Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjá Stanley fæst tað mesta til heimið JARÐARFERÐARTÆNASTAN SKIPAR EISINI FYRI ERVI - Fólk eru forvitin eftir at vita, hvat gongur fyri seg í handilslívinum við Norðskála, og tá fólk koma higar, er Stanley avgjørt eina vitjan verdur, sigur Maria Højsted Dam Tað eru Maria Højsted Dam og Hanna Dahl, sum reka stóra handilin Stan­ley við Norðskála. Tær eru svigarinnur, og handilin er ein familju­ fyritøka. At Stanley er ein for­ vitnis­ligur handil, vita øll tey mongu, sum dagliga og við jøvnum millum bilum vitja innar. Tað er næstan skjótari at siga, hvat handilin ikki hevur enn at siga, hvat hann hevur í sínum vøru­út­ boði. Maria Højsted Dam sigur, at Stanley altíð hevur nakrar vørur, sum eru knýttar at ymisku árs­tíðunum. Máling alt árið Tann einstaki vøru­bólk­ urin, sum gjøgnum­gang­ andi stendur fyri størstu søluni gjøgnum árið, er helst málingin. - Vit selja nógva máling í summarhálvuni til uttan­durabrúk, og vit selja eisini nógva máling til innandurabrúk, tá tíðin er farin frá at mála uttan­dura. Maria Højsted Dam sigur, at høvuðsmerkið í mál­ingini er Pinotex. - Tað eru fáir handlar av slíkum slag sum Stanley, og vit selja næstan alt uttan hvít­ vørur. Vit hava køks­bú­ nýti, ymiskar merkja­ vørur, gávulutir og leiku­toy, og vit hava ymisk el-tól og amboð. Eg vil siga, at vit hava tað mesta til heimið, sigur hon. Legst til økið Stóri bygningurin, har Stanley húsast í dag, varð bygdur og tikin í nýtslu í oktober í 2006. - Tað er eingin ivi um, at tað var rætt at byggja nýggjan handilsbygning, og nú handlar eru komn­ ir aftrat í økinum, merk­ ist, at fleiri og fleiri við­ skiftafólk koma á gátt. Fólk eru forvitin eftir at vita, hvat gongur fyri seg í handilslívinum við Norð­ skála, og tá fólk koma higar, er Stanley av­gjørt eina vitjan verdur. Her eru eisini góð parker­ings­ viðurskifti, og fólk nýtast ikki at ansa eftir p-skivu­ ni, sigur Maria Højsted Dam brosandi. - Vit bjóða eina heildar­ loysn, sum fevnir um alt frá pappírsarbeiði við um­sóknum, lýsingum, sang­hefti, samskifti við sjúkra­hús, ellisheim, eldra­sambýli, gravarar og prest til kistu, líkverju, ílating og ílegging í kistu og flutning av tí farna. Jarðarferðartænastan er skipað soleiðis, at av­ varð­andi antin kunnu velja heildarloysnina - ella tey velja onkrar tæn­ ast­ur úr “pakkanum”. Tað sigur Haraldur Símunsarson Hammer, sum eigur og rekur Jarðar­ferðartænastuna. Eisini ervi Í nøkur ár hava Haraldur og konan, sum bæði eru gartnarar, átt og rikið Blómuhúsið við Norð­ skála - og seinni eisini Blómu­húsið á Heykavegi 2 í Havn. Soleiðis hava tey eisini í nøkur ár veitt tænastur til jarðarferðir kring land­ ið. - Vit halda, at vit hava eina góða tænastu, sum fevnir um alt tað, ið av­ varðandi spyrja eftir, sigur hann. Tá ynskini eru, at Jarð­ ar­ferðartænastan eisini skipar fyri ervi, keypir tænastan sjálv inn til ervið, og síðan verður eitt lið av fólki tilkallað, sum tekur sær av øllum upp­ gávunum í hesum sam­ bandi. Haraldur Símunarson Hammer sigur, at tað er umráðandi, tá farið verður út til familjur, sum er raktar av sorg, at ting­ini eru greið, soleiðis at einki kemur óvæntað. - Vit eru altíð til reiðar at taka okkum av at skipa fyri ervi, og vit hava góð og roynd fólk at taka sær av øllum uppgávum í hes­ um sambandi, sigur hann. Jarðarferðartænastan hjá Haraldi Símunarson Hammer, sum hevur undirheitið - Seinasta heilsan – tekur sær av øllum uppgávum og fyrireikingum í samband við eina jarðarferð Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen SUNDA KOMMUNA - Tá vit skipa fyri ervi, verður eitt lið av royndum fólkum tilkallað, og hesi taka sær av øllum uppgávunum í hesum sambandi, sigur Haraldur Símunarson Hammer