hósdagur 7. mars 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Skal onkur fáa vald, so má annar missa
vald. Fáa kvinnur vald, missa menn vald.
So einfaldur er spurningur um javn
støðu. Ikki bara í Føroyum, men í allari
verðini. So leingi fólk hava verið til, hava
menn hildið seg eiga at hava størri vald
enn kvinnur. Tað halda nógvir menn
enn – løgið nokk nógvar kvinnur við.
Tað eru nógvir menn sum halda, at
kvinnur skulu ikki spæla fótbólt. Tær
eru ikki skaptar til tað. Tær spilla spælið.
Vit hava eisini prestar, menn sjálv
andi, sum nógv hava respekt fyri, sum
ikki hava ta respekt fyri kvinnum, at tær
kunnu vera prestar.
Tað var ein løgmaður, sum segði, at
hann fór ikki at krevja menn heim av
Flemish Cap at passa børn. Tað var
grundgeving fyri, at hann ikki tók undir
við at pápar fáa tillutað part av barns
burðarfarloyvinum.
Víst eru uppgávur, har menn eru
kropsliga betri egnaðir enn kvinnur. Og
tað eru eisini størv, har kvinnu menn
iskjansliga eru betri egnaðar enn menn.
Tað passar eisini, at kvinnur halda seg
nógv meira aftur enn menn, tá tær verða
bidnar til ein álitispost ella bidnar um at
siga nakað í einum fjølmiðli. Vit fjøl
miðlafólk kenna tað, at kvinnur altíð
skulu hugsa seg um fyrst. Tað nýtast
menn ikki. Teir hugsa kanska aftaná,
ella kanska hugsa teir slett ikki. Teir tosa
bara.
Alt stríðið snýr seg í botn og grund
um vald. Hvør er tað, sum skal sleppa at
taka avgerðirnar? Kvinnur hugsa kanska
øðrvísi enn menn. Kanska tær eru varn
ari enn menn. Kanska tær ikki gera so
nógvar skandalur sum menn.
Tað átti ikki at verið ein spurningur
um politiska hugsjón, um tú heldur, at
kvinnan skal hava sama virði sum ein
maður. Tað átti at verið púra nátúrligt.
Um menn eru bangnir fyri at lata vald
til kvinnur, so býr okkurt dult undir. So
er nógv betur, at teir menninir missa
valdið. Samfelagið fer sjálvandi at virka
nógv betur, um øll, kvinnur og menn,
kunnu ráða og sleppa framat á jøvnum
føti.
Tí er 8. mars ein fínur dagur at venda
hesum spurningum – og:
– At sparka nakrar menn í skinna
beinið.
– Og at sparka nakrar kvinnur nógv
longur fram á pall.
Javnstøða – ein spurningur um vald
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
8. MARS 2019
Tað er nú greitt, at tað verður Alpha Pilot,
sum nú fer at røkja ferðafólkasambandið
út í Hest – og tað fer hann at gera burtur
av.
Strandferðslan hevur keypt bátin til
endamálið. Tað var mikudagin, at Strand
ferðslan skrivaði undir keypssáttmálan.
Alpha Pilot er keyptur til at sigla á
Hestleiðini og byrjar
siglingina beinanveg
in, hann er gjørdur
klárur.
Men tó so fer
Teistin framvegis
sigla út í Hest við
farmi.
Alpha Pilot skal
røkja Hestleiðina
HER ER HESTBÁTURIN
Les eisini blaðið
á telefonini
Lóg er lóg men lóg
skal valdast
Óli Jacobsen
kjak síða 23
Ólavur bíðaði á
Sjómansheiminum
eftir deyðanum
Siðsøga síða 24-25
Nú er bilurin,
sum
løgreglan
skuldi havt beint
burtur av Skála
trøð 15. desember
í fjør, umsíðir
fluttur.
Tað var her í
blaðnum miku
dagin,
at
vit
skrivaðu um bil
in, sum hevur
staðið
uttan
nummarspjøldur
ólógliga parker
aður á almenna
parkeringsplássinum á Skálatrøð í
Havn í fleiri mánaðir.
Tann 13. desember í fjør klistr
aði løgreglan ein lepa á bilin, har
tað stóð, at um eigarin ikki flutti
bilin innan 48 tímar, so fór løg
reglan at gera tað fyri eigarans
rokning. Freistin gekk út 15. des
ember 2018 klokkan 00:05.
Men einki hendi, og tá bilurin
hevði staðið soleiðis til almenna
skoðan í 82 dagar við hesi hótt
anini, sum øll, ið gingið hava
framvið bilinum hava sæð, skriv
aðu vit ein stubba um tað í blað
num mikudagin.
Vit vita tó ikki, um tað er eig
arin ella løgreglan, sum eru
raknað við. Men í morgun fór
ein lastbilur hjá sløkkiliðnum í
Havn avstað við bilinum.
48 tímar blivu 81 dagar
Strandferðslan hevur keypt »Alpha Pilot« úr Klaksvík
at røkja leiðina millum Hest og Gomlurætt
Hesin hevur bíðað eftir
løgregluni í 80 dagar
»Verður akfarið
ikki flutt innan
48 tímar, flytur
pol iti ið akfarið
fyri eig ar ans
rokn ing«
Soleiðis skrivaði løgreglan
á ein reyðan lepa, sum varð
klistr aður á ein bil á al menna
park ings plássinum á Skála
trøð hin 13. desember í fjør.
Um løgreglan hevði hild ið
orð, so varð bilurin flutt ur av
almenna
park erings pláss i
num 15. desember í 2018
Men tað var bilurin ikki.
Og hann stendur har enn.
Tað vil siga, at hesin bil
ur in hevur staðið ólógliga
park er að ur í 82 dagar, eftir at
løg regl an klistraði hóttanina
á bil in.
Nú er blekkið regnað av
hótt an ar lepanum, so eig ar in
veit kanska ikki, nær løg regl
an kemur eftir bilinum.
Spurningurin er so, um
løgreglan hevur slept mál i
num, um talan bara var um
eina leysa hóttan, ella um
bíð itíðin hjá løgregluni eftir
flutn ings hjálp
ikki
hevur
fremstu raðfesting hjá onkr
um veitara.
Í øllum førum hevur hesin
bil urin, sum ikki eigur at
standa á Skálatrøð, órógvað
onrk an annan, sum kundi
stað ið har, í í minsta lagi í 82
dagar.
Hóast politiið hevur hótt við at flyta bilin 15. desember í fjør, so
stendur hesin bilurin enn ólógliga parkeraður á Skálatrøð í Havn
á
m
N
SÍ