hósdagur 21. mars 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MARS 2019
SOSIALURIN 34
10
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
F
áur man hava havt
so stóran týdning og
ávirkan á føroyska
málið og mentanina sum
V.U. Hammershaimb. Føðingar
dagur hansara er móðurmáls
dagur Føroya, og mánadagin
25. mars eru 200 ár liðin, síðan
V. U. Hammershaimb varð borin
í heim.
Í dag verður mett, at eini
80.000 fólk duga føroyskt.
Samanborið við onnur mál er
hetta sera lítið, og hesum framí
hjárættindi kunnu vit takka
V.U. Hammershaimb fyri. Hann
bjargaði føroyska málinum frá
at fara í gloymskuna, tá hann
í 1846 fekk føroyska skrift
málið á prent. Tí verður V.U.
Hammershaimb eisini roknaður
sum faðirin at føroyska skrift
málinum.
Úr Sandavági til
Danmarkar
Vencelaus Ulricus Hammers
haimb varð føddur á Steig
í Sandavági 25. mars í 1819.
Hann var sonur Jørgen Frantz
Hammershaimb, sum var
seinasti løgmaður í Føroyum,
áðrenn løgtingið og løgmans
embætið vórðu niðurløgd og
avtikin í 1816. Steigargarður í
Sandavági hevði síðan 1555 verið
Føroya løgmansgarður.
Sum 1 ára gamal misti hann
pápa sín, og stutt eftir hetta
flutti mamma hansara, Armgarð
Maria Egholm, til Havnar við
sínum tveimum børnum. Tey
fluttu inn til mammu Armgarð,
Helene Christine Egholm, sum
búði í Nýggjustovu í Gongini,
og her vaks V.U. Hammershaimb
upp.
Mamman var kletturin í
lívi Hammershaimbs og hevði
stóra umsorgan fyri soninum.
Tá ið Vencelaus longu sum 12
ára gamal valdi at fara til Dan
markar at skúla seg, fluttu
mamman og systirin við úr Før
oyum til Keypmannahavnar.
Tók gudfrøðisprógv
Í Keypmannahavn tók Hammers
haimb studentsprógv og byrjaði
at lesa gudfrøði á lærda háskúla
num, har hann fekk gudfrøðis
prógv í 1847. Hetta tíðarskeiðið var
hann umgirdur av mentanarfólki
í einum skapandi umhvørvi, og
áhugin fyri forna norrøna máli
num var stórur.
Í 1855 fór Hammershaimb
heim til Føroya fyri at vera prest
ur. Hann var Føroya próstur frá
1862 inntil 1878, tá hann aftur
flutti til Danmarkar í sambandi
við, at hann fekk prestastarv í
lítla býnum Lyderslev á Sælandi.
Hetta starvið røkti hann í 20 ár,
inntil hann legði frá sær og flutti
til Keypmannahavnar aftur.
Vencelaus Ulricus Hammers
haimb doyði í 1909 sum 90 ára
gamal, og hann liggur grivin í
Lyderslev kirkjugarði saman við
konu síni.
Uttan Hammershaimb
- einki føroyskt
V.U. Hammershaimb stóð á odda
fyri at fáa føroyska skriftmálið á
prent í eini tíð, tá tað mesta, sum
var lisið, var á donskum. Føroyskt
var munnliga gerandismálið,
men í skúlanum, kirkjuni og
almennum viðurskiftum var
málið danskt – bæði í talu og á
skrift.
Meðan
Hammershaimb
las í Danmark, ferðaðist hann
heim til Føroya í 1841 við enda
málinum at savna inn fólka
minni. Hetta endaði við, at
hann í 1846 lat nakrar sagnir
á føroyskum máli prenta í
danska tíðarritinum “Annaler
for nordisk Oldkyndighed og
Historie”.
Við hollari vegleiðing frá ser
kønum slóðaði Hammershaimb
við hesum fyri, at føroyska
skriftmálið fyri fyrstu ferð kom
á prent í 1846. Skrivað var við
hansara egnu stavseting, sum vit
hava hildið okkum til síðan tá, tó
við nøkrum fáum broytingum.
Hetta var í tøkum tíma, at før
oyingar fingu eitt skriftmál,
tí hevði Hammershaimb ikki
slóðað fyri hesum, so er tað
sera ivasamt, um vit yvirhøvur
høvdu tosað føroyskt í Føroyum
í dag.
Skrivaði mállæruna
Burtursæð frá bragdinum í
1846 hevur V.U. Hammershaimb
skrivað og útgivið fleiri verk;
hetta veri seg eitt nú kvæði og
sagnir. Í 1854 varð føroyska mál
læran, sum Hammershaimb
skrivaði, prentað á fyrsta sinni.
Í 1884 kom týðingin av “Føroy
ingasøgu” á prent, sum tá kom
við teirri rættskriving, hon
hevur havt í útgávum síðani.
Høvuðsverk hansara var
“Færøsk Anthologi I og II”, sum
kom út í heftum í árunum 1886
– 1891. Hammershaimb fekk
góða hjálp frá øðrum í sínum
arbeiði við “Færøsk Anthologi”.
Hann heitti millum annað á
Jakob Jakobsen (1864 – 1918)
um at hjálpa til í tilevningini
av verkinum. Jakob Jakobsen
evnaði til alt annað bind, greiddi
frá bygdamálum og hjálpti til at
skipa mállæruna um.
Jakob Jakobsen vildi annars
hava eina heilt nýggja føroyska
stavseting, sum lá nærri tí ljóð
liga framburðinum. Hann kom
við uppskoti um nýtt skriftmál
í 1889, men hendan stavseting
in vann ikki frama í mun til
stavsetingina hjá V.U. Hammers
haimb.
Ein heiðraður maður
Eingin ivi er um, at V.U.
Hammershaimb hevur havt
ótrúliga stóran týdning fyri
føroyska málið, samleikan og
samfelagið yvirhøvur. Tí er tað
honum eisini væl
unt, at vit hvørt ár á
móðurmálsdegnum
viðurkenna hansara
brøgd, umframt at hann
eisini verður heiðraður
upp á aðrar mátar.
V.U. Hammershaimb
er eitt nú avmyndaður
á tí gamla føroyska
100-krónuseðlinum og á
frímerkjum. Haraftrat
eru tvær standmyndir til
minnis um hann; onnur
er í Sandavági, og hin er
í Havn.
PATURE@SOSIALURIN.FO
TEMA: V.U. Hammershaimb 200 ár
Mánadagin eru 200 ár liðin, síðan faðirin at føroyska skriftmálinum
varð føddur. V.U. Hammershaimb var undangongumaður og slóðbrótari,
og uttan hann er ivasamt, um nakar hevði tosað føroyskt í dag
V.U. Hammershaimb 200 ár
200 ár síðan:
V.U. HAMMERSHAIMB
TRYGGJAÐI FØROYINGUM
SKRIFTMÁLIÐ
Sunnudagin 24. mars verður
Sandavágur, har vøggan hjá
V. U. Hammershaimb stóð,
karmur um hátíðarhald um
faðirin at føroyska skrift
málinum.
Hátíðargudstænasta í
sambandi við 200 ára dagin
verður í Kvívíkar kirkju
sunnudagin, har Jákup
Reinert Hansen prædikar,
og Tórshavnar manskór lut
tekur.
Føðingardagurin verður
eisini hátíðarhildin við
einum tiltaki leygardagin
23. mars í gomlu Nes Kirkju
og Gamla Prestarði á Nesi, ið
Hammershaimb sjálvur tók
stig til at byggja, og sum stóð
liðugur í 1863.
Mánadagin 25. mars á
móðurmálsdegnum skipa
Málráðið og Føroyamáls
deildin á Fróðskaparsetur
Føroya fyri hátíðarhaldi
til heiðurs og minnis um
Hammershaimb.
Ein vísindaligur partur
verður í Kongshøll í Sjóvinnu
húsinum á vestaru bryggju
í Havn, har føroyskir og
útlendskir fyrilesarar luttaka.
Um kvøldið verður skipað
fyri almennari kvøldsetu á
Reinsarínum í miðbýnum í
Havn við sangi, tónleiki og
upplestri.
Minnast
Hammershaimb
komandi dagarnar