týsdagur 5. mars 2019síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
FÓTBÓLTUR 2019
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Mál
1
Sverri Petersen
16 Heðin Stenberg
Verja
2
Beinir Henriksen
3
Leivur Holm Joensen
4
Hørður Tórsson
13 Jónas Stenberg
18 Jákup Pauli Breckmann
19 Sørin Samuelsen
25 Kristin Dahl Rasmussen
Miðja
5
Jógvan Jóannesarson
6
Eli Christiansson
8
Bárður Olsen
10 Bjarni Skála
12 Teitur Olsen
14 Mikkjal Hentze
15 Heri Mohr
17 Bartal S. Petersen
21 Rógvi Poulsen
23 Ragnar Skála
24 Gert Drangastein
26 Tóki Ramussen
Álop
7
Jobin Drangastein
9
Tóki á Lofti
11 Hans Jákup Annfinnson
20 Filip í Liða
22 Bjarki C. Nielsen
Venjari Sorin Anghel
Tilgongd
Heri Mohr, Eli Christiansson, Leivur H. Joensen
Frágongd
Árni G. Olsen
ARGJA BÓLTFELAG
Teir mundu endað kappingarárið 2018 sum
glaðastu menn í landinum. AB var á veg
niður í næstbestu deildina, tá ið kappingina
var við at enda, men í evstu løtu fall alt
rætta vegin, og AB yvirlivdi í dramatiskum
stíli.
AB vóru helst stórfavorittar til niður
flyting í fjør, men teir megnaðu við ídnum
avrikum og endaleysum treiskni at
varðveita plássið í bestu deildini. Ein partur
av hjálpini kom úr næstbestu deildini, har
B68 ikki megnaði at vera millum trý tey
fremstu liðini, og harvið flutti bara eitt lið
upp í bestu deildina.
Hóast tað var langt millum sigrarnar
– og stundum millum málini – í fjør, góvu
teir á AB liðnum ongantíð upp. Spælararnir
vóru raskir og góvu alt í hvørjum einasta
dysti, og stundum komu tapini eftir javnar
dystir, sum koppaðu skeiva vegin.
Skal AB standa seg betur í ár, má
málskjótingin betrast. AB skoraði 16 mál í
fjør, og tað var nógv tað lægsta av øllum
liðunum í deildini. Liðið, sum skoraði næs
tminst mál, skoraði 27 mál. Móti enda
num av kappingini vóru millum annað
Jobin Drangastein og Tóki á Lofti neyvir
frammanfyri málinum, og ábendingar hava
verið í venjingardystum um, at AB verður
naskari í álopsspælinum í ár.
Fáar útskiftingar eru í hópinum hjá AB.
Árni G. Olsen, sum kom úr EB/Streymi at
spæla við AB í fjør, er farin heimaftur til
EB/Streym at spæla. Avloysarin hjá honum
er Leivur Holm Joensen, sum áður hevur
spælt við AB, men sum seinastu fýra árini
hevur spælt við Giza Hoyvík.
Tveir aðrir nýggir spælarar eru at finna
á Argjum. Arbeiðssami Heri Mohr er komin
úr HB, og 20 ára gamli Eli Christiansson,
sum í fjør spældi við Giza Hoyvík, men sum
áður hevur spælt í B36, kann fara at vísa
seg sum góður styrkur til miðvøllin.
Heðin Stenberg, sum seinastu árini
hevur verið fastur málmaður hjá AB, er
til reiðar til nýtt kappingarár, og tað er
verjuálitið Søren Samuelsen eisini. Bakkar
verða vanliga Jónas Stenberg, Jákup Pauli
Breckmann og Beinir Henriksen, men aðrir
kunnu loysa av um neyðugt.
Á miðvøllinum er Bárður Olsen lykla
spælari. Hann fær spælið at ganga og
kann gera góðar avleveringar fram eftir
vøllinum. Ofta er tað hann, sum setir
vandamiklu álopini í gongd. Við síðuna av
sær hevur hann vanliga ein arbeiðssaman
miðvallara – í fjør ofta Mikkjal Hentze ella
Bjarni Skála.
Álopssinnaðu spælararnir eru Tóki
á Lofti, Bjarki Nielsen, Filip í Liða, Jobin
Drangastein, Bartal Petersen, Hans Jákup
Annfinnson og aðrir.
Afturat teimum standa ungir menn í kø
fyri at sleppa fram at. AB vann U21 kapp
ingina í fjør, og í venjingardystum í ár hava
fleiri av teimum ungu spælarunum víst góð
evni.
Sorin Anghel var í fjør fyri fyrstu ferð
høvuðsvenjari í bestu deildini, og hann stóð
royndina. Nú verður uppgávan hjá honum
at flyta AB rætta vegin, vaksa um stigatalið
og royna at taka eitt ella tvey pláss á stiga
talvuni.
MEISTARI (0) Ongantíð
STEYPAVINNARI (0) Ongantíð
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (9 ÁR) 2007, 2009-10, 2013-16, 2018-
Í EUROPA (0) Ongantíð
ARGJA BÓLTFELAG STOVNAÐ 15. AUGUST 1973 FORKVINNA Doris Rasmussen
7
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Eftir undursomu bjargingina í fjør ætla teir á
Argjum at standa sterkari á stigatalvuni í ár
AB VIL STYRKJA
STØÐUNA