Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. mars 2019 · Nr. 35 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KRISTIANNA WINTHER POULSEN KJAK SÍÐA 7 Móður­ málsdagur er mega nice! JÁKUP REINERT HANSEN PRÆDIKA SÍÐA 10-11 Í dag er móðurmálsdagur, sum vit halda, tí at hendan dagin var V. U. Hamm­ers­haimb – faðir føroyska skriftmálsins – føddur fyri júst 200 árum síðani. Dagurin hevur verið hildin á pláss­um á slóðini hjá V. U. Hamm­ ers­haimb, í Sandavági, har hann varð fødd­ur, í Kvívík, har hann varð prest­ur, á Nesi, har hann var prest­ ur og próstur, og í Havn, har hann vaks upp. Ofta verður sagt, at tað er fjant og fjas at hava ávísar dagar um hetta ella um hatta. Tað kann tað vera nakað um. Men endamálið við at seta móðurmálið í miðdepilin ein dag um árið er bæði at fagna móð­ ur­mál­i­num, men eisini at seta sjón­ eyku­na á ymisk viðurskifti, sum hava við móðurmálið at gera. Tó at onnur eisini eiga sín stóra lut í, at vit fingu varðveitt móð­ur­ mál­ið, so er tað í lagi, at V. U. Hamm­ ers­haimb er ímyndin av teim­um. Tí hann hevur havt so ó­met­a­liga stór­ an ment­anarliga týdn­ing. So tá vit á mariumessu á vári fagna V. U. Hammershaimb og mál­ i­num, so fagna samstundis øllum teim­um, sum hava gjørt sítt til at vit hava eitt heilt og vælvirkandi skrift­ mál á føroyskum. Kanska var tað av tilvild, at V. U. Hammershaimb í 1846 varð bið­in um at gera eitt skriftmál, so ganda­ rímurnar hjá Óla skúlahaldara kundu koma á prent í Danmark – á før­oysk­um. Men tað var so har, at søgan um endurskapta skriftmálið hjá teim­um tá um 7.000 føroyingunum byrj­aði. Og væl varð sáað, tí vit hava í dag eitt vælvirkarndi talumál og skriftmál í øllum lutum, og tí skulu vit vera errin av. Best læra vit sjálvsagt málið við at arbeiða við málinum. Tað merkir, at børn­ini skulu læra at skriva mál­ ið væl, tey skulu læra at lesa máli­ð væl – men ikki minst er tað av al­ stór­um týdningi, at børnini læra at brúka mál­ ið á skrift og í talu. Tí hevur skrivi-­ og lesivenjing so stór­ an týdning. Í mong ár var trupulleikin at hava nóg mikið av bók­ment­um. Nú er størra av­bjóð­ing­in talgildu miðl­ ar­nir. Al­heims­fe­l­øg­nini handan hes­ ar miðl­ar hava tí­verri lítlan á­huga fyri smámálum, sum okkara. Og uppgávan hjá okk­um at tillaga teld­ ur, teldlar og snild­fon­ir tykist ov tung at lyfta. Prestur endurgav í prædikuni í kirkj­uni í Kvívík tekst hjá Hamm­ ers­haimb í Búreisingi hjá A. C. Ev­en­ sen í 1902. Hammershaimb skrivaði um »misljóð og samljóð« og hug­ leiddi um hjarta­streingir. Vit kunnu spyrja sum skaldið: »Hvat kann røra hjartastreingir?« Og svara: »Tað er móðurmóðurmál« MÓÐURMÁL OG HJARTASTREINGIR Jógvan vendir Tjóðveldi bakið Talgildir miðlar eru stór avbjóðing hjá móðurmálinum Nú byrjar av álvara at nærk­ast, at hol er ígjøgnum í Eyst­ur­oyartunlinum, tí nú rest­ar minni enn ein kilo­ metur eftir at spreingja. Í síðstu viku vórðu 128 metr­ar sprongdir í alt í Eyst­ur­oyartunlinum. Nú eru 10.296 metrar av 11.250 metr­um sprongdir. Móti Rók­ini resta nú 231 metr­ ar í at spreingja og mill­um Eysturoynna og Streym­ oynna 711 metrar. Í seinastu viku vórðu 46 metr­ar sprongdir av Hvít­ a­nesi móti rundkoyringini undir Tangafirði. Í alt eru nú sprongdir 4.876 metrar frá Streymoyarlandinum. Mótsattan veg, frá rund­ koyr­ingini móti Hvítanesi, eru 30 metrar sprongdir hesa vikuna. Á hesum tein­ i­num eru sprongdir 1.873 metr­ar tilsamans. Stytsti teinurin til ljósið er móti Rókini. Har vóru sprong­dir 52 metrar í síðstu viku, tilsamans 1.922 metrar, so nú resta 231 metrar eftir, áðr­enn komið er ígjøgnum. Nú eru 231 metrar eftir móti Rókini Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Við 28,7 prosent av at­kvøð­ unum gjørdist Tjóðveldi størsti flokkur á Eiði til løg­ tings­vali fyri fýra árum síð­ an. Talan var um eina fram­ gongd á 8,7 prosent ella 22 at­kvøð­ur. Ein av orsøkunum til góða úrs­litið var uttan iva, at mill­ um valevnini hjá flokkinum var borg­arstjórin á Eiði, Jógv­an í Skorini, ið gjørdist topp­skor­ari í bygdini við 58 at­kvøð­um. Men um flokkurin skal gera sama hál til næsta val, má allarhelst eitt nýtt valevni til. Á 1. upp­still­ing­arfundinum hjá Eysturoyar Tjóð­veld­ isfelag í farnu viku var hann ikki millum valevnini, ið kom á list­an, og við Miðlahúsið upp­lýsir hann, at hann still­ar ikki upp til komandi løg­tings­ val. Orsøkin er ein ó­nøgd við førda politikkin hjá flokk­ inum. – Eg havi tikið avgerð um ikki at stilla upp fyri Tjóð­ veld­is­flokkin. Eg eri samdur við stevn­u­skránni hjá flokk­i­ num, men ikki við ting­mann­ ingini, sigur Jógvan í Skorini við in.fo. Hetta er ikki fyrstu ferð, at borgarstjórin finst at førda politikkinum hjá flokk­inum. Áðrenn síðsta val gjørdi hann eisini greitt, at hann ynskti at umboða tað, ið hann kallaði góðan gamlan tjóð­veld­ ispolitikk. Men í dag hevur hann slept vónini um nakran broyt­ing í førda politikki, og á­sannar í staðin, at flokkurin er farin ov langt av kós. – Eg segði áðrenn síðsta val, at eg metti at flokkurin gekk skeivan veg. Men tað vísir seg, at tað er tørført at fáa broytt kósina. Tað hevur al­tíð verið ein bláari partur norð­an­fjørðs, ið hevur virkað sum ein mótvekt til Havnina. So­leiðis hevur tað verið langt aftur í tíðina. Men í dag má man bara siga, at tann part­ urin er vekk. Tað er slett ikki ein bláur partur longur í Tjóð­vel­d­isflokkinum, sigur Jógv­an í Skorini, og vísir á, at av­gerðin at lata Sonju Jógv­ ans­dóttir sleppa upp á listan í Eyst­uroynni, er bara enn eitt dømi um tað. – Nú tá man so velur at stilla helst reyðasta persón í Før­oyum upp í Eysturoynni, so má man siga, at tann blái pro­filurin, ið hevur ver­ið í Eyst­uroynni, er vekk, sig­ur borg­arstjórin, men und­ir­ strik­ar at avgerðin um ikki at stilla upp bleiv tikin langt áðrenn málið um Sonju Jógv­ ans­dóttir. Sambært borgarstjóranum hev­ur hann fingið fleiri áheitanir frá øðrum flokkum um at stilla upp, men hevur hann víst hesum frá sær. Í stað­in fer hann at miðsavna seg um at fáa eitt eiðisfólk á ting. –- Tað eg ynski allarmest er, at ein borgari í Eiðis komm­unu sleppur inn. Man sær hvønn týdning tað hevur havt fyri onnur støð í land­ i­num. Og um man skal fáa ein tingmann til bygdina, so mugu eiðisfólk standa saman um tað valevnið, sigur Jógvan í Skorini. Spurdur um tað merkir, at tað er líkamikið hvønn flokk við­kom­andi stillar upp fyri, er fyrr­verandi valevni fyri Tjóð­ v­eldi skjótur at svara. – Fyri so vítt, ja. Tað er so lítið skil á politikki í dag, at tað ræð­ur bara um at fáa eitt val­evni í bygdini inn á ting, Hvat kann røra hjarta­ streingir