Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 230 - 1. desember 2004 - Yvirskipaði politikk- urin má vera, at hitt almenna verjir trygdarnetið undir samfelagnum. Trygd- ina hjá hvørjum einasta individi. Í heilsumálum, al- mannamálum, undirvísingarmálum, mentanarmálum, ítróttarmálum, trúðarmálum o.s.fr. Fæið til eina sterka samfelagsskipan kann bara koma úr einum dynamiskum og frælsum vinnulívi, og tað fæst bara, um vinnulívið verður loyst frá almennum eigaraskapi skrivar Tórbjørn Jacobsen, vinnulívsmaður og løgtingsmaður í Tinghelluni í VINNU-síðunum VINNUSÍÐURNAR Tinghellan tórbjørn jacobsen Í stórthundrað ár hevur heimsmarknaðurin, harið úrdráttir úr fiski vera handlaðir, stjórnað støðin- um í føroysku vælferðini - og ikki øvut. Sum løg- maður segði tað so væl á Ólavsvøku: "At gongdin í búskapinum er so tætt knýtt at útboðnum av fiski og fiskavørum á heimsmarkn- aðinum, hevur við sær, at sveiggini í búskapinum kunnu verða sera knøpp og ógvislig í stutt áramál. Hetta er samstundis ein fyritreyt, sum búskapurin eigur at verða lagaður eftir." Útsøgnin er sonn, men rættiliga konservativ. Ein ábending um, at føroyingar hava vant seg við, og trívast í tankanum um, at teir ið keypa tilfeingisrentuna úr havdýpinum, í ævir allar skula hava ræðið á lívi og lagnu okkara. Føroyskur partapolitikkur og diversar samgongur hava ikki megn- að at buktað samfelagið burturúr hesum slagnum av tilvild. Kanska er hetta við tíðini bara vorðið eitt syndrom, sum vit eru sáttað við, ein fella, sum verður tung at royta seg úr aftur. Føroyar eru onki eindømi í so máta. Heimurin er so undarliga samanskrúvaður, at tað næstan er reglan heldur enn undantakið, at vælferðin í einum landi er í rongum lutfalli við poten- tialið av natúrgivnum til- feingi. Dømini eru mong. Í Latínameriku, í nú falna S ov j e t s a m v e l d i n u m , Afrika. Oljuframleiðara- londini eru eitt undantakið. Nýggja leiðslan í Kina ein onnur. Og grannarnir vest- anfyri, Ísland, eru við ein- um øgiligum offensivi, í holt við at demontera hesa somu fellu, sum teir eins og vit, vóru komnir sær í fyri bara fáum árum síðani. Spurningurin er so, um eitt framlop er møguligt úr hesi óhepnu støðu? Tað eru ivaleyst nógv boð uppá hendan spurningin, men eygleiða vit gongdina í heiminum annars, so eru tað oftast skeivir politiskir og búskaparligir bygnaðir, sum forða menningini og dynamikkinum, ið skal lokomotivera vælferðina upp á eitt nøktandi støði. Føroyskir politikkarar stýrdu vinnulívinum í ein mansaldur, og tað komu teir ikki serliga væl frá. Táið teir høvdu spælt fallit í so máta, bleiv trendurin, rákið, eitt annað. Nú skuldu teir skapa karmar ístaðin. Hetta gjørdist næstan eitt gandaorð, sum sjálvt velj- ararnir slerdu seg til tols við, og livdu við sum ein- um religiøsum mantra. Men tað hendi at kalla onki. Vit fingu eina fiski- dagaskipan ístaðin fyri eina kvotaskipan, annars hevur alt bara liva sítt egna lív í skeivum og tilvildarligum kørmun. Føroyskt vinnulív hevur síðani kreppuna virkað undir kørmunum, sum donsku kreditorarnir skip- aðu, sjálvandi fyri sjálvir at koma so væl og snikka- leysir burturúr lortinum sum møguligt. Kreditor- loysnir eru taktiskar og ikki strategiskar. Snúgva seg sjáldan um framtíðina hjá teimum sum farin eru rabundus. Og í okkara føri endaði tað við almennum eigaraskapi í vinnuni, sum kom í eitt slag av sjálv- svingi, og er endað í tí, sum alt meira er farið at líkjast norðurkoreanskum til- standum. Ein nationalstatur ella fyri alt tað ein heima- stýrisskipan, eru bara yvir- skipaðir juridiskir karmar um eitt samfelag, og eru á ongan hátt ætlaðir sum undirstøðukervið og dy- namiskt kraftsentur undir vinnulívinum, sum skal bera samfelagnum mater- iuna, ið er grundarlagið undir øllum øðrum sam- felagstættum. Hesin part- urin skal koma frá fólkin- um og kapitalinum. Og er hann lagdur í tvingsli inn til stats- ella heimastýrisskip- anina, so er alt umráðandi, at flyta hann útaftur har hann hoyrir heima. Sjálv- andi eftir skipaðum, trygg- um og gjøgnumskygdu mannagongdum. Politiski trupulleikin er, at vit ongan vinnupolitikk hava havt yvirhøvur, í hvussu er ikki síðani krepp- una. Finnbogi Arge setti nøkur sera áhugaverd orða- skifti á lunn, men síðani hendi onki. Vinnumála- ráðið gjørdist undir Djur- holm alt meira eitt trafikk- ministerium, og tað kunna tað vera fleiri orsakir til, sum eru óneyðugar at nevna, tí tær munna vera alkunnugar. Onkur tók til, at føroyskur vinnupoli- tikkur hevði fløkt seg so illa í mikrofonkáplunum hjá Sigmari og Helga, at hann kiptist í onkrum av studi- onum í Sortudýki fyri fleiri árum síðani. Helst er tað her, at hin fyrsta bygnað- arbroytingin skal henda. At Eidesgaard fer inn og rokerar av nýggjum, skipar eitt superministerium, sum bara varar av vinnupolitikk- inum, bæði á sjógvi og landi. Og síðani reinsar ráðið fyri alt annað hjá- putur og leggur avlopið afturat í øðrum ráðum. At lata umsitingarligu megina, í hesum meginráði, sita og hava tað til dagdvølju, at skriva notatir og upprit um smábagatellir, flytir ongi mørk. Her skal heilt annar lútur til, skal ráðið virka sum politiskur katalysa- torur hjá vinnuliga dyna- mikkinum og kraftini. Í Ukraina stríðast teir nú um hvørið skal vera land- sins forseti. Viktor ella Vik- tor. Janukovitj ella Jusjtjen- ko. Sum forsætismálaráð- harri hjá Kutjma setti hesin seinri ferð á búskaparligu endurreisingina av land- inum. Amboðini vóru pri- vatiseringar av statsmono- polunum í hesum gamla sovjetlýðveldi, almennar sparingar og ein munandi umlegging av landsins skattapolitikki. Samfelagið skalv í sínum grundvølli, fólkið fór út í gøturnar og Jusjtjenko noyddist at geva skarvin yvir í fyrstu atløgu. Legði frá sær og nú skal hægstirættur avgerða um hann verður forseti ella ikki. Men vinnu- og bú- skaparpolitikkurin, sum hann legði lunnarnar undir, og gav startskotið til, stendur ikki til at steðga. Táið trongu karmarnir fyrst eru sprongdir vendist ikki aftur. Tá hevur ein heilt onnur megi tikið hond um støðuna, sum politisk deyð- vekt ikki megnar at standa kurl tíansheldur at bremsa. Íslendingar hava verið rættiliga miðvísir í hesum eisini. At lata vinnuna og fíggjarheimin útaftur til marknaðin. Hetta hevur í teirra føri havt munandi vøkstur við sær, umframt eina skjóta gongd frá at vera eitt fiskivinnusam- felag burturav til í alt størri mun at gerast eitt ídn- aðarsamfelag, sum ikki er so viðkvæmt mótvegis fiskasølumarknaðinum. Ídag umboðar fiskivinnan bara 40% av exportinntøk- unum hjá grannunum vest- anfyri. Sambært framrokn- ingunum verður hetta talið komið niður á 27% í 2012. Tað er tungídnaðurin, fíggjar- og tænastuvinnan, ferðavinnan og íslendskir bankar í altjóða framsøkn, sum taka yvir. Og ístaðin fyri at greina støðuna í Íslandi og kanna eftir hvarið hetta tærið kemur frá, sita føroyingar bara og illneitast um, at íslendingar eru í holt við at uppkeypa hetta fastlæsta samfelagið. Fæstlæst á taparabreytini, tað verið seg stjórnarskip- anarliga og í búskapar- og vinnumálum. Nú kom aftur røringur í orðaskiftið um at avrigga donsku kreppuloysnirnar. At privatisera alment vinnulív. Ikki tí at Djur- holm er líka miðvísur sum Jusjtjenko. Her er tað meira hin totala tilvildin sum ræður. Eingin kós, hvørki mið ella mál. Orsøkin sigst vera hin einfalda, at Fram- taksgrunnurin er komin í knípu av einum almennum láni, sum skal gjaldast aftur í hesum árinum, og sum likviditeturin ikki røkkur til at innfría. Tað skal so vera orsøkin til, at nevndin ætl- aði at leggja Føroya Fiska- virking og Føroya Fiska- sølu saman í eitt felag, og ígjøgnum eina niðurkapi- talisering av Fiskasøluni skuldi megna at halda láns- treytirnar mótvegis lands- stýrinum. Brøkur kom í táið stjóri og nevndarfor- maður í Fiskasøluni løgdu sítt egna boð inn og søgdu seg sinnaðar at keypa fyri- tøkuna, sum teir stjórna. Onkur hevur likið. Fjøl- miðlarnir skjótast á eggini. Og tað sum stendir eftir tíð- indaflutningin er, at fiska- sølumenninir ætlaðu sær fyritøkuna fyri einar 45-50 milliónir. Einar 10-15 milliónir lakari enn skrá- setta eginognin. Manage- ment buy out er vanligt fyribrigdi, men máti skal vera við. Skattaborgarin spyr nú seg sjálvan, um hesir menninir virka til frama fyri aktionerin ella fyri seg sjálvar. Er tað seinra veruleikin, áttu teir at mist høvdið í stundini. Men tað hendi ikki. Spurningurin er um hetta ikki bara er tann vanligi og afturvendandi roykurin úr bakarínum hjá Fólkaflokk- inum. Ongin ivingur er um, at hetta var ætlanin fyri 2-3 árum síðani. Tjóðveldis- flokkurin steðgaði tí tá. Old og Eidesgaard hava longu verið frammi við sínum sjónarmiðum, og megna teir ikki at halda fast, so fær Javnaðarflokkurin ein gigantiskan trupulleika at dragast við. Hetta slagið av vina- og kenningapolitikki, eitt so óskipað og undir- minerandi run á landsins ognir má og skal ongantíð bera á mál. Spurningurin er bara um landsstýrismað- urin visti av hesum, um hann hevur spælt við í hesum leikinum og um hann er greiður yvir, at øll privatiserigsætlanin av almennum ognum kann hava fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Og harvið er skotin fleiri ár fram í tíðina, til óbótaligan skaða fyri hetta samfelagið. So segði hann, hvat verður tað næsta? Fara aðrir almennir stjórar nú at brúka sína tíð í almennum partafeløgum til at dubba seg til eitt líknandi slag av" ráni"? Fer Magni Arge nú at sita úti undir væðingini á hangarinum vesturi á flogvøllinum, í sjálvsøkni, og fyrireika eitt álop av sama slagi? Og hvat við Andrasi Róin, Hera Mørkøre, Hanusi Hansen, Meinhardi Jacobsen, Jørn Astrup Hansen, Bergi í Garði? You name them. Og hvar bleiv prospekt- politikkurin av. Onki skuldi kunna seljast fyrrenn eitt sokallað prospekt var til- evnað um fyritøkuna. Eitt prinsipp, sum haldast AFTUR Á KOLLISIÓNSKÓS ?