Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-05, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2019síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 FÓTBÓLTUR 2019 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Betrideildin hjá monnum verður avbrotin fýra ferðir, tí landsliðið skal spæla EM-dystir Føroyska manslandsliðið í fótbólti spælir 10 landsdystir í 2019. Allir dystirnir eru í EM undankappingini, har Føroyar eru í bólki saman við Malta, Rumenia, Svøríki, Noreg og Spania. Teir 10 dystirnir verða spældir í fimm dupult umførum frá mars til november. Tá ið tvey umfør eru spæld í Betrideildini verður fyrsti landsliðssteðgurin. Tá spæla Føroyar útidystir ímóti Malta og Rumenia. Annar landsliðssteðgurin verður í juni, tá ið Føroyar fáa vitjan av Spania og Noregi. Fyrst í september spæla Føroyar dystir ímóti Svøríki á heimavølli og Spania á útivølli. Seinasti landsliðssteðgurin í Betrideildini verður miðskeiðis í oktober, tá ið Føroyar hava heimadystir ímóti Rumenia og Malta. Tá ið kappingin er liðug, verða seinastu dystirnir í hesi undankappingini spældir. Teir verða á útivølli í november ímóti norðurlendsku grannunum Noreg og Svøríki. Spælarar í Betrideildini spæla eisini við U21 landsliðnum, sum hevur fimm landsdystir á skránni í ár. Fyrsti dysturin verður í juni mánaði, tá ið Føroyar spæla á heimavølli ímóti Kasakstan. Í oktober er dupult umfar, og tað verða útidystir ímóti Montenegro og Makedonia. Hálvan oktober spæla Føroyar á útivølli í Ísrael, og miðskeiðis í november spæla Føroyar heima ímóti Makedonia. Lars Olsen skal nú taka ársins fyrsta landslið út, og tá fæst at síggja, um hann sum væntað ætlar at arbeiða við stórt sama hópi sum í fjør, ella um nøkur størri broyting verður. Føroyar í EM undankapping 2019 23. mars Malta-Føroyar 26. mars Rumenia-Føroyar 7. juni Føroyar-Spania 10. juni Føroyar-Noreg 5. september Føroyar-Svøríki 8. september Spania-Føroyar 12. oktober Føroyar-Rumenia 15. oktober Føroyar-Malta 15. november Noreg-Føroyar 18. november Svøríki-Føroyar FØROYAR SPÆLA 10 LANDS­DYSTIR Í ÁR