týsdagur 12. mars 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Hans Eli Dahl
farin
Mikudagin
bórust
deyðs
boðini av Hans Eli Dahl, fyrr
verandi lærara í Havn.
Hans Eli var sonur Edith
og Paula Dahl. Hon úr Vest
manna og hann úr Havn.
Hans Eli var giftur við
Birnu, f. Jensen úr Froðba,
og tey vórðu vígd í Tvøroyar
kirkju 28. januar 1967.
Sum
Theodor
Olsen,
prestur, nevndi í gravtaluni,
so hevði Hans Eli verið sjúk
ur nú í eina tíð, og hann var
klárur at fara um sýnina,
sum hann sjálvur tók til.
Birna og Hans Eli áttu
fýra børn, 12 abbabørn og
eitt langabbabarn á veg.
Hans Eli varð føddur 28.
februar 1944 í Havn.
Yngri bróðir Hans Eli,
Kristjan, sum var stjóri á
Sosialinum, andaðist einans
fimmti ára gamal í 1998. Í
heiminum hjá teimum vaks
eisini Heri Hansen upp, og
systrarnar eru Katrin Dahl
Jakobsen og Gisley Dahl
Bonde.
Hans Eli tók realskúla
prógv í Havn, arbeiddi nøkur
ár sum goymslumaður og
annað fyrifallandi arbeiði, til
hann fór á Føroya Lærara
skúla, har hann tók prógv í
1967. Umframt starv sum
lærari í Sørvági og í Havn
virkaði
hann
eisini
sum
talulærari, og var eisini stjóri
á Sernámsdeplinum.
Hans Eli var kendur sum
ein vitugur, men lítillátin
maður. Bókligur, men eisini
handaligur, bygdi hús, og
dugdi at fáast við motorar.
Hann gjørdi ikki nógvan
háva burtur úr sær sjálvum,
hóast hann ongantíð krógv
aði, hvat hann helt um sam
felagsviðurskifti og hvørju
megin miðjuna hann stóð
partapolitiskt.
Og tó at tað ikki var nógv,
sum kundi øsa henda still
føra mannin, so dámdi hon
um lítíð, tá bygdafólk ikki
hildu havnarfólk duga at fá
ast við bát og jørð.
Bátin dámdi honum væl
at rokast við, og væl dámdi
honum at hoyra friðsæla
motorljóðið á bátinum, sum
fylgið eisini steðgaði á við, tá
gingið varð út á kirkjugarðin
sunnudagin.
Hans Eli var familjukærur,
og honum dámdi væl at
savna familjuna, og saman
vóru tey nógvar túrar í før
oysku náttúruni.
Friður veri við minnum
um Hans Eli Dahl.
Minningarorð um abba
okkara, Janus úr Dímun
Fyri einum ári síðan, 19 apríl
í fjør, andaðist Janus úr Dím
un, 94 ára gamal.
Hann varð føddur 4 apríl
1924. Foreldrini vóru Óla Ják
up og Hansina, bóndahjúnini
í Dímun. Óla Jákup var
bóndasonur úr Dímun, og
Hansina dóttur Filippus og
Olivu Joensen í Skúgvi. Jan
us var fyrsta barnið hjá
teimum báðum, og sum van
ligt var tá í Dímun, so fór
mamman til Skúvoyar at
eiga, tí har var jarðarmóður
og tryggari umstøður, um
okkurt skuldi blivi áfatt.
Hetta mundi ganga væl, og
ein lítil dímuningur legðist
afturat í oynna, tíðliga hetta
várið.
Gleðin hjá foreldrunum
bleiv stutt, tí sama summarið
hann var føddur, doyði pápin
av vanlukku í samband við
ræning av lomvigareggum,
her í oynni. Hansina giftist
uppaftur
við
Óla
Jákup
Johannesen, á Toft í Dali, og
fingu tey fýra børn saman.
Tey systkjini øll vuksu upp í
Dímun, og sum tilkomin
fluttu tey av oynni og fingu
sínar lívsleiðir. Men Janus, ið
var elstur, var verðandi í
Dímun, og festi oynna, tá
Hansina lat garðin víðari.
Janus kom sum ungur
maður at kenna eina gentu í
Sandvík, og aftaná nøkur ár
við fríggjaraferðum millum
Dímun og Suðuroy, flutti
Kinna, omma okkara, niðan
til Dímunar. Hon var dóttir
Niels og Elisabeth Mørk í
Sandvík. Og við hennara
lætta og frískliga hugburði til
dagin og lívið, kom ein nýggj
tíð til oynna eisini. Tey gift
ust í 1950 og fingu tvey børn,
Óluvu og Óla Jákup.
Á einum stað sum í Dímun
var tá, eins og altíð, nógv at
fáast við; bæði oyggjin, garð
urin og familjan skuldi pass
ast, og hesi árini frá fyrst í
fimmtiárunum og eini 25 ár
fram, vóru umframt onnur,
systkin hjá bæði Janusi og
Kinnu, við til at dríva garðin
og alt virksemi í oynni,
summi búgvandi her í nøkur
ár við familju, og onnur ferð
andi millum fastlandi og
oynna.
Í 70´num vóru nøkur ár
har alt bleiv sløkt og lukka
niður um veturin. Janus og
Kinna, sum til tíðir tá vóru
tveyeinið her uppi, fóru av
oynni tá slakt og alt tíðlíkt
var av, og komu so út aftur til
várið.
Dímun er ringt brimpláss,
og kundi um veturin lættliga
ganga ein og tveir mánaðir
uttan nakað bátasamband,
sum postbáturin í Skúgvi
annars var raskur at røkja, tá
lendandi var. Hettar vóru
kargar umstøður , og ein
skribentur sum var í Dímun
tá einaferð, at skriva eina
grein, hevur í yvirskriftini
”Verdens
ensommeste
Ø”,
kanska ikki verið langt av
leið.
Seinni í 70´num kom son
urin Óla Jákup aftur í oynna
at búgva, og saman við
Sunnivu, yngstu dóttir Líggj
as og Evu Sørensen, bæði
ættaði av Kirkju, fór unga
parið at reka garðin og alt
virksemi í oynni, saman við
Janus og Kinnu. Skipanin við
at fara av oynni um veturin,
bleiv tó tann sama líka fram
til 1985, tá tyrlurnar komu at
røkja ferðasambandi við fleiri
av útoyggjunum. Tá broytt
ust umstøðurnar rættiliga
nógv her í oynni; við álítandi
rutu alt árið til fastlandi, var
oyggin ikki so ”ensom” um
veturin, og dímuningar fóru
aftur at búgva alt árið í oynni.
Fyrst í hesi øld vóru bæði
Janus og Kinna blivin eldri
fólk, og tey fluttu av oynni. Í
teirra stað komu yngri kreftir
til. Abbi plagdi at siga, at
Dímun var fyri ungt fólk, og
at man eldist skjótt her uppi;
hann meinti nokk við, at
arbeiði kundi vera krevjandi
og slitsamt. Javnan vóru tey
aftur her og vitjaðu, og tað
var sum yngdust tey uppaft
ur teir dagarnir. Janusi dámdi
til tað síðsta væl at vera við í
øllum arbeiði á garðinum, um
tað var í haga ella við hús.
Hansara partur lá ongantíð
eftir, og tó at likamið natúr
ligani viknaði tey seinasti ár
ini, so var hugurin sum hjá
einum unglinga.
Seinastu árini var Janus
einkjumaður.
Aftaná
at
Kinna var farin, mundi hon
um troyttast av døgum, men
helt tó á við lívinum, tó sakn
urin mundi vera harður. Men
hann dugdi eisini at finna
gleði í tí dagliga; langabba
børnini gleddist hann um,
hann var góður við tey, og
dámdi væl at vera um tey.
Eisini túrar heimaftur til
Dímun, og annars at ganga
inn til familjuna at vitja.
Hjá okkum børnunum var
tað einastandandi, í okkara
uppvøkstri, at hava bæði eina
ommu og abba her í Dímun.
Á hvør sín hátt dugdi tey væl
at vera um okkum, sum nú
einaferð bara ommur og abb
ar kunna. Abba dámdi væl at
hava okkum við í hagan, tá
okkurt fylgið skuldi røktast,
til bakka at fleyga lunda, ella
annað gerandis arbeiði. Hann
kundi til tíðir tykjast strang
ur, og kanska harður av sær,
men nú man sjálvur er til
komin, er skilligt at hetta
hevur verið fyri, at vit børn
eisini skuldi fata álvaran í øll
um hesum, sum er gerandis
dagurin í oynni her.
Og so hvørt sum vit børn
ini mentust, bleiv tað, sum
fyrr bara var spæl og stutt
leiki, eisini til tað at man
hjálpti til og gjørdi mun, í
dagliga arbeiðnum. Her dugdi
abbi at vegleiða, sjálvt um
hann ikki var tann mest tolni
av natúr. Og við sínum hátti
at fortelja um gamlar siðir,
vanar og virðir, fekk hann
eisini samantvinna søguna
og mentanina á staðnum,
uppí tað dagliga. Tað er eitt
framíhjá fyri okkum eftir
komarar.
Janus úr Dímun er farin,
og eftir hann standa varðar,
bæði verkligir og andaligir, ið
boða frá einum virknum og
langum lívið. Ein kapittul av
Dímunarsøgu er at enda, men
framhald er og tað er gott.
Ása, Janus, Kinna og Eva