týsdagur 12. mars 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUNDA KOMMUNA
TAÐ GONGUR VÆL VIÐ
ÚTSTYKKING Í SAKSUN
- Ætlanin hjá kommununi er, at tey, sum fara at byggja í nýggju útstykkingini í Saksun,
eisini vilja búgva har, men tað er ivasamt, um vit kunnu áleggja bústaðarskyldu
Vilmund Jacobsen
Í løtuni er Sunda kommuna í
holt við eina minni útstykking
í Saksun, har grivið er út fyri
fýra grundstykkjum til sethús.
Økið,
har
grundstykkini
verða, liggur skamt við vegin,
og Heðin Zachariasen, borgar
stjóri í Sunda kommunu, sigur,
at kommunan ætlar sær at
selja
grundstykkini
byggi
búgvin.
- Tað er stórur áhugi fyri at
byggja í Sunda kommunu, og
vit hava eisini fingið fyri
spurningar um møguleikar at
byggja í Saksun. Tí hava vit
valt at gera hesa útstykking,
sum verður liðug heilt skjótt.
Borgarstjórin sigur, at ætl
anin hjá kommununi er, at tey,
sum fara at byggja í nýggju
útstykkingini í Saksun, eisini
vilja búgva her, men tað er
ivasamt, um kommunan kann
áleggja bústaðarskyldu í bygd
ini.
- Vit hava ein langan lista
yvir fólk, sum vilja byggja
ymsastaðni í kommununi, og
tá útstykkingin í Saksun er
liðug, fara vit at venda aftur til
tey, sum standa á listanum,
sigur hann.
Byggja víða um
Heðin Zachariasen vísir á, at
Sunda kommuna eisini ar
beiðir við einari útstykking til
frítíðarhús í Saksun, og her er
talan um at útvega møguleikar
til umleið 12 summarhús.
- Tað er soleiðis, at størstur
hevur áhugin vera at byggja í
miðjuni í kommununi, sum
borgarstjórin tekur til, men
tað er eisini áhugi kring um í
bygdunum annars. Í løtuni
verður bygt bæði í Tjørnuvík
og á Langasandi.
Eisini eldri hús
Við Norðskála er nógv bygt í
fleiri ár, og í Streymnesi standa
eini seks hús í gerð.
- Tað er eisini nokso stórur
áhugi fyri eldri húsum í komm
ununi, har yngri fólk ynskja at
keypa eldri hús og seta tey í
stand til bústað.
Heðin Zachariasen sigur, at
Sunda kommuna eisini er í
tøttum samstarvi við Bústaðir
um eina verkætlan í Streym
nesi við leigubústøðum.
Vælumtóktur listabústaður
Gamli skúlin í Tjørnuvík, sum virkar sum listafólkabústaður,
hevur riggað rættiliga væl, og stórur áhugi hevur verið
fyri at sleppa inn í skúlan at búgva og arbeiða
Vilmund Jacobsen
Listafólkabústaðurin er eitt
samstarv, sum kom í lag mill
um Sunda kommunu og Lista
fólkasamband Føroya (LISA)
fyri nøkrum árum síðan.
- Eftirspurningurin er so
mikið stórur, at gamli skúli
eisini er bílagdur langt inn í
næsta ár. Tað er soleiðis, at
sambært skipanini, sum koyrt
verður eftir, kunnu fólk í
mesta lagi búgva her í tríggjar
mánaðir í senn.
Heðin Zachariasen, borgar
stjórin í Sunda kommunu,
heldur, at listafólkabústaðurin
liggur sera væl í Tjørnuvík, og
vegna Sunda kommunu fegn
ast hann um, at tey kunnu
vera við til at bjóða listafólkum
– bæði úr Føroyum og øðrum
londum – henda møguleika.
Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum hava
búð í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík