Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019 SOSIALURIN 28 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Hoyrt í sjónvarpinum: Í fjør hava 18.392 fólk goldið ov nógv í skatti í fjør, og nú fáa tey sostatt pengar aftur frá Taks. 19.715 fólk hava goldið akkurát tann skattin, tey skulu Havnarmaðurin Súni Christiansen var við í donsku sendingini Løvens Hule mikukvøldið. Hann satsaði uppá eina íløgu í hansara tól, sum kann framleiða kaffi í bilinum Nýggi flokkurin Framtakið mótmælti fyri triðju ferð uppá stutta tíð, at flokkurin ikki slapp at luttaka á pallborðsfundi Hvalbingar vilja hava komandi hvalbiartunnilin fluttan, tí hann liggur og høgt, og har er ógvuliga stormhart. Heðin Mortensen, samferðslu­ mála­ráðharri, er sinnaður at taka atlit til ynskið hjá hvalbingum Fleiri politikarar í donskum býráðnum umhugsa nú at innføra kynsóheft ferðsluljós Løgtingið hevur samtykt, at SEV skal skiljast sundur í tvey. Bert ein tinglimur atvkøddi ímóti Kvinnudagur MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Leygarkvøldið verða 13 virðislønir latnar til Faroese Music Awards 13 KVINNUDAGUR K42 Árligur dagur tá ið kvinnupolitiskir spurningar og rættindi hjá kvinnum eru til umrøðu, altjóða kvinnudagurin 8. mars gevur okkum høvi at varpa ljós á kvinnupolitiskar spurningar Hesa vikuna hevur nógv ljós verið varpað á kvinnurættindi- og viðurskifti í sambandi við kvinnudagurin 8. mars. Pallborðsfundur var í Havn um abort, og í Fuglafirði varð skipað fyri kvinnukjaki. Á kvinnudegnum var stórur Femifagnaður í Havn við evninum “Kyn”. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR “Um man drekkur í loyndum, verður man tá loyndarfullur?” Um smartphone eitur snildfon á føroyskum, eitur smartwatch so snildur? Jesper Buch, vinnulívsmaður: “Tað burdi verið krav fyri allar danir at farið til Føroyar í minsta lagi eina ferð í sínum lívi. Tí tað er simpulthen tað villasta staðið. Halt kjaft ikki, har er vakurt” Lot til andøvsgul, norðan, 3 – 8 m/s, sum um náttina veksur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 8 til 15 m/s, sunnan. Sólglottar, men okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 hitastig.   Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um 3 stig, um náttina millum -5 og 2 stig. Andøvsgul upp í ein strúkur av eystri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Út á dagin klárar tað í, kanska sól. Hitin um 4 hitastig, um náttina millum -3 og 3 stig. 3-8 m/s 2-7 m/s Nógv verður í hesum tíðum tosað um ferðavinnu og at vit eiga at duga at fáa eitt sindur meira burturúr. Tað er sjálvandi rætt, men vit eiga heldur ikki at gloyma, at Føroyar eru eitt ferðaland, sum fær stóra umtalu kring allan heim. Umtalan ger at fólk vitja hendan vegin: mong teirra eru fólk, sum brúka stóran part av tíðini at ferðast kring heimin og tey hava nú eisini fingið eyguni á Føroyar. Hoyra dagliga um ferðafólk, sum koma higar, bert fyri at royna matstovurnar og sum vilja sleppa at síggja okkara serligu náttúru. Seinast hoyrdi eg um ein amerikanara, sum arbeiðir í Miðeystri. Hann kom higar í fjør og ætlaði sær at fara í tey fýra heimshornini í Føroyum. Tað eydnaðist næstan. Hann lænti sær súklu frá Rent a Bike. Umstøðurnar gjørdu at hann ikki slapp í vestara partin av landinum. Maðurin var kortini so uppsettur uppá at sleppa hagar, at nú mitt í vetur kom hann aftur og fór bæði til Mykinesar og súklaði til Gásadals. Ája! Nú er tað vorðið ljósari og longu síggjast fleiri útlendingar kring landið. Visit Faroe Islands hevur gjørt eitt megnararbediði fyri at fáa fólk at koma higar. Nú skulu myndugleikarnir so skipa ein politikk, sum greitt sigur, hvussu vit taka okkum av teimum mongu vitjandi. Hvørjar reglur eru galdandi og hvar er loyvt at fara og hvat skal gjaldast fyri tað. Vit vita, hvussu tað hevur gingist í Íslandi, so tað er ongin orsøk til at vit gera somu mistøkini, sum grannarnir fyri vestan hava gjørt. Ája! Havi nevnt tað her fyrr, men eg haldi tað er so gott og stuttligt at hoyra, at fiskur aftur fæst undir Føroyum. Gjøgnum mong ár hava vit hoyrt um tað sum næstan kann kallast fiskaloysi, men nú vísir tað seg, at fiskur fæst so at siga allastaðni. At fiskur fæst á landgrunninum hevur á onkran hátt eina serliga ávirkan á føroyska samfelagið. Eitt gott hulag merkist, kanska serliga í útróðrarbygnunum, men tað smittar. Vit hava livað av fiski og seyði í øldir, so tá ið tað gongur gott í teimum vinnunum, so merkja vit tað øll. Ája! Fekk at vita nú eindagin, at nú eru bert eini tveir mánaðir, til liðugt er at bora tunnilin millum Skálafjørðin og Hvítanes. Veður spennandi at síggja, tá ið vit um eitt ár fara at koyra tann vegin í staðin fyri norðureftir í Streymoynna og yvirum brúnna Við Streymin. Tað fer helst at broyta ferðslumynstrið í landinum avgerandi. Hvussu nógv kunnu vit bert gita um. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Nú verða fyrstu ferðsluljósini sett upp til súkklur. Hetta verður á Marknagilsvegnum í sambandi við Glasir 8-13 m/s