Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sunda kommuna stendur í vøkstri og tað, sum ikki minst gleðir borgar­stjóran, Heðin Zachariasen, er, at tað eru fleiri ungar og virknar familjur, sum hava valt at seta búgv í kommununi. - Hetta eru bæði fólk við ættarbondum ymisk­ um bygdum kring um í kommununi, men eisini onnur, sum eru beinleiðis til­flytarar. Sunda kommuna hevur ongantíð verið so fólka­rík, sum hon er í dag. Tað er stutt síðan, at tey kundu heiðra borgara nummar 1800, og beint nú er fólkatalið 1810. - Tá Sunda kommuna gjørd­ist veruleiki hin 1. januar í 2005, vóru vit 1550 fólk í samanløgdu kommununi, og í dag eru vit umleið 260 fleiri. So, vit kunnu ikki siga annað enn, at gongdin hesi árini hevur verið sera positiv, sigur Heðin Zachariasen. Góðir dagstovnar Men, hvør er so orsøkin til henda vøkstur? - Í fyrsta lagi hava vit lagt dent á at hava grund­ stykki tøk í øllum bygd­ um í kommununi, og hetta hava vit stórt sæð megnað fram til dagin í dag. Dentur hevur eisini verið lagdur á at skapa trivnað, arbeiðslív og frí­tíðar­lív, soleiðis at borgar­arnir hava nakað at brúka sína frítíð til. Borgarstjórin vísir á, at í Sunda kommunu eru eisini tríggir lutfalsliga nýggir dagstovnar í ávikavist Hósvík, Hval­ vík og á Oyrarbakka. Har­ aftrat eru Margáir eisini partur av dagstovninum við Kráir í Hvalvík. Dagstovnagjald Í Sunda kommunu er barna­ansing heilt frá teim­um smæstu til og við frítíðarskúla upp til og við 3. flokk. - Ein liður í hesum er eisini at gera tað møguligt hjá tilflytarum, sum kanska ikki hava abbar og ommur í økinum, at virka og liva sum øll hini í kom­mununi. Samstundis kemur henda tænasta eisini øllum øðrum for­ eldrum, sum hava børn í barnagarði og frí­tíðar­ skúla, til góðar. Heðin Zachariasen fegnast eisini um, at tað hevur eydnast kom­ mununi at hava eitt lutfalsliga lágt dag­ stovnagjald, har foreldur ongan­tíð koma at gjalda meira enn góðar 3000 krón­ur fyri børnini á stovni – líka mikið um børnini eru trý, fýra ella fimm í tali. Ungdómshús og tilhald Í Sunda kommunu er eisini ungdómshús, sum er opið tveir dagar um vikuna, og her er tilhald fyri eldri, sum eisini er opið tveir dagar um viku­na. - Her eru frí­tíðar­ aktivitetir og frí­tíðar­ undir­vísing sum partur av kvøldskúlanum. Vit hava fimleikarhøll, og vit hava ókeypis svimj­ing fyri borgarar í kommununi, bæði í skúla­tíðini og alment fyri okkara borgarar, sigur Heðin Zachariasen, sum leggur aftrat, at svimji­hylurin eisini kann leigast eftir avtalu. Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen Felagsskúlin er grundvøllurin FAMILJUR VILJA BÚGVA Í SUNDA KOMMUNU Skúlin er grundvøllurin hjá øllum, og tað er skúlin, sum er við til at mynda lívið hjá øllum borgarum frameftir. - Fólk vilja hava, at børnini ganga í einum góðum skúla, har tey trívast og fáa góða upp­ læring. Við einum stór­ um felagsskúla verða umstøðurnar betri – eisini at taka sær av næmingum við serligum tørvi. Áhug­in hjá lærarum í ein­um stórum skúla verður størri, og her sleppa lærarafólkini at undir­vísa í sínum egnu læru­greinum. Heðin Zachariasen, borgar­stjóri í Sunda kom­munu, leggur dent á, at allur peningurin, sum kommunan nú brúk­ar upp á skúla og ítrótt­ arhøll, er pen­ing­urin, sum verður brúkt til øll í kommununi. - Hetta er soleiðis bæði ein nútíðar-og framtíðar íløga til okkum øll, sigur borgar­stjórin. Aðrastaðni í tema­ blað­num um Sunda kommunu gera vit meira burtur úr skúla-og hallarbyggingini á Oyrar­ bakka. Tá Sunda kommuna gjørdist veruleiki hin 1. januar í 2005, búðu 1550 fólk í kommununi, men síðan henda dag er fólkatalið vaksið við umleið 260 SUNDA KOMMUNA - Vit leggja stóran dent á at skapa trivnað, arbeiðslív og frítíðarlív, soleiðis at borgararnir hava nakað at brúka sína frítíð til, sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen