Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2019 · Nr. 33 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Politisk argumentatión kann vera stuttlig. Hon er ikki serliga djúptøkin. Nakað sum hjá børnum. Tú tekur tær tann veruleika, sum passar tær best. Hvussu veruleikin so hongur saman er ikki so farligt, tí »veruleikin« skal tæna einum enda­máli. Mikið rok var, tá tað kom fram, at lands­stýr­is­kvinn­an í heils­u­ mál­um hevði takkað nei til eitt til­boð frá danska Novo Nordisk grunn­i­num um at fíggja eina stóra og fína dia­be­t­es­mið­støð í Før­oy­ um. Talan var um nakrar slík­ar diabetismiðstøðir, sum skuldu setast á stovn í Danmark, Grøn­ landi og í Føroyum. Júst við hvørji grundgeving lands­stýr­is­kvinnan takkaði nei hava vit ikki fingið at vitað enn. Lands­stýr­ið var eftir øllum at døma ikki kunnað um málið, sum í fyrstu syftu varð avgjørt í Heilsu- og Inn­ lend­is­málaráðnum. Sum skilst verður støðan nú til­ lag­að, so tað ikki sær út sum um, at tað bara eru tjóðaskaparlig atlit, sum steðgaðu hesi ætlan. Síðani hoyrdu vit um listar­bólk­ in, sum skal velja listina, ið skal prýða nýggja bygningin hjá Lands­ sjúkra­húsinum. Tá tey høvdu bið­ið ein grunn hjá danska krún­prin­si­ num um pengar, var aftur galið. Lands­stýr­is­kvinnan steðgaði hesi ætl­an við brestin. Nú hevur mentamálaráðharrin lagt uppskot fyri tingið um at byggja nýtt tjóðleikhús. Sambært upp­skot­i­num megna almennu Før­oy­ar bara at rinda ein triðing av prísi­num upp á góðar 180 milliónir krón­ur. Tí verður farið aðrastaðni at leita eftir pengum – eftir teim­ um 113,5 milliónunum, sum resta í. Landið fer bara at játta 66,5 milli­ ón­ir »Til tess at halda áfram við hesi verk­ætl­an er neyðugt, at lands­ stýrið kann fáa heimild at fara undir ítøkiliga at útvega utt­an­ hýsis fígging til at byggja nýtt Tjóð­ leikhús. Talan er um at troyta utt­ an­hýs­is fígg­ing­ar­keldur í Føroyum og utt­an­lands, t.d. grunnum inn­an menta­n­ar­øk­ið, kommunu o. ø.«, skriv­ar landsstýrismaðurin mill­ um annað í viðmerkingunum til upp­skotið. Tað er eitt sindur ringt hjá van­ liga skatt­gjaldaranum at skilja, nær dansk­ir pengar eru ókey, og nær teir ikki eru ókey. Tá Saltsiloin á Drelnesi varð um­væld, tá var einki problem, at Fólk­a­tingið og stórkapitialurin í Dan­mark, Mærsk, fíggjaðu meg­in­ part­in. Nú tjóðleikhús skal byggjast í Havn er tað eisini fínt við donskum peng­um. Men ein supermodernað mið­ støð fyri sukursjúkar føroyingar, ella list til sjúkar føroyingar, tað er ikki ókey? – Nei, vit spyrja bara: Nær lukta danskir pengar illa? Hví kann eitt tjóðleikhús fíggjast við donskum pengum? LUKTA DANSKIR PENGAR ILLA? Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Í dag fyllir Sverri Mort­ensen á Argj­um 97 ár. Hann ar­beiddi á verk­stað­num hjá Vil­helm Niel­ sen í eitt manna­ minni. Mánadagin gav hann Glasir ein mot­or, hann sjálv­ ur evnaði úr einum hálv­um motori Sverri Mortensen á Argjum er væl kendur av okkara les­ar­um. Í Sosialium hevur hann greitt frá sínum langa og spenn­andi lívi frá tí hann 14 ára gamal fór við Ananu til Grøn­lands við 160 monnum. Sverri hevur eisini verið ein snill­ingur á tí mekaniska øki­num. Áðrenn SEV kom út á Argir hevði hann sítt egna »grøna« elverk í kjallaranum, sum var rikið við vatnorku. Hann hevur eisini gjørt sín egna motur til bátin hjá sær. Søgan var í stuttum, at hann og ein vinmaður fingu tveir motorar frá Júst Siv­ert­sen. Men teir kundu bara fáa eitt topp­stykki. Teir kappaðu tí­skil toppstykkið í helvt og settu tey á hvønn sín motor. Hetta riggaði fínt. Hetta verður roknað sum eitt rættiligt avrik av fak­fólki. Hesin motorur var mána­ dag­in handaður teknisku deild­ ini á Glasir í sambandi við 97 ára føðingardagin hjá Sverra. Sverri eigur nógvar vinir. Millum hesar eru teir sum hann hevur svomið saman við í mong ár. Hóast Sverri ikki svimur longur, so hava teir ikki gloymt hann. Teir skip­aðu fyri hendanina av mot­or­inum nú mánadagin. Í hesum sambandi hevði ein teirra, Heðin, yrkt ein sang um Sverra og um mot­or­in, sum tey ungu ætt­ar­liðini á hesum øki nú kunnu læra av. Vit hava fingið loyvi til at end­ur­geva hesa vøkru heils­an til Sverra: Motorurin hjá Sverra farin á Glasir Heilsan til Sverra á 97-ára degnum og tann víðagitna motorin Lag : Ein gomul kista. Runnin eru nú tvinni ár vit hittust á føðingardegi við sangi og røðum, sum var tað í gjár tó nú ei við júst somu megi. Tó tríva vit aftur í farna tíð tá Sverri var virkin á váli listaverk mong hann kring bygd og í bý gjørdi av jarni og stáli. Ongin av okkum sín líka fær í hagtølum stendur beskrivað Tó ikki er sørt at eg hugsi mær at Gearløsa genið man liva Eitt vatnorkuverk so gjørdi hann sær Motorarnar gjørdi hann sjálvur við tilfari ofta tepurt var so onkur motorur var hálvur. Hesin motorur vit tosa um verður nú fluttur av garði við sorgblídni kennir Sverri tað sum eitt lívskapitul er farið. men Sverri hann brosar við tári á kinn "Hann kemur til heiður og æru í glasi og rammu hann sleppur inn Á Glasir til hjálp í frálæru." Samstundis fyllir vár Sverri í dag. Vit ynskja tær lukku við degnum. Tøkk fái tú for várt vinarlag, Guds signing og fylgi á vegnum. Úr setri øll somul vit reisast nú, og lata várt ynski ljóða, at lukku við degnum fáa skalt tú, og eiga mást lívskvøldið góða. Ovara myndin er tikin á Glasi mánadagin, tá Sverri saman við vinmonnum, var á skúlanum og handaði motorin. Niðara myndin: Í mong ár koyrdi Sverri Mortesen á odda við síni BSA motorsúkklu, tá ellisakførini koyrdu raðkoyring flaggdagin