nógvum
royndum. Ein av teimum er víkarmaðurin
Árni Grunnveit Olsen, sum í fjør spældi við
AB, men sum undan tí annars altíð hevur
umboðað barndómsfelagið EB/Streym.
Árni Grunnveit Olsen sigur, at orsøkin til
at hann nú velur at skifta heimaftur til EB/
Streym er tí, at hann ynskir at flyta felagið
fram aftur har, sum tað einaferð var.
– Eg valdi at skifta til AB undan farna
kappingarár, tí at eg undan tí altíð hevði
spælt við EB/Streymi og kendi á mær, at
eg hevði tørv á at royna okkurt annað. Vit
høvdu eitt tungt kappingarár, men tað fekk
ein góðan enda. Nú havi eg so valt at flyta
heimaftur til EB/Streym at spæla.
– Skal eg velja eina orsøk til at eg komi
heimaftur, er tað tí, at eg vil vera partur av
tí gongdini, sum EB/Streymur er farið í. Vit
ætla at flyta felagið fram aftur har, sum tað
einaferð var, og tað vil eg gjarna gera mín
part til, sigur Árni Grunnveit Olsen.
STØRSTA BROYTINGIN ER VENJARIN
Síðani Árni Grunnveit Olsen seinast
spældi við EB/Streymi – fyri tveimum
kappingarárum síðani - er nógv broytt
rundanum felagið. Felagið hevur skift
heimavøll frá Streymnesi til Eiðis, venjarin
er ein annar, og stór útskifting er framd í
hópinum.
Árni Grunnveit Olsen merkir ikki so væl
nógvu broytingar, og heldur, at størsta
broytingin sum er framd er, at nýggju
venjararnir hava broytt hugsunar- og
arbeiðslagið hjá leikarunum.
– Nógv vildu nokk trúð, at nógv er broytt
í EB/Streymi nú so nógvir leikarar eru
givnir, og vøllurin er fluttur til Eiðis. Men
eg haldi ikki at tað er so nógv broytt. Tað
eru tey somu andlitini eg síggi og práti við
uttanfyri vøllin, og tað eru so gott sum teir
somu leikararnir á liðnum sum vóru, tá eg
fór, hóast onkrar broytingar eru. Eg haldi
at einasta stóra broytingin er, at nýggju
venjararnir Jákup Martin og Tummas Erling
hava broytt hugsunarhátt og arbeiðslagið
hjá leikarunum, sum er øðrvísi enn seinast
eg var í felagnum, sigur Árni Grunnveit
Olsen.
VILJA NÆRKAST MIÐJUNI
Seinastu tvey kappingarárini er EB/
Streymur endað á ávikavist einum sjeynda
og einum áttanda plássi, og hóast pílarnir
eiga at peika niðureftir í Sundalagnum við
tí útskiftingini, sum er framd, heldur Árni
Grunnveit Olsen, at málsetningurin er at
nærkast miðjuni so nógv sum gjørligt.
– EB/Streymur endaði í fjør á einum
áttanda plássi, og meira enn helvtin av
teimum fyrstu 11 eru farnir úr felagnum,
so pílarnir eiga at peika beint niður eftir fyri
okkum. Men eg trúgvi fult og fast upp á
venjararnar og ta tilgongdina, sum felagið
hevur valt. Eg verði ikki bilsin, um vit enda á
einum 6. ella 7. plássi, og málið hjá okkum
er eisini at klára tað, sigur Árni Grunnveit
Olsen.
LYKLASPÆLARIN
Rógvi Egilstoft Nielsen
Rógvi Egilstoft Nielsen hevur sum oftast leiklut
sum sentralur miðvallari, har hann bæði fyllir nógv
í nærdystunum og er við í nógvum av tí skapandi
hjá EB/Streymi í álopspartinum. Hevur í ár uppaftur
størri ábyrgd enn fyrr, tí at fleiri av teimum royndu
leikarunum í EB/Streymi eru farnir úr hópinum.
GJØGNUMBROTIÐ
Svein Knút Vesturdal
Magnussen
Eitt óskrivað blað í føroyskum fótbólti, sum er
sonur til ein kendan fótbóltsspælara. Pápin Bergur
Magnussen var søguliga góður álopsleikari, og í ár
spælir sonurin á fyrsta sinni í føroyskum fótbólti.
Var fyri nøkrum árum síðani á lista hjá Sosialinum
yvir 10 ungar leikarar at halda eyga við og tykist
fáa stóran leiklut á liðnum hjá sundalagsmonnum.
VENJARIN
Jákup Martin Joensen
Roynir seg í ár á fyrsta sinni sum venjara í
bestu deildini hjá monnum. Hevur fingið góð
úrslit við bæði U18 liðnum og næstbesta
liðnum hjá B36 og tekur nú stigið upp í bestu
deildina. Er uppvaksin í EB/Streymi og kennir
tí helst felagið betur enn nakar annar.
MÁLIÐ
At nærkast miðjuni
Hóast útskiftingin í EB/Streymi hevur verið stór,
og ein í løtuni ikki kennir veruligu styrkina hjá EB/
Streymi, er málið í Sundalagnum at gera tað
betri enn farna kappingarár. Farna kappingarár
var skuffandi fyri EB/Streym tá felagið endaði
sum nummar átta, og sundalagsmenn ætla
sær heilt víst meira hetta kappingarárið.
Eg verði ikki
bilsin, um vit enda
á einum 6. ella 7.
plássi