mánadagur 11. mars 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EIVIND WEYHE
KJAK SÍÐA 7
Bygdar
navnið
Skála
botnur
ALMFINN JACOBSEN
KJAK SÍÐA 7
Í morgin fara føroysk tingfólk at
viðgera heimsins bestu pensjón.
Ella í øllum førum eina av heimsins
bestu pensjónum. Onkur er kanska
errin av, at Løgtingið í 1993 og í 1999
samtykti heimsins bestu pensjón.
Eina pensjón, ið loyvir fólki at fara
upp á pensjón, tá tey eru 60 ára
gomul. Ein pensjón, sum eftir 8 ár
um í starvi kundi geva tær eina lívs
langa pensjónsveiting væl oman
fyri eina verkamannaløn. Og eina
pensjóns, sum í ringasta føri kravdi,
at tú skuldi vera 16 ár í starvi fyri at
fáa lívslanga pensjón.
Hetta ljóðar alt fantastiskt. Ser
liga um tað var galdandi fyri øll.
Men tað var tað ikki. Fantastiska
pensjónin sum tingfólk – væl at
merkja úr øllum flokkum – hava
skapt, var bar til tey sjálvi. Til ting
fólk og til landsstýrisfólk. Tað hava
tey sjálvi avgjørt.
Sambært áliti, sum er gjørt fyri
formansskapin á tingi, so eru rokn
ingin sum bíðar skattgjaldarunum
at betala pensjónina hjá politikar
um, sum enn ikki eru pensjónerað
ir, upp á 276 milliónir krónur.
Høvdu politikararnir verið líka
gávumildir við vanliga føroyska
fólkapensjónistin, so hevði tað slett
ikki borið til.
Orsøkin er sára einfald. Føroyar
høvdu farið á húsagang við brestin!
Um sama pensjón lá og bíðaði
vanliga føroyinginum (um vit
bara rokna teir 27.458 skattgjald
ararnar við), sum tann, ið bíðar
politkarunum, so var talan um
183.968.600.000 kr. Hetta talið er so
stórt, at tað er ringt at lesa. Men
siga vit tað upp á ein annan máta,
so hevði rokningin verið upp á slak
ar 184 milliardir krónur!
Tað svarar til blokkstuðul úr
Danmark í 292 ár! Politikararnir
høvdu aldrin í verðini unt føroyska
fólkinum slíka pensjón. Men sær
sjálvum – tað er einki problem.
Hetta er so langt út, at tað er
ringt at skilja. At Løgtingið í krepp
uárinum 1993 kann finna upp á at
geva sær sjálvum slíkar sersømdir.
Men enn verri, at fólkini, sum um
aldarskifitð ætlaðu at slíta Føroy
ar úr ríkisfelagsskapinum, fyrstu
vildu tryggja sær sín egna aldur
dóm við at fleirifalda sína egnu løn
og pensjón, tað er undrunarvert.
Tað verður sera áhugavert at
frætta, hvørja støðu flokkarnir
hava til uppskotið frá løgtingsfor
manninum um at taka av hesa pen
sjónina fyri framtíðar tingfólk.
Tað er sjálvandi ikki galdandi
fyri tingfólkini, sum sita í dag. Tí
tey »verja vunnin rættindi« og
kundu ikki funnið upp á at offra
nakað fyri samfelagið.
Bestu pensjónina hevur løg
tingsformaðurin sjálvur, sum kann
vænta sær 39.094,67 krónur um
mánaðin í pensjón, tá hann fyllir
60, og restina av lívinum...
HEIMSINS BESTA PENSJÓN
V. U. Hammershaimb –
vendir sær í grøvini
Um øll fingu sum tingfólk
kostaði tað higartil 184 mia. kr.
Nú eru yvir 10
kilometrar sprongdir
av Eysturoyartunlinum
Nú
manglar
bara
at
spreingja 1.225 metrar, so er
opið allan vegin gjøgnum
Eysturoyartunnilin. Í síðstu
viku
sprongdi
toymið
139 metrar í alt. Nú eru
sprongdir í alt 10.025 metrar
av 11.250 tilsamans.
Longsti teinurin, sum
eftir er at spreingja, er
undir Tangafirði. Av Hvít
anesi sprongdu teir 58
metrar í síðstu viku og frá
rundkoyringini og suður
eftir sprongdu teir 29 metr
ar.
Tilsamans
eru
6.584
metrar
sprongdir.
4.779
metrar eru sprongdir frá
Streymoyarlandinum
og
1.805 metrar frá rundkoyr
ingini.
Teinurin av Hvítanesi
og til rundkoyringina bleiv
mettur at vera 7.500 metrar,
áðrenn arbeiði byrjaði, so
her manglar beint undir
ein kilometur at spreingja.
Nú arbeiði er farið í gongd,
er longdin blivin eitt sindur
longri.
Móti Rókini sprongdur
teir 52 metrar í síðstu viku.
Har eru sprongdir tilsam
ans 1.816 metrar. Frá Rókini
til
rundkoyringina
skal
tunnilin vera 2.200 metrar,
so har resta smáir 400
metrar í.
Bara 1.225 metrar
eftir undir Tangafirði
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Marjus
Dam
fyrrverandi
løgtingslimur fyri
Sambandsflokkin
25. marts 2019 eru 200 ár síð
an stóri málfrøðingurin og
presturin var borin í heim á
Løgmansgarðinum á Steig í
Sandavági.
Tjóðveldisflokkurin
og
Javnaðarflokkurin royna nú
av øllum alvi at skerja tímar
nar í føroyskum, okkara móð
urmáli.
Eg undrist stórliga. Nú
200 ára føðingardagurin hjá
Hammershaimb er um nakrar
dagar, munnu mong halda, at
ein skerjing av undirvísing
í føroyskum ikki er rætta
føðingardagsgávan til Hamm
ershaimb, tíansheldur til før
oyska fólkið og allarminst til
børnini. Tað er neyðugt at
vit verja okkara móðurmál.
Tað er neyðugt at tað verður
styrkt.
Tað eigur Løgtingið at
gera. Hóast Tjóðveldi vil
skerja føroyskt undirvísing
ina.
At føroyska málið sum so
mangt annað skal oftast á
loysingaraltarinum er at fara
ov langt.
Um Kaj Leo kom fram við
slíkum uppskoti fyri 4 árum
síðani rokni eg við at bæði
Tjóðveldi og KVF grótu og illa
lótu um hetta snigálop á móð
urmálið. Men nú er merkiliga
kvirt. Tað tykist undarligt.
Syrgilig tøgn, nú Tjóðveldi
fremur eitt stórálop á okkara
kæra móðurmál. Sum vanligt,
so listrar Javnaðarflokkurin
harraboð frá Tjóðveldinum
og førir knívin í hesum máli.
Latið okkum menna móð
urmálið, nú V. U. Hammers
haimb verður 200 ár.
Tað hevði verið meira
passandi.
Fyrrverandi tingmaður Sambandsfloksins talar at Tjóðveld
inum og Javnaðarflokkinum fyri ikki at virða móðurmálið. 25.
mars verða 200 ár liðin, síðan V. U. Hammershaimb varð føddur
Bygdar
navnið
Skála
fjørður