Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 1. desember 2004 33 Almanna- og Heilsumálaráðið Starvsfólkadeildin Leiðari til nýggjan dagstovn til fjølbrekað børn Í samband við, at Almanna- og heilsumálaráðið hevur gjørt av, at seta á stovn ein dagstovn fyri fjølbrekað børn í Eysturoynni, verður søkt eftir einum leiðara at byrja í januar 2005. Dagstovnurin er tó treytaður av,at løgtingið samtykkir játtanina til dagstovnin. Dagstovnurin, sum kemur at halda til á Saltnesi, verður skipaður sum ein ser- stovnur fyri fjølbrekað børn,har talan verður um samskipan av ansing,viðgerð, umlætting og menning av fjølbrekaðum børnum. Dagstovnurin verður tann fyrstu av sínum slagi í Føroyum. Dagstovnurin er normeraður til 8 fjølbrekað børn í aldrinum 0 til 18 ár. Hesi børn hava eisini møguleika fyri, at koma til umlætting á stovninum um kvøldið og/ella um náttina. Dagstovnurin er undir uppbyggjan, og kemur leiðarin at standa fyri hesi uppgávu. Uppgávur: • at leiða dagstovnin, • at samskipa arbeiðið hjá starvsfólkunum, sum vera um børnini, • at stimbra og menna børnini • at avgera, saman við eini upptøkunevnd, hvørji børn verða upptikin á dagstovnin Harumframt hevur leiðarin fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av stovninum. Førleikakrøv: • søkt verður eftir einum persóni við fakligari útbúgving so sum pedagogur, fysioterapeutur ella ergoterapeutur, við umsitingarligum og fakligum royndum, • hevur góð samstarvsevni • virkisfúsur, og opin fyri broytingum. Leiðarin hevur ábyrgdina fyri dagstovninum mótvegis Almanna- og heilsu- málaráðnum í eitt tíðarskeið. Síðan er ætlanin, at dagstovnurin umsitingarliga skal liggja undir Almannastovuni. Hetta verður væntandi um eitt ár. Lønar- og setanartreytir: Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av- varðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Almanna- og heilsumálaráðið, Súsanna Nolsøe tlf. 304036. Umsóknarfreist: Umsóknin skal sendast til Almanna- og heilsumálaráðið, Eirargarður 2, 100 Tórshavn. Umsóknin skal verða Almanna- og heilsumálaráðnum í hendi innan 17. desember 2004, kl. 12.00.