Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARIN Poul Nolsøe Mikkelsen Gávuríki poul nolsøe mikkelsen hevur seinastu árini verið nógv darvaður av skaðum. Eftir slitið krossband er hann komin seg heilt, og nú verður hann við góða bóltførleikanum, kropsstyrkini og evnunum at lesa spælið roknaður at vera álit í miðverjuni. GJØGNUMBROTIÐ Gundur E. Petersen Átjan ára gamli gundur ellingsgaard petersen hevur roynt seg í íslandi. Hann hevur verið á unglingalandsliðum, men skaðar hava hildið honum burtur frá fótbólti. Nú er hann aftur í barndómsfelagnum íf, og tað er møguleiki fyri, at hann fer at vinna spælitíð á besta liðnum. Vinstrabeinti gundur hevur góðan góðan bóltførleika og gott spælskil. VENJARIN Jógvan Hendrik Samuelsen Eftir at hava verið venjari í vágum í seks ár, stóð hegga í fjør á odda, tá ið íf tryggjaði sær uppflyting í bestu deildina. Hann er nágreiniligur og miðvísur, hevur nógvar royndir við at venja yngru deildirnar og megnar at fáa nógv burturúr tilfarinum, sum hann hevur at arbeiða við. MÁLIÐ YVIRLIVING Íf er uppflytari, og málið er at vinna pláss í bestu deildini og harvið at sleppa undan beinanvegin at flyta niður aftur Hugburðurin og viljin kunnu røkka langt JAN ELLINGSGAARD VINSTRI BAKKUR ER NÚ TOPPSKORARI Jan Ó. Ellingsgaard og liðfelagar hansara í ÍF eru greiðir yvir, at tað ræður fyrst og fremst um at binda fyri í verjuni og so at dúva upp á mótálop JÓANNES HANSEN Tað er ikki á hvørjum degi, at vongverjin í vinstru verður fremsti maður í álopinum og toppskjútti. Soleiðis er tað í Fuglafirði. Jan Ó. Ellingsgaard var í nógv ár vongverji. Tá ið veteranarnir í miðverjuni, Bartal Eliasen og Høgni Zachariasen, góvust, varð vongverjin fluttur í miðverjuna, men har var hann í eini tvey ár, og í fjør varð hann fluttur fram í álopið. – Einfalda frágreiðingin er, at vit ongan upplagdan álopsspælara høvdu. Hegga Samuelsen var nýggjur venjari. Hann flutti meg fram, og tað gekk so hampuliga, men tá ið tað ikki riggaði so væl í verjuni, royndi hann at flyta meg aftur. Tað riggaði heldur ikki so væl. Tá ið vit høvdu tapt 6-1 á Toftum og 4-2 í Gundadali ímóti HB, varð eg fluttur fram aftur í álopið, og síðani taptu vit ongantíð, sigur Jan Ó. Ellingsgaard. 28 ára gamli Jan Ó. Ellingsgaard er ein av fýra veteranum á ÍF liðnum. 34 ára gamli Andy Olsen hevur spælt 410 dystir í fremstu røð, 32 ára gamli Fritleif í Lambanum hevur spælt 326 dystir, og 27 ára gamli Karl Løkin hevur spælt 240 dystir. Jan Ó. Ellingsgaard, sum burtursæð frá 2017, tá ið hann var í NSÍ, bara hevur umboðað barndómsfelagið, hevur spælt 246 dystir í bestu deildini. Hann royndi seg fyrstu ferð á besta ÍF liðnum í 2007. Tá endaði ÍF næstfremst í fyrstu deild og flutti upp. – Sum yngri var eg framrættaður spælari. Eg var vinstrabeintur, og tí var tað á vongverjanum í vinstru, har tað sjáldan er stór kapping um plássið, at eg sum sekstan ára gamal fekk møguleikan á besta liðnum. At tað gekk so væl í fjør, ber við sær, at tú verður roknaður at vera álit í framrættaða partinum? – Tað verður øðrvísi at spæla ímóti landsliðsspælarum og øðrum verjuspælarum, sum hava nógvar royndir í europeiskum fótbólti, enn at spæla ímóti næstbesta liðnum hjá Suðringum og Skála og ímóti Giza Hoyvík. Vit høvdu vónað, at tað fór at bera til at fáa ein álopsspælara aftrat, men nú skal eg fyri fyrstu ferð royna álopspláss í bestu deildini, sigur Jan Ó. Ellingsgaard. Fyri stuttum varð Holgar Durhuus partur av ÍF leguni. Hann er ætlaður at vera næstfremsti maður. ØÐRVÍSI SKIPAN Í fjør skoraði ÍF 91 mál, og 39 mál fóru ígjøgnum. – Vit eru fullgreiðir um, og vit eru mintir á tað í venjingardystunum, at tað verður heilt øðrvísi, nú vit aftur eru í bestu deildini. Soleiðis var tað eisini, tá ið vit eftir uppflyting í 2007 royndu okkum í bestu deildini. Í 2008 endaðu vit á sjeynda plássi við 31 stigum og málmuninum 32-46. Um tað hevði eydnast at vunnið sjeynda plássið í ár, so høvdu vit verið heilt væl nøgdir – eisini um vit enda á áttanda plássi, sigur Jan Ó. Ellingsgaard, og hann heldur fram: – Nú er setningurin at syrgja fyri væl skipaðari verju, har vit allir eru við. Álopsparturin verður neyvan við nógvum spælarum langt frammi á vøllinum. Arbeiðssami og málsøkni Dánjal á Lakjuni hevur verið nógv skaðadarvaður. Nú er hann komin fyri seg aftur. Henry Heinesen var ætlaður at vera miðverji. Hann hevur royndir í fleiri plássum, og higartil hevur hann eisini verið vongverji í høgru, framrættaður í høgru og sentralur miðvallari. Felags fyri Dánjal Paula Højgaard og Fritleif í Lambanum er, at tað er ikki so langt síðani, at teir fóru at venja. – Hóast teir ikki rættiliga eru í dystarvenjing enn, so eru teir týdningarmiklir fyri hópin. Hvat verður avgerandi fyri, hvussu tit fara at klára tykkum? – Hugburðurin og viljin kunnu røkka langt. Tað eru vit ofta mint á. Allir dystir eru týdningarmiklir, men lykladystirnir vera ímóti TB, EB/Streymi og AB, sum eg rokni við, at vit fara at kappast við. Í fyrsta umfari vera vit partur av grannauppgerð í Sarpugerði. So bíða AB á útivølli og TB á heimavølli. Kappingin er long, og einki verður avgjørt fyrr enn í oktober. Men eftir trý umfør fara vit kanska at hava hóming av, hvørjar vánirnar fara at vera, sigur fyrrverandi vinstri vongverjin, sum nú er størsti álopstrumfurin hjá ÍF.