týsdagur 12. mars 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUNDA KOMMUNA
Nógv er
gjørt við
Margáir
Í eina tíð hevur nógv virksemi
verið við Margáir í Streymnesi
Vilmund Jacobsen
Arbeitt hevur verið við vegn
um
og
parkeringsøkinum
oman fyri fótbóltsvøllin, og
her er eisini asfaltterað, eins
og arbeitt hevur verið við øk
inum kring vøllin annars.
Við allan vestara enda á
fótbóltsvøllinum – upp ímóti
høgættini - er eisini bygdur ein
stórur bakki við tilfari frá út
grevstri í sambandi við skúla-
og hallarbygging á Oyrar
bakka.
Endamálið við bakkanum,
sum er einar átta metrar høg
ur, er at verja fótbóltsvøllin og
økið kring vøllin móti høgætt
arvindi og veðri.
Tað er eitt snøgt arbeiði,
sum her er gjørt, og allur bakk
in er klæddur við moldtilfari
og er slættaður, soleiðis at
hetta, tá summarið fer at
stunda til, verður ein stórur
grønur - og høgur - blettur í
økinum.
vilmund@sosialurin.fo
800 SITIPLÁSS UNDIR TAKI
Tað er eisini ein tíð síðan, at Sunda kommuna fór í holt við at útbyggja
ítróttarhúsið við Margáir, og her er nú tað stóra stoypiarbeiðið liðugt
Vilmund Jacobsen
Heðin
Zachariasen,
borgar
stjóri í Sunda kommunu, dylur
ikki fyri, at nýggi parturin av
ítróttarhúsinum við nýggjum
áskoðaraplássum, eins og høgi
”verjuskansin” móti høgættini,
hava verið eitt av hansara
hjartamálum.
- Mín tanki hevur verið, at
um hetta arbeiðið ikki verður
gjørt liðugt nú, so verður tað
kanska ongantíð. Tí vilja vit
gjarna, at útbyggingin verður
gjørd nú, tó at tað so eisini
merkir, at fótbóltsdystirnir hjá
EB/Streymi í hesum kapping
arárinum ikki verða leiktir við
Margáir.
Borgarstjórin vísir á, at
kommunan
hevur
valt
at
leingja verandi ítróttarhús við
vøllin, og tá alt hetta verður
liðugt, fer húsið við nýggjum
áskoðaraplássum at fevna um
einar 80 metrar í longd – ella
umleið tveir triðingar av økin
um - fram við niðaru síðu av
vøllinum.
- Í nýggja partinum av hús
inum, sum verður bygt í fram
haldi av verandi ítróttarhúsi,
verður eitt nú fitnessentur á
250 fermetrar, og her verða
eisini nýggjar brúsur og wc
knýtt at venjingarhølunum.
Alt samanbygt
Heðin Zachariasen vísir á, at
verandi bygningur og nýggi
bygningurin
verða
saman
bygdir, soleiðis at gangandi
verður ímillum.
- Í ovaru hæddini, sum verð
ur umleið 400 fermetrar, verð
ur uppgongd, stórt felagshøli,
og her verður eisini goymslu
rúm á umleið 80 fermetrar, har
eisini málini, sum annars plaga
at standa úti, kunnu goymast.
Hann sigur, at skifti-og
brúsufasilitetirnir til leikarar
nar, sum eru í verandi húsi í
dag, verða verandi teir somu.
Her eru fýra rúm, sum eru á
einar 300 fermetrar tilsamans.
- Tá alt arbeiðið verður lið
ugt, verður felagshúsið at
síggja sum ein bygningur í
sama plani, og her verða nýggj
sitipláss til áskoðarar – øll
undir taki – og allan vegin
fram við ovaru síðu, ætlandi
800 sitipláss tilsamans.
Borgarstjórin sigur, at ætl
andi verða trø plantað á stóra
vøllinum, eins og í vøllinum
kring fótbóltsvøllin annars.
Ítróttarøkið við Margáir fær
eisini nýggjar ljósmastrar, og
her verður farið eftir somu
loysn, sum tey hava við fót
bóltsvøllin í Runavík.
- Talan verður um fýra
mastrar við níggju projektør
um á hvørjari mastur, sigur
hann.
Alt liðugt í ár
Heðin Zachariasen sigur, at
tilboðini upp á arbeiðið at gera
ítróttarhúsið liðugt verða latin
upp hin 25. mars, og tá greitt
er, hvør kemur at gera hetta
arbeiðið, verður farið undir at
inniloka, klæða, leggja nýtt tak
og byggja áskoðaraskýli við
sitiplássum.
- Alt arbeiðið við Margáir
skal verða liðugt í hesum árin
um,
sigur
borgarstjórin
í
Sunda kommunu.