mánadagur 18. mars 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Aftur í gjár vóru fótbóltslík
indini av teimum fagrastu. Í
fyrsta umfari vórðu skorað
færri mál enn í fyrsta umfari í
fjør. Annað umfar var 17. mars.
Tá vórðu skorað níggju mál.
Nett eitt ár seinni var annað
umfar í 2019, og í gjár vórðu
skorað fjúrtan mál.
B36 hevur ofta havt ilt við at
vinna fulla úrtøku í fyrstu um
førunum. Eitt nú var B36 úr
tøkan í fjør fýra stig, tá ið kapp
ingin var fýra umfør gomul. Í
gjár vann B36 2-1 á Eiði. B36 er
einasta liðið, sum eftir tvey um
før hevur fulla úrtøku.
Tað blinkar eingin reyð
lampa – hvørki í KÍ ella í HB.
Men tað er merkisvert, at
hvørki av liðunum, sum hava
vunnið mest av øllum, hevur
megnað fulla úrtøku í tveim
um teimum fyrstu umfør
unum. Tey hava tvey stig í part
og eru á sjeynda og áttanda
plássi, nú steðgur er í tvær
vikur, tí landsliðið í morgun
fór suður á Malta, har EM
undankappingardystur verður
leygarkvøldið.
Týsdagin
í
næstu viku verður EM undan
kappingardystur í Rumenia.
Ábyrgdarpersónar
hjá
liðunum undirstrika, at kapp
ingin er long, og at setningurin
nú er at fáa tað at hanga saman.
Um tað eydnast fara úrslitini at
vísa seg.
At bæði KÍ og HB ikki hava
vunnið í tveimum teimum
fyrstu umførunum er rár hend
ing. Síðst tað kom fyri var í 1994
ella fyri einari fjórðingsøld
síðani. Tá høvdu liðini eitt stig
í part eftir tvey umfør. KÍ eftir
2-0 heimatap ímóti B71 og 2-2
á útivølli ímóti EB/Streymi og
HB eftir 2-2 á útivølli ímóti B68
og 4-1 tap ímóti NSÍ.
Hetta árið endaði HB næst
fremst við 30 stigum. Hetta var
sama stigatal sum GÍ, ið hevði
betri málmun og vann FM. KÍ
endaði á fjórða plássi.
Í 1991 stóð tað uppaftur verri
til hjá sigursvandu feløgunum,
tá ið tvey umfør vóru avgreidd.
Tá hevði HB einki stig, og KÍ
hevði eitt stig. Tað endaði
við, at KÍ vann FM, og HB
endaði á sætta plássi.
Gongdin
higartil
bendir á, at hini liðini
hava lisið HB. Meistar
arnir
sleppa
ikki
so
lætt
at
brúka
konseptið, sum teir
vunnu so nógv við
í fjør. Miðverjarnir
verða
pressaðir,
og
framrættaðu
menninir í borðunum
verða
væl
ansaðir.
Tí er neyðugt at fáa
samanspæl
í
lag
á
sentrala
miðvøllinum,
har stórur saknur er í
Tróndi Jensen.
Vónbrotnir víkingar
Víkingur – KÍ 2-2
Tvær ferðir var Víkingur
frammanfyri í Sarpugerði, og
báðu ferðirnar megnaðu klaks
víkingar at svara aftur.
Bæði Víkingamálini vóru
skorað eftir deyðbóltsstøður,
og seinna KÍ málið varð skorað
eftir horna. Tá ið Jóannes
Bjartalíð javnaði til 1-1 við fín
um langskoti, var tað eftir hug
flogsríkt uppspæl.
KÍ legði fyri í 3-4-3 upp
stilling:
-Hetta var fyri at tippa fyri
Adeshina Lawal, Sølva Vatn
hamar og Andreas Lava Olsen,
sum hava nógva kropsstyrki,
og sum duga væl at varðveita
bóltin og finna hol at spæla í.
Hetta eydnaðist væl hjá okkum,
men fótbóltsspælið batnaði, tá
ið vit broyttu og spældu við
fýra í verjuni, sigur KÍ venjarin
Mikkjal Thomassen.
Víkinga venjarin Sámal Erik
Hentze sigur seg vera vón
brotnan um, at tað ikki eydn
aðist at varðveita leiðsluna,
sum hansara menn tvær ferðir
vunnu sær:
-Fyrstu løtuna høvdu vit
ilt við at finna skil á, hvussu
KÍ uppstillingin var. Tá ið vit
høvdu funnið útav tí, vunnu
vit yvirvág, sum vit høvdu alla
tíðina. Tí eri eg vónbrotin um,
at vit ikki vunnu øll stigini, sig
ur Víkinga venjarin.
-Ta l a n
var um tætta
uppgerð. Tá ið tað
nú myndaðist soleiðis, sum
tað gjørdi, so kunnu vit ikki
vera annað enn nøgdir við
javnleikin. Liðið hjá okkum
er nýtt, og eg ivist ikki í, at
fótbóltsspælið verður betri,
tá ið vit hava vant og spælt
meiri saman, sigur KÍ venjarin
Mikkjal Thomassen.
Brian var væl upplagdur
EB/Streymur – B36 1-2
B36 venjarin var væl nøgdur,
tá ið dómarin bríkslaði fyri
síðstu ferð í Hólmanum á Eiði.
Annan sunnudagin á rað vann
B36 fulla úrtøku. Fyri einum ári
síðani tapti B36 3-2 á Eiði. Tí var
B36 lagið so nógv betri nú, enn
tað var tá.
-Eftir at teir settu Arnbjørn
Hansen á vøllin, og deyðbólts
støða bar við sær, at vongverjin
Poul G. Olsen minkaði um
munin, var tað ikki sørt órógv,
men tað spældi væl av. Vit áttu
frammanundan at havt skorað
fleiri enn tey bæði málini, sum
Brian Jakobsen stútaði, tí vit
høvdu nógvar støður og fleiri
góðar málmøguleikar, sigur
Jákup á Borg.
-Brian Jakobsen er í B36
fyri at skora mál.
Tí er tað hugaligt, at hann
nú skoraði tvey. Ímóti Skála
stríddist hann fyri liðið. Tá
var tætt við, at hann skoraði,
men bólturin brast í tvørtræið.
Aftur á Eiði arbeiddi hann
nógv, og vit fagna málunum,
sum hann skoraði, sigur B36
venjarin, sum veit, hvat lands
liðssteðgurin tær báðar næstu
vikurnar skal brúkast til:
-Nógvir spælarar eru skadd
ir. Vit vóna, at fleiri teirra fara
at koma fyri seg nú, so teir
kunnu vera við í kappingini um
plássini, tá ið vit um tvær vikur
fara út á Argir, sigur Jákup á
Borg.
EB/Streyma liðformaðurin
Rógvi Egilstoft Nielsen harm
ast um, at tað ikki er eydnast at
vinna úrtøku í tveimum teim
um fyrstu umførunum:
-Vit hava tapt við einum
máli bæði ímóti NSÍ og B36, so
tað hevur báðu ferðirnar ver
ið tepurt. Ímóti B36 vóru vit
ikki góðir í fyrra hálvleiki. Í
steðginum avráddu vit, at nú
skuldi tað verða øðrvísi, men
tað sást ikki aftur á vøllinum,
fyrr enn teir høvdu skorað til
2-0. Nú er tað upp til okkum at
gera av, hvussu hetta skal taka
seg upp. Tølini siga, at munurin
er ikki so stórur, so tað ræður
um at finna rætta hugburðin,
sigur EB/Streyma liðformað
urin.
Ramur brendaroykur
á Skála
Skála – TB 2-0
Skálamenn eru fegnir um,
at teir vunnu á heimavølli
ímóti TB. Men venjarin, Eyðun
Klakstein, er ikki nøgdur við
úrtøkuna:
-Eftir javna byrjan skoraðu
vit eftir lítlari løtu tvey mál, og
so vóru vit greitt omaná fram
móti steðginum. Fyrstu løtuna
eftir steðgin gekk tað hampu
liga javnt á. Seinnapartin av
seinna hálvleiki vóru vit ofta
í góðum støðum, og tá spældu
vit okkum til fleiri heilt góðar
málmøguleikar.
Tí
harmist
eg um, at vit ikki skoraðu eini
tvey mál aftrat, sigur Skála
venjarin, sum leggur aftrat, at á
TB liðnum eru fleiri eyðsýndir
spælarar, ið kunnu fara at arga
meiri, enn teir gjørdu ígjár.
Løtan kring fyrra málið var
avgerandi fyri TB. Í TB álopi
num undan, at Skála legði
FÓTBÓLTUR
Betri deildin:
B36 er einasta liðið við fullari úrtøku, meðan
KÍ og HB eru á sjeynda og áttanda plássi
FJÓRÐINGSØLD SÍÐANI
TAÐ SÁ SOLEIÐIS ÚT