Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vága kommuna ernast nú aftur Eitt av fremstu málunum hjá Vága kommunu er at útvega nøktandi tal av grundstykkjum Vilmund Jacobsen Vága kommuna, sum er fimtstørsta kommuna í Føroyum, er nú komin við kunningarskrivi fyri farna ár, og sagt verður, at við árslok vóru beint oman fyri tvey túsund fólk í kommununi. - Vit kunnu við gleði staðfesta, at eftir rakár – sum fylgja av búskap­ar­ kreppum – stendur komm­ u­nan nú aftur í vøkstri. Sagt verður, at sam­ stundis, sum Vága komm­ una spakuliga ernast, verða fleiri upp­gáv­ur, ið áður vóru hjá land­inum, lagdar út til komm­un­ urnar. Hesum uppgávum vil kommunan lofta og fyri at skipa arbeiðið enn betur, hevur býráðið eitt nú gjørt av at seta komm­unustjóra í starv. Í Vága kommunu vísa tey á, at yvirskipaðu mál­ ini hjá sitandi býráði, eru 1) at útvega nøktandi tal av grundstykkjum í komm­ununi, 2) at styrkja og menna eldraøkið, 3) at bøta og betra um skúla­ viðurskiftini, 4) at hampa og rudda bygdirnar í komm­ununi og 5) at gera verk­ætlanir, sum eru í gongd, lidnar. Í kunningarskrivinum verður víst á, at útstykk­ ingarnar við Olivarsveg og Dagmarsgøtu í Mið­ vági eru lidnar, og grund­ stykkini verða nú seld. - Arbeitt verður við at útvega fleiri grundstykki við Stóraklett í Sanda­ vági. Haraftrat er ráðgev­ ingarfyritøka biðin um at gera uppskot til nýggja útstykking sunn­ an­vert Fossá. Býráðið í Vága komm­ unu hevur eisini sam­ skifti við Bústaðir um bygg­ing av íbúðum í komm­ununi, og í løtuni verð­ur planerað til fimm íbúðir við Steigarbrekku í Sandavági. - Ætlanin er, at Bú­ stað­ir eisini skulu byggja heiman fyri Skaldaveg í Miðvági, og her verða eis­ ini nøkur grundstykki gjørd byggibúgvin. Lagt verður aftrat, at á Heiðatrøðni er ein verk­ ætl­an við nýggjari út­ stykk­ing ávegis. Í síðstu viku vórðu sprongdir tilsamans 139 metrar í Eysturoyartunlinum, og soleiðis eru nú bert 1225 metrar eftir at bora og spreingja. Fleiri par­trolarar koma inn at landa Hesa vikuna verður bæði trol-og garnafiskur á marknaðinum Vilmund Jacobsen Fríggjadagin vóru øll par­trolarapør til fiski­ skap, og væntandi er, at tey flestu koma inn at landa hesa vikuna. - Fiskiskapurin eftir upsa roynist ikki best í løt­uni, men skipini fáa eis­ini nakað av toski og longu. Á Fiskamarknaði Før­ oya vistu tey fríggjadagin at siga, at tveir djúp­ vatns­trolarar koma inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni. - Tveir fiska upsa, ein ger yvirlitskanningar norð­an fyri, og ein fiskar sting­laks og annan djúp­ havs­fisk. Allir teir smáu trol­bát­ arnir vóru til fiskiskap í endanum av síðstu viku uttan hin eini. - Nakrir fiska tosk og hýsu, og nakrir royna eft­ir havtasku. Væntandi er, at allir trolbátarnir koma inn at landa hesa vik­una. Eitt garnaskip fiskar svart­kalva, og eitt fiskar hav­tasku. Hesi bæði skip­ini koma eisini inn at landa í vikuni. - Garnafiskiskapurin er brúkiligur í løtuni, verður lagt aftrat. Søkjast kann um stuðul til ávís átøk Vilmund Jacobsen Fram til 10. apríl ber til at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og verkætlanir í Runa­ víkar kommunu. Kommunan setir á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul, og stuðulin verður útlutaður um várið og um heystið. Søkt verður við ser­ ligum oyðublaði, sum kann takast niður um heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu – www.runavik.fo - Freistin at verða við í fyrru útlutingini í ár er hin 10. apríl 2019. Tá skal oyðublaðið saman við frágreiðing og fíggjarætlan latast kommununi. Tá freistin er farin, viðger mentanarnevndin í kommununi innkomnu umsóknirnar og letur stuðul, siga tey í Runavíkar kommunu. Ein reglugerð er fyri mentanarstuðulin, sum kommunan letur, og eisini henda kann lesast um heimasíðu kommunurnar. Her stendur eitt nú, at stuðulin er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og verkætl­ an­um í Runavíkar komm­unu. Fæið, sum á vári í 2019 er á 100.000 krónur, verður latið sambært ávísum ásetingum. - Mentanarnevndin játtar stuðulin eft­ir tilmæli frá mentan­ ar­deildini, og tiltøk ella verkætlanirnar, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjøl­broytt og helst við nýhugsan á ment­anarøkinum í víðari merking. Lagt verður aftrat, at tiltøk, framførslur, framsýningar og annað skulu verða í Runavíkar kommunu í hesum árinum. Tó kunnu tey eisini verða á øðrum staði, um mett verður, at tey varpa ljós á Runavíkar kommunu, verður eitt nú sagt um treytirnar fyri, at Runavíkar kommuna letur mentanarstuðul. Tavan í Leirvík og Sandoy Seafood í Skopun hava gjørt avtalu um, at Tavan keypir toska­rogn frá útróðrar­ monnum í Sand­ oynni, nú vertíð er, og útróðrar­bátar fáa nógvan fisk. Eyðdis Hartmann Niclasen er borgarstjóri í Vága kommunu