Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Tað skinklaði ikki so lítið í Fuglafirði fyri einum ári síðani. Tá kendist møguleikin vera langt burtur fyri, at ÍF í 2019 aftur skuldi vera partur av bestu deildini. So eydnaðist tað Hegga Samuelsen og hansara monnum at fóta sær, og sekstan tey seinastu umførini var úrtøkan fimtan sigrar og ein javnleikur. ÍF vann næstbestu deildina sannførandi, og nú er sunnudagsfótbóltur aftur á skránni í Fuglafirði. Hegga Samuelsen er framvegis venjari, og Ólavur Larsen heldur fram sum hjálparvenjari. Nógvir spælarar, sum vóru við til at vinna uppflytingina, eru framvegis í Fuglafirði. Men talan hevur verið um fleiri skiftingar. Fimm spælarar eru givnir ella farnir í onnur feløg, og sjey spælarar eru lagstir aftrat. Tað ber við sær, at avbjóðingin er at samanspæla nýtt lið. Úrslitini í venjingardystunum hava ikki verið nakað at rópa hurrá fyri, men tað er ikki avgerandi. Tað snýr seg um at brynja spælararnar og liðið til at taka við stóru avbjóðingini, sum bíðar. Dagsskráin er greið. Hon er at varðveita plássið í fremstu røð. Tølini siga, at oftast flytur í hvussu so er annar uppflytarin niðuraftur. Í fjør var tað bara ÍF, sum flutti upp. Hóast talan er um nýggja avbjóðing, so hava nógvir av spælarunum royndir við at spæla í bestu deildini. Nú er takið at finna røttu javnvágina millum royndar og minni royndar spælarar og millum teir, sum altíð hava verið í felagnum og teir, sum eru uppaldir aðrastaðni, og sum royna seg í Fuglafirði í vón um, at tað skal eydnast at vinna pláss í fremstu røð. Í Fuglafirði hava tey ásannað, at tað er neyðugt at styrkja um arbeiðið millum børn og ung, um tað skal eydnast at finna nýggjar lokalar spælarar. Tað sæst so smátt aftur í, at ungir spælarar úr felagnum nú fáa møguleikan at royna seg. Tórði Traðará og Petur Meinhard Magnussen kappast um plássið millum stólparnar. Gunnar Christiansen, Dánjal Pauli Højgaard og Andy Olsen eru vongverjar. Poul Nolsøe Mikkelsen er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hann og bygdamaður hansara í Klaksvík, Dávid Langgaard, eru saman við veteraninum Fritleif í Lambanum miðverjar. Og so eru tað 18 ára gamli Gundur Ellingsgaard Petersen, sum hevur roynt seg í íslendskum fótbólti, og 18 ára gamli Pól Jákup Lundsbjerg, sum í fjør smakkaði til besta liðið. Á sentrala miðvøllinum eru Karl Løkin og Høgni Madsen aftur í Fuglafirði, har teir áður hava roynt seg. Framrættaði Holgar Durhuus og Henry Heinesen, sum bæði hevur verið sentralur og í høgra borði, eru nýggir í felagnum. Ari Ó. Ellingsgaard og Hanus Eliasen eru møguleikar í borðunum og sentralt, og so eru tað Arnold Kristiansen og Sámal Joensen, sum spældu nógv í fjør, og Sunnvar G. Hansen. Í fremstu røð er Jan Ó. Ellingsgaard, sum í fjør var toppskjútti í fyrstu deild, sjálvskrivaður. Dánjal á Lakjuni er komin fyri seg eftir skaða, sum darvaði honum nógv í fjør, og so eru tað Jóhan Petersen, sum átti góðan leiklut í fjør, og 17 ára gamli Tóri Nolsøe Olsen. MEISTARI (1) 1979 STEYPAVINNARI (0) Ongantíð GREIPUVINNARI (0) Ongantíð Í BESTU DEILDINI (34 ÁR) 1971-82, 1985, 1988-89, 1993-94, 1996-99, 2004-06, 2008-2017, 2019- Í EUROPA (3) 2011, 2013, 2014 ÍF STOVNAÐ 25. MARS 1946 FORMAÐUR Dan Petersen 9 V I T T I P P A HÓPURIN Mál 1 Tóri Traðará 23 Petur Meinhard Magnussen Verja 2 Gunnar Christiansen 3 Poul Nolsøe Mikkelsen 5 Dávid Langgaard 7 Fritleif í Lambanum 14 Gundur E. Petersen 15 Dánjal Pauli Højgaard 18 Pól J. Lundsbjerg 22 Andy Olsen Miðja 6 Høgni Madsen 9 Karl Løkin 10 Arnold Kristiansen 12 Ári Ó. Ellingsgaard 13 Henry Heinesen 16 Sunnvar G. Hansen 17 Sámal Joensen 19 Holgar Durhuus 24 Hanus Eliasen Álop 8 Dánjal á Lakjuni 11 Jan Ó. Ellingsgaard 20 Jóhan Petersen 21 Tóri N. Olsen Venjari Hegga Samuelsen Hjálparvenjari Ólavur Larsen Tilgongd Dávid Langgaard, Høgni Madsen, Karl Løkin, Henry Heinesen, Gundur E. Petersen, Holgar Durhuus, Petur Meinhard Magnussen Frágongd Frank Poulsen, Bogi R. Petersen, Dion Splidt, Hjartvard Hansen, Høgni Zachariassen Hóast talan er um nýggja avbjóðing, so hava nógvir av spælarunum royndir við at spæla í bestu deildini DAGSSKRÁIN ER GREIÐ Í FUGLAFIRÐI ÍTRÓTTARFELAG FUGLAFJARÐAR