hósdagur 14. mars 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
30
TRÓNDUR ARGE
S
unnudagin verður 2.
umfar í Betri deildini hjá
monnum. Í tveimum av
uppgerðunum eru talan
um innanhýsisdystir í topp
fimm, meðan ein møguligur
botngýsari er á Argjum. HB fær
vitjan av NSÍ, sum í fjør var eitt
av tveimum liðum, ið vann á
HB í landskappingini. Víkingur
fær vitjan av KÍ í eini uppgerð,
sum myndaði FM-stríðið í 2016
og 2017. Nú Sámal Erik Hentze
er aftur í Sarpugerði, so er talan
um somu venjararnar, ið stóðu á
odda fyri feløgunum tá.
Um vit fylgja metinginum hjá
viðmerkjarum og øðrum, so er
sannlíkt at bæði AB og ÍF koma
at stríðast fyri lívinum í bestu
deildini. Tey møtast á Argjum í
einum dysti, sum byrjar klokkan
16.30.
Á Eiði spæla EB/Streymur og
B36, meðan Skála á heimavølli
spælir móti TB, sum vann í
fyrstu royndini í svørtum og
hvítum aftur.
HB-NSÍ: Íslendska
uppgerðin
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: PETUR REINERT
Í Gundadali verður íslendsk upp
gerð millum venjararnar Heimir
Guðjónsson og Guðjón Þórðar
son. Fyrrnevndi er fleirfaldur
íslendskur meistari, meðan
seinnnevndi er fyrrverandi
íslendskur landsliðsvenjari,
umframt at hann hevur verið
venjari í feløgum sum Stoke,
Barnsley og Crew Alexandra.
Í 2008 leitaði føroyska Fót
bóltssambandið eftir nýggjum
landsliðsvenjara. Eitt av boð
unum var Guðjón Þórðarson,
sum eisini fekk eina uppringin
frá táverandi forsetanum,
Høgna í Stórustovu.
-Eg tosaði við FSF og Høgna í
Stórustovu seint í 2008. Ætlanin
hjá teimum var at eg skuldi koma
til samrøðu tíðliga í 2009, men eg
hevði eitt tilboð úr Onglandi og
spurdi um teir kundu gera skjótt
av, fortelur Guðjón Þórðarson.
Tað gekk ikki og stutt seinni
bleiv Guðjón Þórðarson settur
sum venjari hjá Crew Alexandra.
Tað gekk væl fyrstu tíðina, har
hann millum annað bleiv kosin
til besta venjaran í feburar í
League One, sum er triðjbsta
deildin.
Eftir summarsteðgin gekk
verri og íslendski venjarin bleiv
koyrdur. Eftir ein steðg er hann
aftur venjari. Hesa ferð í NSÍ.
-Eg helt at hetta var eitt áhuga
vert tilboð frá einum felagi í
menning, sum hevur ungar
spælarar. Vónandi kann eg hjálpa
teimum við at mennast. Eg gleði
meg til hesa uppgávuna og havi
góð fólk rundanum meg, sigur
Guðjón Þórðarson.
NSÍ var ikki sannførandi
móti EB/Streymi, meðan HB
spældi málleysan javnleik í
Klaksvík. HB hevur munin,
tá hugsað verður um, at liðið
er lítið broytt frá í fjør, meðan
NSÍ skal venja seg við lívið uttan
Árna Frederiksberg.
SOSIALURIN TIPPAR 1-0
Víkingur-KÍ:
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
Hetta er ein uppgerð, sum hevur
verið ímyndin av FM-stríð
num í 2016 og 2017. Mangan
stóð nógv upp á spæl og hóast
Víkingur vann FM, so var KÍ
fleiri ferðir omaná í innanhýsis
uppgerðunum. Nakað er broytt
síðani, men skipararnir eru teir
somu. Sámal Erik Hentze er
aftur við róðrið í Víkingi, meðan
Mikkjal Thomassen er skipari á
KÍ-skútuni á fimta ári.
Nakað av broytingum er á
liðnum hjá Víkingi, men pro
filarnir eru teir somu. Atli
Gregersen er skansin í verjuni,
Sølvi Vatnhamar er motorurin á
miðjuni, meðan Adeshina Lawal
og Andreas Lava Olsen eru í
álopinum.
Hjá KÍ eru onkrir av út
lendingunum skiftir út, men
spælarar sum Ísak Simonsen,
Jákup B. Andreasen og Jóannes
Bartalíð ganga aftur. Tað telur
upp, at Deni Pavlovic er tøkur
aftur, so hann kann fara í
miðverjuna, meðan Ísak
Simonsen flytur út á vinstra
bakkin, har Óli Ey. Poulsen
hevur leikbann, eftir at hava
fingið tvey gul kort í klassikara
num móti HB.
Her er sjáldan talan um nógv
mál og í løtuni kunnu liðini liva
við javnleikinum.
SOSIALURIN TIPPAR 1-1
EB/Streymur-B36
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: ALEX TROLEIS
Í fjør løgdu sundalagsmenn hart
út og vunnu á B36. Síðani vann
einki av botn fimm á nøkrum av
topp fimm í fleiri mánaðir. Nú
er B36 aftur á Eiði, men hóast
langa skaðalista, so eru teir
aftur favorittar.
EB/Streymur er byrjað av
nýggjum, men avrikið sunnu
dagin var á góðari leið. EB/
Streymur tapti 1-0 og sambært
sundalagsmonnum,
so var munurin helst
minni millum liðini.
EB/Streymur spælir við
nógvari orku og essið er
Arnbjørn Hansen, sum kann
koma inn og gera mun.
Fyri B36 kemur tað illa við, at
Lukasz Cieslewicz møguliga ikki
spælir. Hann er lykilin í álops
spælinum, men hevur verið
skaddur síðani í summar í fjør.
Hans Jørgensen stóð í mál móti
Skála, eftir at hava sitið uttan
fyri í Stórsteypadystinum. B36
er favorittur, men munurin
verður ikki stórur.
SOSIALURIN TIPPAR 1-2
Skála-TB:
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: RÚNI GAARDBO
Skálamenn stóðu ímóti næstan
øllum hjá B36 sunnudagin, men
Upptakt 2. umfar:
ÍTRÓTTUR
Nýggi venjarin hjá NSÍ, Guðjón Þórðarson, sleppur av álvara at royna
seg sunnudagin, tá hann skal takast við landsmannin í HB, Heimir
Guðjónsson. Guðjón var í 2008 upp á tal sum føroyskur landsliðsvenjari
Ikki við: Jákup Pauli Breckmann
(lærkrikin 1-2 vikur), Jógvan
Jóannesarsson (knæið, 3-4 vikur),
Bjarni Skála (hælsinan, 2 vikur)
Ivasamur: Eli Christiansson
(knæið), Rógvi Poulsen, Tóki á
Lofti, Beinir Henriksen (sjúka),
Hans Jákup Annfinsson (sjúka)
Við aftur: Filip í Liða
Ikki við: Andras Olsen (knæskaði,
langtíðarskaddur), Leif Niclasen
(fóturin, langtíðarskaddur),
Arnar Dam (knæið, 8-10 vikur)
Ivasamur: Niklas Kruse
(møguligan fibur)
Ikki við: Tróndur Jensen (lærið,
óvist), Sebastian Pingel (knæið, 4
vikur)
Ikki við: Dánjal á Lakjuni
(lærkrikin, 4-6 vikur), Tóri
Traðará (knæið, óvist)
Ivasamir: Dávid Langgaard
(rivjabein)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
ÍF
AB
EB/STREYMUR
Ikki við: Rói Mørk Hentze
(knæskaði, 2 vikur), Símun
Rógvi Hansen (krossband, 2-3
mánaðir), Hugin Samuelsen
(knæskaði, 4-6 vikur), Róaldur
Jakobsen (skaða í fótinum, óvist),
Erlendur Magnusson (krossband,
langtíðarskaddur), Michal
Przybylzki (knæskaði, 1-2 vikur),
Hannes Agnarsson (vøddaskaði,
1-2 vikur)
Ivasamur: Lukasz Cieslewicz
Við aftur: Alex Mellemgaard
(leikbann)
GUÐJÓN KUNDI
VERIÐ FØROYSKUR
LANDSLIÐSVENJARI