Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 1. desember 2004 39 Mikudagin 01.12.kl. 1830 Mikudagin 01.12.kl. 2200 Hósdagin 02.12.kl. 1830 Hósdagin 02.12.kl. 2200 Mikudagin 01.12.kl. 2045 Hósdagin 02.12.kl. 2045 Mikudagin 01.12.kl. 1930 Hósdagin 02.12.kl. 1930 Frumsýning fríggjadagin 03.12. – Billettprísur 55,- kr. HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Mikudagin 01.12.kl. 1600 Hósdagin 02.12.kl. 1600 – Seinasta sýning KOMANDI FILMAR Frumsýning fríggjadagin 03.12. Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Skúlakonsertir í allari Suðuroynni Tann 1. desember og tann 8. desember verða sannir jólatón- leikadagar í Suður- oynni, tí tá fara mus- ikkskúlanæmingar at ferðast kring oynna at spæla.Byrjað verður 1. desember í bygdun- um í norðaru helvt á oynnni TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Rættilig ferð er komin á tónleikalívið innan musikk- skúlan í Suðuroynni og hetta fer at merkja jóla- mánaðin. Næmingar fara at ferðast á allar skúlar í oynni at leika jólatónleik og á kvøldi verður konsert fyri foreldrum og øðrum áhug- aðum. Skráin er hon sama báðar dagarnar. Byrjað verður 1. desember við at vitja allar skúlar í norðaru helvt av Suðuroynni og á kvøldi verður konsert í høllini í Trongisvági klokan 19:30. Tann 8. desember verður spælt í øllum skúlum í syðru helvt í Suðuroynni og klokkan 19:30 er konsert í Vágs Skúla fyri foreldrum og øðrum áhugaðum. Leiðslan í danska flogfelagnum DAT bjóðar føroyingum tilboð, sum ikki eru sædd her á leiðum fyrr. Tað er tí, at eing- in, sum fyrr hevur flogið á Føroyarutuni, hevur havt áhuga í at koma við slíkum til- boðum fyrr, sigur stjórin FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Tað er einki forgjørt í at bjóða ferðaseðlar út fyri næstan einki. Tað ber seg ikki, men tað var heldur ikki meiningin. Vit hava fingið hesi tilboðini góð- kend, og tað er so bara ein tænasta til viðskiftafólkini, sum eingin, ið fyrr hevur flogið upp á Føroyar, hevur verið áhugaður í at bjóða fólki, sigur Jesper Rung- holm, stjóri á Danish Air Transport, sum um jólini fer at flúgva nakrar túrar millum Danmark og Føroyar. Flestu føroyingar munnu hava gingið í teirri »saligu« trúgv, at av tí, at talan er um sonevnda »koncessións- rutu«, hevur ikki veirð møguligt at bjóða lágprís- tilboð til kundarnar. Men soleiðis er ikki, sambært stjóranum í DAT, Jesper Rungholm. – Vit hava søkt um at sleppa at bjóða nakrar ferðaseðlar út fyri heilt lágan prís, og tað hava vit fingið loyvi til. At tað ikki hevur verið gjørt fyrr, fái eg bara til, at tey bæði feløg- ini, sum fyrr hava flogið her, hava gjørt av sínámill- um, at soleiðis skuldi tað vera. Mín meting er, at tað hevur ikki verið nakar ser- ligur vilji til at bjóða slík tilboð. Feløgini hava samst um at býta ferðafólkini millum sín, og so hava tey bara hildið ein fastan prís, sum tey kunnu hava verið samd um, sigur hann. Magni Arge, stjóri á At- lantsflogi, ásannar, at hasar prísirnar, sum Jesper Rung- holm nevnir og bjóðar út, hava tey hjá Atlantic ong- antíð hugað um. – Tað er eitt sindur øðr- vísið, tá tú situr við eini rutu, sum tú skalt røkja hvønn dag, enn tá tú kemur inn á ein marknað og bara ætlar tær at vera har í eina viku í fyrsta umfari, sigur hann. Tí ber hatta til hjá teimum. Men tað hevur einki við forrætning at gera, tí hatta ber ongan kostnað av flúgvingini, sigur Magni Arge. Og tað váttar Jesper Rungholm eisini. Tí tað hevur ongantíð verið ætlan- in, at hetta skuldi geva nak- að yvirskot soleiðis. – Hasar fáu, bíligu ferða- seðlarnar bjóða vit út fyri at fáa umtalu. So einfalt er tað. Nú skulu vit royna hetta og so gera okkara eft- irmetingar, áðrenn vit fara at taka støðu til, um vit fara at byrja regluliga flúgving upp á Føroyar, sigur hann. Magni Arge sigur, at hjá teimum er hasin tankin tó ikki heilt fremmandur. Okkurt, sum líkist hasum hevur verið roynt á Íslands-, Noregs- og Bretlandsrutun- um, og møguleiki er fyri, at tað verður víðkað eftir nýggjár, sigur hann, og letur líkasum »hanga í luftini«, at tað kanska í famtíðini fer at bera til at fáa bíligar ferða- seðlar til Danmarkar við Atlantslogi eisini. Føroyingar hava goldið ov nógv Jesper Rungholm, stjóri á Danish Air Transport, sigur, at DAT burturav brúkar bíligu ferðaseðlarnar sum agn fyri at fáa umtalu. Hatta er ikki nakað, sum ber nakra rutu, sigur hann. Men hann heldur ikki, at flogfeløgini, sum fyrr hava flogið upp á Føroyar, hava verið áhugað í slíkum tilboðum Mynd: Jens Kristian Vang