Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2019 · Nr. 33 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Vit hava eina langa sið­ venju um, at vit kunnu ganga frítt í haganum. Og tann rætturin má ikki verða tikin frá okkum. Tað sigur Rúna Hjelm í Vági, sum gongur nógv í náttúruni, bæði í Før­oy­ um og uttanlands. Seinastu tíðina hevur rætti­ligt kjak tikið seg upp um, hvønn rætt fólk skulu hava til at fara í hagan. Og í hesum sam­ bandi hava summi bønd­ ur tikið sær rætt til at av­ marka frælsið hjá fólki at fara í hagan, og teir hava eisini tikið sær rætt til at krevja gjald frá fólki, sum vilja sleppa í hagan. Bæði Rúna Hjelm, og onnur, halda, at tað má ikki henda, at rætturin hjá fólki at fara í hagan verður skerdur. Tey halda, at rætturin hjá fólki til at fara í hagan, má ikki verða avmarkaður til ein spurning um ognar­ rætt og pengar. Og í annaðkvøld, miku­kvøldið, fara tey at stovna eitt felag, sum skal virka fyri at tryggja fólki óskerdan rætt til at fara í hagan. Skuldi forða fólki at stjala Rúna Hjelm, sum er ein av stigtakarunum til felag­ið, sigur, at felagið fer fyrst og fremst at virka fyri at føroyingar skulu fáa óskerdan rætt til at ganga í haganum. Og tað skal vera ókeypis, og tað skal ikki bara vera eftir bygdagøtunum, men í øllum haganum. Í hvønn mun, felag­ ið eisini fer at virka fyri rættinum hjá út­lend­ ingum at ganga í haganum, er ein spurningur, nevndin fer at taka støðu til, sigur stig­takarin. – Føroyingar hava altíð ferðast í haganum, og nú halda vit, at vit hava vunn­ið okkum hevd ella ein sið­vunnan rætt til tað, sigur hon. Bóndur, sum vilja av­ marka rættin hjá fólki til at ganga í haganum, vísa altíð til lógina um Hegns og markfred frá 1937, sum part­vís er skrivað av eftir eini upp aftur eldri lóg frá mitt í 1800-talinum. – Hetta er ein leivd frá farnari tíð, tá ið bønd­ur­ nir vóru tann ráðandi stætt­in, og tá ið eitt enda­ mál við lógini at at forða fólki at stjala seyð, ella at henta lesull, sigur hon. Tá var tað neyvan nakar, sum hugsaði um, at tað eina ferð fór at verða eitt rák í samfelagnum, at fólk vildu sleppa í hagan at njóta náttúruna, leggur hon afturat. Skulu hava greiðar reglur Rúna Helm heldur eisini, at tað er ein spurningur, um so gamlar lógir, sum ongantíð eru hand­hevj­ aðar, yvirhøvur kunnu sigast at vera í gildi enn. Men av tí, at ógreiða er um viðurskiftini, heldur hon, at stundin er komin til at vit fáa nýggjar lógir á økinum, har tað verður ásett púra greitt, hvønn rætt fólk hava til at ferð­ ast í haganum. Og har er tað okkara greiða fatan, at talan kann ikki verða um nakað annað, enn at føroyingar fáa óskerdan rætt til at ferð­ast haganum, uttan at rinda fyri tað. Í løtuni er stendur tað til hvønn bónda sær at gera av, hvat hann ger, og hvør sleppa í hagan, og undir hvørjum treytum, og tað heldur hon er skeivt. Tvørturímóti held­ ur hon, at á hesum øki eiga at hava felags reglur fyri alt landið. Hon sigur, at tey eru eisini mong, sum hava ging­ið nógv í fjøllunum uttan­lands, og har verður heldur ikki goldið fyri tað, tí har er tað ein hvørs­mansrættur at fara í hagan. Rúna Hjelm harm­ ast um, at orðið hvørs­ mans­rættur, er vorðið eitt ókvæmisorð. Men í roynd og veru merkir tað ikki annað enn at fólk hava rætt til at ferð­ ast í náttúruni. Men tað skal sjálvandi vera undir ábyrgd, tí tey skulu taka upp eftir sær og tey skulu ikki gera seg inn á náttúruna, ella órógva virk­semi, sum annars er í haganum, leggur hon aftur­at. Hon heldur eisini, at tað kundi verið eitt hug­ skot at hvørs­mans­rætt­ urin til at fara í hagan, beinleiðis verður tryggj­ aður í eini stýris­skipanar­ lóg, so at hann ikki kann takast aftur. Nøkur fá pláss Rúna Hjelm sigur, at pá­haldið um, at út­lend­ ingar ganga allastaðni, er heldur ikki rætt. Tað eru nøkur heilt fá støð í Føroyum, sum hon kallar “instagram” støð, har øll vilja sleppa at taka myndir at leggja á sosialar miðlar. Men mín hugsan er, at á hesum plássum eigur tað at vera skipað soleiðis fyri, at fólk kunnu fara har, uttan at tað nervar náttúruna, og tað ber væl til at gera hava reglur sum tryggja, at náttúran verður varðveitt. – Og eg haldi eisini, at verður úrslitið tað, at út­ lendsk ferðafólk skulu rinda fyri at fara í hagan, skal peningurin fyrst og fremst brúkast til at gera ábøt­ur á umhvørvið. Hagin missur púra einki virði fyri bóndan, hóast fólk fara ein túr í hagan. Og hvussu bøndur yvir­høvur kunnu fata tað sum eina inntøkukeldu, at at taka pengar frá fólki, sum ganga í haganum, er óskiljandi hjá henni. Hon sigur, at felagið, sum nú verður stovnað, ætlar at gera nógv við at upp­lýsa fólk um, hvussu tey skulu bera seg at í haganum, og hvussu fólk skulu fyrireika seg við klæðum, mati og drekka, og øðrum, tá ið tey fara í hagan. Tey ætla eisini at upp­ lýsa fólk um, hvørjar skyldu tey hava, tá ið tey fara í hagan. Tey ætla sær at taka lut í kjaki­num um hesi viður­skif­tini. Tey fara eisini at bjóða seg fram at vera hoyr­ings­ partur, tá ið myndug­ leikar­nir viðgera mál av hesum slagi. At ferðavinnan kann fáa ávirkan á náttúruna, er sjálvandi er eitt mál, sum skal takast í størsta álvara. Tað hevur av­ ger­andi týdning, at náttúra og djóralív verða varðveitt. Og tey í felag­ num vilja fegin vera við í arbeiðinum at finna loysn­ir á hesum øki, sigur hon. RÆTTURIN HJÁ FÓLKI AT FARA Í HAGAN SKAL TRYGGJAST VIÐ LÓG HVØRMANSRÆTTUR – Bøndur skulu ikki kunna nokta føroyingum at fara í hagan, halda tey, sum nú fara at stovna eitt felag við tí endamáli at tryggja føroyingum óskerdan rætt at fara í hagan – og tað skal vera ókeypis Verður úrslitið tað, at útlendsk ferðafólk skulu rinda fyri at fara í hagan, skal peningurin fyrst og fremst brúkast til at gera ábøtur á umhvørvið Lagt til rættis: Áki Bertholdsen TÍÐINDI Talan kann ikki verða um nakað annað, enn at føroyingar fáa óskerdan rætt til at ferðast haganum, uttan at rinda fyri tað, sigur Rúna Hjelm. Nú verður felag stovnað við tí endamáli at tryggja føroyingum óskerdan rætt til at ferðast í fjøllunum. Her er hon á Rútafelli sunnan fyri Vág