Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tað verður áhugavert at frætta, hvørja lagnu provokoerandi uppskotið hjá løg­tings­formanninum um at avtaka fólka­tings­sessirnar fær, tá tað kemur til at­kvøðu­greiðslu í Løgtinginum. Ikki tí. Bárður Nielsen kann sova púra ró­liga, tí hvørki fólkatingssessir ella rík­is­felagsskapur fara nakran veg av hes­um. Var uppskotið meint í álvara, so var tað ikki lagt fram sum eitt par­ ad­u­uppskot frá tingmanni, sum bara vil gera gang eina løtu og fáa fólk at leggja merki til, at hann er til og at hann er tjóð­veldismaður, sum vil loysa Før­oyar frá Danmark. Á tingfundi mikudagin vildi for­ mað­ur Sambandsfloksins hava at vita frá løg­manni, um hann fór at krevja mál­ið tik­ið aftur ella felt av sam­ gonguni. Men tað vildi løgmaður ikki. Hann royndi at vissa sam­bands­for­ mann­in um, at uppskotið ongan týdn­ ing fór at fáa kortini, hvørki so ella so. Men tað var ikki gott nokk fyri Bárð Niel­sen. Hann óttast, at hetta upp­skot­ ið kann føra til loysing frá Danmark. Ja, sjálvandi. Eitt hvørt stig á full­ veld­is­leið kann føra til loysing. Tað sig­ ur seg sjálvt – tað er líka sum sagens nat­ur. Men fyri Sambandsflokkin hevur uppskotið júst sama týdning, sum fyri tingformannin heiman av Sandi: At skapa týdingarleysan gang eina løtu. Men skal uppskotið samtykkjast, so skal meir­i­luti fáast fyri tí á tingi. Har finst slíkur meiriluti valla – uttan so at sam­starvs­flokkurin Sam­bands­floks­ins – flokk­urin hvørs formann Sam­bands­ flokkurin skal bera út í løg­mans­sessin, at­kvøður fyri. Og tað kann væl henda. Fólka­flokkurin stóð á odda fyri full­ veld­is­strembanini um ald­ar­skiftið, so tað mátti ver­ið lítið fyri hjá flokk­inum at sam­tykt eitt meinaleyst upp­skot frá ting­for­manninum, um tað sam­stund­is kann skapa trupulleikar í sam­gonguni. Tað ger tað tó valla. Tí líka so lítið, sum fólk í samgonguni trúgva upp á loys­ingina í nærmastu framtíð, so eru tey heldur ikki so bangin fyri henni, sum Bárður Nielsen letst at vera. Men hinvegin, um meiriluti er fyri at taka av fólkatingssessirnar, og er mei­r­iluti fyri loysing í Føroyum, so verð­ur tað ikki Bárður Nielsen, sum forð­ar tí. Tí fólksins vilji má virðast. Týdningarleysur gangur um einki 22. MARS 2019 Fýra umsóknir eru til nýggja starvið sum prest­ur í Hoyvíkar kirkju. Suðurstreymoyar norðara prestagjald fekk í januar mánað játtan til eitt embæti aft­urat. Ein sóknarprestur er í presta­gjald­ i­num. Kirkjuligi myndugleikin metti, at neyð­ugt var við einum embæti afturat til eitt skjótt vaksandi øki, ið tilsamans telur um­leið 4.500 fólk. Embætið varð lýst leyst at søkja, og á mid­degi í gjár var umsóknarfreistin úti. Fýra umsøkjarar eru til kallið. Ætlanin er at innstilla komandi sóknarprestin inn­an tríggjar vikur. Seinastu tíðina hev­ur Marjun Bæk røkt starvið sum hjálp­ar­prestur hjá Theo­dori Eli Dam Olsen, sókn­ar­ presti. Fýra vilja vera prestur í Hoyvík FREISTIN FARIN Les eisini blaðið á telefonini Skaðadagurin í Hesti í 1919 Siðsøga síða 24-25 Heri Mohr ummælir Kjak undir krígnum Síða 22-23 Okkurt vakurt støkk sundur innan í okk­um, tá ið tað leygarkvøldið frætt­ ist, at Øssur Gudmundarson var deyð­ur. Ein trú­føst sál er farin. Eitt edi­ligt hjarta er sløknað. Góði Øssur. Tað var deiligt at fylgjast við ein­ um so trúgv­um og mildum menn­ iskja sum tær. Al­tíð við tí ríka orð­i­ num og einum ó­frá­vík­i­lig­um áliti í tín­um eygnabrá. Tú hevði okkurt gott inni í tær. Okkurt heitt og smitt­ andi, sum kyrraði og gjørdi sinn­ini løtt. Tað var gaman at hava teg í fel­ags­ skap­i­num, og vit, sum sluppu at kenna teg og njóta tín trúskap, hava nógv at takka fyri. Kunnu spegla okk­um í tínari er­lig­heit og tínum trú­festi, um vit bert megna at flysa burt­ur av okkum teir fá­fongd­ar­ skjøldr­ar, sum vit hava lyndi til at hylja okk­um við. Tú hevði ongar slíkar skjøldrar, Øss­ur. Tú vart bara tú. Trúgvur og lætt­ur at blív­a góður við. Gekk treyta­leysur tann góða vegin, ið vit stund­um hava so ilt við at finna sjálv. Takk fyri tann vís­dóm­in, tú gavst okk­um. Hvíl í friði, góði Øssur, og Jes­us­ pápi veri hjá tykkum nærmastu, sum eft­ir sita. Róðrarfelagið Knørrur Hvíl í friði, tú mannarósa – minni um Øssur Gudmundarson Øssur Gudmundarsson andaðist síðsta leygadag 53 ára gamal Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri