mánadagur 18. mars 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2019 · Nr. 32
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Danjal av Rana
Spæliætlanin hjá NSÍ eydnaðist
til fulnar, og við eitt sindur av
hepni høvdu teir strokið avstað
við sigrinum í Gundadali í gjár.
Tað sást skilliga á NSÍ, at teir
vóru ikki komnir í Gundadal
við eini vón um at spæla HB av
vøllinum. Gul-svarta liðið var
væl til sættis við at leggja seg
aftur á vølllin, lata HB royna at
skapa okkurt, og sjálvir dúva
upp á skjótálop.
Og tað sást tíðliga, at HB
mátti ansa sær. Petur Knudsen
vísti longu í fimta minutti,
at hann ætlaði sær at geva
HB-verjuni
ein
strævnan
seinnapart. Hann sneiddi seg
framvið Jón Róa Davidsen og
legði eina hegnisliga avlevering
inn fyri, sum toppskorarin í
føroyskum fótbólti, Klæmint
Andrasson Olsen, fekk sett
høvdið á, men Teitur Matras
Gestsson bjargaði.
Longu minuttin eftir er
NSÍ á odda. HB missir ein
bólt í uppspælinum og Jann
Benjaminsen sendur bóltin
fram til Klæmint Andrasson
Olsen, sum strýkur avstað í
vinstru síðu. Hann fær sent
bóltin flatt inn fyri málið, har
Petur Knudsen er sloppin
ein metur frá HB-verjuni og
smekkar bóltin upp undir
nettakið.
NSÍ setti trýst á bakkarnar
Útgangsstøði hjá NSÍ kundi
valla verið nú. Teir kundu
framhaldandi dúva upp á at
stjala bóltin frá HB og fara í
kontra, tryggir í eini 1-0 leiðslu.
Restin av dystinum gekk
fyri tað mesta fyri seg eini
25 metrar frá NSÍ málinum.
Har
lógu
HB-spælararnir
og
trillaðu
bóltin
millum
sín, meðan teir leitaðu eftir
einum møguleika at treingja
ígjøgnum væl skipaðu verjuna
hjá NSÍ. Til tíðir minti tað um
ein tennisdyst, tá HB sendi
eina høga og langa avlevering
fyri og aðra eftir úr øðrum
borðinum í hitt.
Tað gekk striltið hjá HB
at bróta ígjøgnum, og tað
eydnaðist meiri enn so hjá
NSÍ at seta fótin ímillum og
fara avstað við bóltinum. NSÍ
legði seg eftir at royna at fanga
avleveringarnar hjá HB út til
offensivu bakkarnar, serliga
Magnus Egilsson, og síðani fara
í eitt skjótálop.
Ferð eftir ferð eydnaðist
tað at senda Petur Knudsen
avstað
móti
HB-málinum,
men um Jón Rói Davidsen
ikki megnaði at renna hann
upp og bjarga støðuni, so vóru
aðrir HB-arar á røttum stað.
Tó so, tað kom meiri enn so
fyri, at einasti útvegur hjá
HB var at gera fríspark móti
unga NSÍ-aranum. Tað kostaði
eisini trimum HB-arum gult
kort at enda í hóslag við Petur
Knudsen í fullari ferð móti
málinum.
Sigast skal, at HB-verjan
eisini gjørdi lívið hart fyri seg
sjálva, tí sjáldan munnu Bartal
Wardum og Lasse Andersen
hava rakt so illa við sínum
avleveringum sum í gjár.
Petur Knudsen var
dagsins maður
Seinni hálvleikur var sum hin
fyrri. HB hevði bóltin og royndi
at lirka lásið upp. NSÍ stjól eina
avlevering her og har og sendi
Petur Knudsen avstað – sum
so bleiv feldur av einum
HB-ara.
Sum so ofta, so var tað ein
deyðbóltsstøða, sum skuldi
til fyri at loysa upp hjá HB.
Adrian
Justinussen
fær
møguleikan úr eini 30 metrum,
mitt fyri málið. Hann smekkar
til. Tórður Thomsen í NSÍ-
málinum fær bara sligið bóltin
út í spæl aftur. Har er Pætur
Petersen skjótastur á bóltinum
og skjýtur eitt hart skot, sum
júst megnar at krúpa undir
málmannin og síðani smettir
um
mállinjuna,
umvegis
stongina.
Bæði liðini høvdu møgu
leikar at avgera dystin. Petur
Knudsen, sum uttan iva var
dagsins maður í Gundadali,
slapp fleiri ferðir framvið HB-
verjuni og fekk lagt innlegg,
men tá manglaði ofta ein gulur
í brotsteiginum. Hann tók
eisini tvey sera vandamikil
fríspørk,
annað
eitt
skot
móti nærmaru stong, hitt eitt
innlegg inn um HB-verjuna,
sum tað var um reppið, at ein
NSÍ-ari fekk høvdið á.
Ein av atfinningunum móti
spælinum hjá HB higartil í ár
hevur verið, at teir báðir mitt
á miðjuni, Hørður Askham og
Brynjar Hløðvarsson, líkjast
ov nógv í spælistíli. Tá seinni
hálvleikur
byrjaði,
hevði
venjarin flutt Hørð Askham
fram í álopið, meðan Dan í
Soylu datt aftur á miðjuna.
Og tað varð eisini Hørður
Askham,
sum
fekk
bestu
málmøguleikarnar. Júst tað
var kanska ólukkan hjá HB.
Tað vóru í øllum førum mong
í HB-skýlinum, sum spurdu
seg seg sjálvi, um ein áleypari,
ella
nátúrligur
offensivur
miðvallari,
hevði
megnað
at sett onkrar av teimum
møguleikunum í mál.
Hjá
NSÍ
eydnaðist
spæliætlanin til fulnar og við
eitt sindur av hepni høvdu
runavíkingar
farið
norður
aftur
við
øllum
trimum
stigunum. HB má hinvegin
royna at finna røttu loysninga
upp á at bróta treiskar verjur
niður. Tí eitt er víst – einki
lið fer at koma í Gundadal og
loypa á HB við fullari ferð. Tí
má HB læra seg at lirka lásið
upp, um nakað skal spyrjast
burtur úr.
danjal@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Stórsteypadysturin:
TVEIR NSÍ-ARAR Á SJÚKRAHÚS
Bæði Jann Martin Mortensen og Petur Knudsen vórðu skiftir út við skaða
í dystinum móti HB í gjár. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Jann Martin
Mortensen ein harðan stoyt í nakkan í einum nærdysti móti einum HB-ara og
mátti skiftast út. Móti dystarenda mátti Petur Knudsen eisini skiftast út, tá
hann lendi á økslini eftir eina harða takling. Báðir fóru á Landssjúkrahúsið til
kanningar. Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu álvarsamir skaðarnir eru.
Einasti mátin at steðga Peturi Knudsen var at hála hann
niður ella seta fót fyri hann. NSÍ legði seg aftur á vøllin og
dúvaði upp á ferðina hjá áleyparunum, og tað eydnaðist
HB MEGNAÐI IKKI AT
HALDA PETURI KÚRRUN