týsdagur 12. mars 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUNDA KOMMUNA
STÓRU ÍLØGURNAR ALS
EINKI ÓÐAMANNAVERK
Tá Skúlin við Streymin, ítróttarhøllin og
nýggja felagshúsið við Margáir standa
liðug, fer Sunda kommuna at skylda
umleið 85 prosent av einari álíkning, og
tað heldur borgarstjórin vera ógvuliga
flott og als einki óðamannaverk
Vilmund Jacobsen
Byggingin av Skúlanum við
Streymin gongur væl, og sjálv
ur skúlin stendur nú innilok
aður, eins og arbeitt verður
inni í skúlabygninginum.
Nú verður farið í holt við
ítróttarhøllina, sum eisini skal
standa
innilokað
tíðliga
í
summar.
Tíðarætlanin, sum byggi
harrin hevur, sigur, at verk
ætlanin skal standa liðug hin 1.
januar í 2020 – ella um minni
enn eitt ár. Men, í vetur hava
verið nakrir dagar, har veður
og vindur hava tarnað ar
beiðnum.
Nýggja tíðarætlanin, sum
partarnir eru samdir um, sigur,
at øll verkætlanin stendur lið
ug í apríl í 2020, og tá skulu
bæði skúli, ítróttarhøll og alt
økið rundan um verða liðugt.
Skúlaársbyrjan 2020
Bæði skúli og ítróttarhøll fara
soleiðis at standa liðug til
skúlaársbyrjan í 2020.
Sosialurin var ein túr á
byggiplássinum
seinasta
fríggjadag, og tá hugt verður
niðan yvir økið, sæst, at her
eru líka sum sitipláss úr be
tongi undir opnum himli.
Hetta sær kanska eitt sind
ur løgið út, áðrenn høllin er
komin upp, men hetta eru alt
sitipláss, sum verða inni í sjálv
ari ítróttarhøllini, tá hon er
innilokað.
Smogurnar við sitiplássini,
sum enn eisini eru uttandura,
eru inngongdir til umklæðing
ar-og brúsurúmini, sum eru
partur av verkætlanini.
Alt hetta verður undir taki,
tá høllin er komin upp, men
hetta merkir eisini, at ein ávís
ur partur av innanduraar
beiðnum longu er gjørt.
Einki óðamannaverk
Nýggi Skúlin við Streymin fer
við ítróttarhøll at kosta umleið
100 miljónir krónur.
Í Sunda kommunu hava tey
sett sær fyri, at kommunan
ikki skal skylda meira enn
tilsamans 70 miljónir krónur,
tá skúli, ítróttarhøll og felags
húsið við Margáir standa liðug.
- Hetta er okkara mál, og vit
fara at halda rættiliga fast um,
at tað skal verða so, sigur
borgarstjórin.
Heðin Zachariasen vísir á,
at tá hesar stóru byggiverk
ætlanir
eru
lidnar,
verður
skuldin hjá kommununi um
leið 85 prosent av einari álíkn
ing.
- Tað merkir, sigur hann, at
skuldin tá fer at verða fleiri
miljónir krónur lægri, enn
kravið hjá fíggjarmálaráðnum
er, og tað haldi eg er ógvuliga
flott fyri so stórar og týdning
armiklar íløgur í okkara borg
arar, leggur hann aftrat.
Eisini Margáir
Borgarstjórin sigur, at tey í
Sunda kommunu hava valt at
gera hesar stóru íløgur, soleiðis
at skúla-og frítíðarumstøður
nar í kommununi verða dag
førdar.
- Vit hava eisini valt at upp
raðfesta Margáir, soleiðis at
umstøðurnar her verða nógv
betri, enn tær eru í dag, sigur
Heðin Zachariasen.
Í aðrari grein í temablaðnum
í dag verður meira gjørt burtur
úr ítróttarøkinum við Margáir.
Nýggi Skúlin við Streymin fer við ítróttarhøll at kosta umleið 100 miljónir krónur
Mynd: Álvur Haraldsen
Nýggja tíðarætlanin, sum partarnir eru samdir um, sigur, at øll skúla-
og hallarverkætlanin stendur liðug í apríl í 2020
Mynd: Álvur Haraldsen