Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ársaðalfundur í P/F BankNordik 2019 Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin hósdagin hin 21. mars 2019 kl. 17.00 í høvuðssæti bankans á Oknarvegi 5 í Tórshavn. 1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í 2018 2. Framløga av ársfrágreiðingini fyri 2018 til góðkenningar, undir hesum ársroknskapur við grannskoðaraátekning 3. Uppskot um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapi fyri 2018 4. Val av nevnd a. Nevndin mælir til val av seks aðalfundarvaldum nevndarlimum b. Val av nevndarlimum 5. Val av grannskoðara / grannskoðarum 6. Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 og uppskot nevndarinnar um viðtøkubroytingar Uppskot um: a. Fráfall av quorum-kravinum sambært § 9.2. í viðtøkum bankans b. Lækking av partapeningi bankans sambært § 4.1. í viðtøkunum 7. Uppskot nevndarinnar um endurnýggjan og leinging av verandi heimild til keyp av egnum partabrøvum 8. Uppskot nevndarinnar um nevndarsamsýningar fyri 2019 9. Ymiskt Viðv. punkti 1 Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í 2018 Nevndin mælir til, at aðalfundurin tekur frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í 2018 til eftirtektar. Viðv. punkti 2 Framløga av ársfrágreiðingini fyri 2018 til góðkenningar, undir hesum ársroknskapur við grannskoðaraátekning Nevndin mælir til, at aðalfundurin góðkennir ársfrágreiðing bankans fyri 2018, undir hesum ársroknskapin við grannskoðaraátekning [Annual Report 2018]. Viðv. punkti 3 Uppskot um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapi fyri 2018 Ársúrslitið hjá BankNordik er 262,1 mió. kr. Nevndin mælir til hesa nýtslu av avlopinum sambært góðkenda ársroknskapinum fyri 2018: Útgoldnar sum vinningsbýti verða 7 kr. fyri hvørt partabræv á nominelt 20 kr., svarandi til í alt kr. 70.000.000 ella 26,7 % av ársúrslitinum. Fluttar verða 192,1 mió. kr. til “Overført overskud”. Víst verður annars til ársfrágreiðingina fyri 2018 á síðu 41. Viðv. punkti 4 Val av nevnd a. Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina nevnd við 4-6 limum, sum skal sita til næsta ársaðalfund. Á innkallingardegnum til ársaðalfundin eru 6 valevni uppstillað til nevnd bankans. Nevndin mælir til val av 6 aðalfundarvaldum nevndarlimum. b. Stine Bosse, Barbara P. Vang, Kim Jacobsen, Jógvan Jespersen og John Henrik Holm hava boðað frá, at tey taka við afturvali til nevnd bankans. Nevndin mælir herumframt til val af Gunnari Nielsen til nevnd bankans. Nevndin mælir sostatt til afturval av Stine Bosse, Barbaru P. Vang, Kim Jacobsen, Jógvani Jespersen, og John Henrik Holm, og til val av Gunnari Nielsen til nevnd bankans. Viðvíkjandi fleiri upplýsingum um valevnisuppskot nevndarinnar, undir hesum førleikar og onnur leiðslustørv, verður víst til heima- síðu bankans www.banknordik.fo Viðv. punkti 5 Val av grannskoðara / grannskoðarum Nevndin mælir til afturval av Januar, løggilt grannskoðanarvirki P/F, og afturval av PricewaterhouseCoopers Statsautoriseret Revisionspartner- selskab sum uttanhýsis grannskoðarar bankans. Viðv. punkti 6 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 og uppskot nevndarinnar um viðtøkubroytingar a. Fráfall av quorum-kravinum sambært § 9.2. í viðtøkum bankans. Fíggingargrunnurin frá 1992 skjýtur upp, at vikið verður frá kravi- num um viðtøkuføri sambært grein 9.2 í viðtøkum bankans í sam- bandi við, at ársaðalfundurin viðger uppskot nevndarinnar 6b. b. Lækking av partapeningi bankans sambært § 4.1. í viðtøkunum. Nevndin skjýtur upp at lækka partapening bankans við 8.000.000 kr. frá nominelt 200.000.000 kr. til nominelt 192.000.000 kr. við at strika ein part av bankans ogn av egnum partabrøvum. Kapitallækkingin er løgfrøðiliga at meta sum ein útlutan til par- taeigararnar, við tað at upphæddin, sum partapeningurin verður niðurskrivaður við, er útgoldin til partaeigarar bankans sum gjald fyri partabrøv, sum bankin hevur keypt. Verður uppskotið samtykt, verður ognarlutur bankans av egnum partabrøvum lækkaður við 400.000 partabrøvum á 20 kr. Hesi partabrøv eru keypt undir skip- aða afturkeypinum, sum BankNordik hevur framt í tíðarskeiðunum frá 30. mai 2016 til 30. desember 2016, frá 27. februar 2018 til 31. mai 2018 og frá 6. august 2018 til 28. februar 2019, fyri eina samlaða upphædd á 39.604.828 kr. Umframt nominellu kapitallækkingina eru sostatt 31.604.828 kr. útgoldnar til partaeigararnar sambært § 188, stk. 1, nr. 2 í Løgtingslóg um parta- og smápartafeløg. Kapitallæk- kingin verður framd til kurs 117,19 [rundað] svarandi til miðalkursin fyri afturkeyptu partabrøvini, og verður sostatt framd til yvirkurs. Í hesum sambandi verður mælt til, at § 4.1. í viðtøkum bankans verður soljóðandi við virknaði frá fremjanini av kapitallækkingini: Partapeningur bankans er 192 milliónir krónur, býttur sundur í par- tabrøv upp á 20 krónur. Viðv. punkti 7 Uppskot nevndarinnar um endurnýggjan og leinging av verandi heimild til keyp av egnum partabrøvum Nevndin mælir til, at aðalfundurin leingir verandi heimild til nevnd bank- ans at keypa egin partabrøv, soleiðis at nevndin í tíðarskeiðnum fram til 1. mars 2024 - í einum ella fleiri umførum – kann lata bankan keypa egin partabrøv – til ognar ella pant – svarandi til 10 % av partapeningi bankans á heimildardegnum. Tó soleiðis, at bankans innistøða av egnum partabrøvum ikki má vera hægri enn 10 % af partapeningi bankans. Í sambandi við keyp av egnum partabrøvum, má prísurin ikki víkja meira enn 10 % frá keypskursinum fyri partabrøv bankans, sum er skrásettur á Nasdaq Copenhagen í útveganarløtuni. Fundarskrá