Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARI Bárður Olsen Royndi miðvallarin, sum var um reppið at fara úr felagnum í vetur, er lyklaspælarin hjá AB. Bárður Olsen hevur fyrst og fremst roynt meira í fótbóltshøpi, enn nærum alt AB liðið hevur tilsamans, og so er víkarmaðurin eisini týdningarmikil fyri spælið hjá AB, har hann hevur leiklut sum spælskipari. GJØGNUMBROTIÐ Eli Christiansson AB hevur í vetur fingið tilgongd av Eli Christiansson frá FC Hoyvík, sum ongar royndir hevur úr bestu deildini. Ungi leikarin hevur staðið seg væl fyri AB í uppstartinum og fellur væntandi beint inn í byrjunaruppstillingina hjá AB. Eli Christiansson er sentralur miðvallari, hevur gott spælskil og smæðist ikki við at fara í nærdystir. VENJARIN Sorin Anghel Sum spælari var hann millum teir drúgvastu í føroyskum fótbólti yvirhøvur, og í fjør stóð Sorin Anghel fyri fyrstu ferð við ábyrgdini sum høvuðsvenjari í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Hóast fyritreytirnar ikki vóru av tær bestu, fekk Sorin Anghel sum mest burturúr við AB liðnum, sum megnaði at yvirliva í deildini. MÁLIÐ At yvirliva AB megnaði í fjør akkurát at yvirliva í deildini, og málið í ár verður eisini at tryggja sær at yvirliva aftur. Í fjør kláraði AB at yvirliva við hjálp úr næstbestu deildini, og tað ætla argjamenn at sleppa undan í ár. Men málsetningurin undan kappingarbyrjanini er ikki settur hægri enn fyrst og fremst at yvirliva. Í ár ynskja vit ikki at gera tað líka trupult fyri okkum sjálvar sum í fjør BÁRÐUR OLSEN MÁLIÐ HJÁ AB ER ENN AT YVIRLIVA Bárður Olsen ætlar at tilveran í bestu deildini skal tryggjast uttan hjálp úr næstbestu deildini og áðrenn seinasta minuttin í seinasta umfarinum av kappingarárinum ANDRÉ OLSEN Hóast AB undan kappingarbyrjan í fjør var stórfavorittur at flyta niður úr Betri-deildini hjá monnum, megnaðu argjamenn tá samanumkom at gera spádómin hjá teimum flestu til skammar. Argjamenn tryggjaðu sær nýggja tilveru í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í seinastu minuttunum av seinasta umfarinum í fjør, tá AB vann 0-2 móti EB/Streymi á Eiði, og frøin var so stór millum argjafólk, at tað tóktist næstan sum um, at felagið hevði vunnið FM-heitið. BETRI SAMANSPÆLDIR OG ELDRI Í ár tykist tað sum um, at fólk uttanífrá hava størri trúgv til AB, enn tey høvdu undan farna kappingarár. AB hevur millum annað fingið fleiri góð úrslit í venjingardystunum. Bárður Olsen, ið er ein av lyklaleikarunum í AB sigur, at hóast venjingardystirnir hava gingið væl, er tað munur á venjingardystum og veruligum dystum. – Í fjør søgdu vit, at vit løgdu einki í, hvat onnur fólk hildu og søgdu um okkum, og soleiðis er tað framvegis. Men tað kann vera, at fólk trúgva meira uppá okkum nú enn í fjør út frá úrslitunum í venjingardystum. Tað er tó munur á venjingardystum og veruligum dystum, so tað kann veram at meiningin um okkum er ein heilt onnur, tá nøkur umfør eru spæld, sigur Bárður Olsen. – Tó eru vit heilt greitt betri saman­ spæld­ir í ár enn í fjør, leikararnir eru vorðnir eldri, og so er hópurin eisini eitt sindur størri. Vit hava fingið fýra nýggjar spælarar og hava bert mist ein, so vit eru bjartskygdir á Argjum, sigur Bárður Olsen. VIRÐIR FELAGIÐ Tað var annars upp á tal, at Bárður Olsen ikki skuldi halda fram í AB, og tað gingu eisini tríggjar-fýra vikur í januar mánað, har Bárður Olsen ikki vandi saman við liðfeløgunum í AB. Ósemjan snúði seg sum um onkur sáttmálaviðurskifti millum partar­nar, men tá Bárður Olsen verður spurdur um støðuna, ynskir hann við virðing fyri felagnum ikki at úttala seg um støðuna í vetur. – Fyri at vera heilt erligur, so ynski eg ikki at úttala meg um tað, sum hendi í vetur. Eg eri bara glaður fyri, at alt er komið í rætt­lag, og eg koyri á við fullari ferð. Tað er við virðing fyri felagnum og fólkinum rundanum felagið, at eg ikki ynski at úttala meg. Hevði støðan enda uppá ein øðrvísi máta, hevði eg kanska úttala meg, men eg ynski at halda tað fyri meg sjálvan, sigur Bárður Olsen. SKULU SKORA MEIRA Bárður Olsen sigur, at setningurin hjá AB er tann sami í ár sum í fjør. Tað ræður seg fyrst og fremst um at yvirliva. Men Bárður Olsen ynskir sær, at tilveran í ár verður tryggjað á ein meira sannførandi hátt, enn hon var farna kappingarár. – Málsetningurin frá í fjør er einki broyttur. Vit ynskja fyrst og fremst at yvirliva í deildini. Vit hava enn eitt ungt lið, og um vit klára at yvirliva í deildini nøkur ár á rað, fara vit sjálvsagt at seta okkum størri mál. Men beint nú er málið fremst at yvirliva, sigur hann. – Í ár ynskja vit tó ikki at gera tað líka trupult fyri okkum sjálvar sum í fjør, tá vit skuldu heilt út í evstu minuttirnar av seinasta umfarinum fyri at tryggja okkum tilveruna, og tað við hjálp úr næstbestu deildini afturat. Í ár er málsetningurin at klára tað í betri tíð, enn vit gjørdu farna kappingarár. Og eisini er ein annar málsetningur í ár, at vit skulu skjóta fleiri mál enn vit gjørdu farna kappingarár. Í fjør skutu vit bara 16 mál, og tey skuldu helst verið fleiri í ár, sigur Bárður Olsen.