Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Nú valini bæði, til Fólkating og Løg­ ting, nærkast, gerast søgurnar fleiri um fólk, sum vilja sleppa sær fram­ at so ella so. Vit høvdu tó eina søgu her í blað­num um borgarstjóran á Eiði, sum ikki long­ur vil vera tjóð­veldis­ mað­ur. »Flokkurin er ov vinstra­ hall­ur«, segði eið­is­maðurin, sum hev­ur ver­ið hart ímóti LGBT linj­uni hjá Tjóð­veld­i­num og fiski­vinnu­pol­ i­tikki floks­ins. Hann vildi í samrøðu við sjón­ varp­ið vera við, at tað ikki longur er pláss fyri teimum bláu í Tjóðveldi, sum er farin at savna seg um eina vinstr­a­sinnaða kliku í Havn. Nú skulu vit ikki fara at taka dag­ar ímillum, hvørji eru røtt tjóð­ veld­is­fólk. Men at tað krevur nakað av monn­um og kvinnum at slíta eitt land úr einum stórum felagsskapi man bretsk­ur politikkur í hesum døg­um vera besta dømið um. Formaður Tjóðveldis tók ikki í egn­an barm í sjónvarpinum mán­ a­kvøld­ið, men helt fast við, at tað sum flokk­urin ger er at fyrireika loys­ing­ina. – Sjálvt tað at hava yvirskot á fíggj­ar­lógini er at fyrireika loys­ing­ ina, segði hann. Og tað kann saktans vera ein sann­leiki í tí – um enn við modi­fik­ a­tión­um. Tí um tað er rætt, at eitt hvørt yvirskot er liður í at loysa Før­oyar úr danska ríkinum, so legg­ur Sam­bandsf­lokkurin eisini sín neista til hin sama eld. Loysingin er helst ring at fáa eyga á. Ikki bara tí, at aðrir flokkar á tingi ikki taka undir við henni. Men tað vísir seg, at hvørja ferð loys­ing­ in á onkran hátt tykist nærkast, so hokna loysingarfólk í kongunum, eins og brexit-rørslan í Bretlandi í hesum døgum. Vit sóu tað eftir kríggið, tá Fólka­flokk­urin »sveik« loysingar­ rørsl­una. Úrslitið var Tjóðveldi. »Svik­in« fólka­floksfólk eru uppruni Tjóð­veldis, og tí er tað kanska ikki so løg­ið, at summmi tjóðveldisfólk eru »blá«, sum eiðismaðurin málbar seg. Men vit sóu tað eisini í 2000, tá vit vóru so nær loysingini, at meir­ i­luti á tingi var fyri at taka full­ veldi – tá hoknaðu kreftirnar aft­ur. Kanska tað er tað sama, sum hend­ ir hjá eið­is­manninum og teimum kreft­u­num, sum mótarbeiða Tjóð­ veld­i­num innanífrá. Borgarstjórin á Eiði kemur so ikki nærri loysingini við at stuðla Miðflokkinum at fáa eiðismannin Tord Niclasen aftur á ting. Sambandsfólk hava tí einki at óttast, tí loysingin kemur so í øllum førum ikki tí, at ein meiriluti á tingi ætl­ar at kvetta við ríkið. Loysingin kemur kanska, tá hon er ein avleiðing av áhaldandi skila­góð­um pol­i­tikki fyri land og fólk. Kanska kemur hon tá sum ein av­leið­ing heldur enn sum eitt endamál? Vit fáa onga loysing av innanhýsis klandri og stríði RÆTTAN FLOKK ELLA HURÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Nei takk til oljuna INGILÍN D. STRØM KJAK SÍÐA 10 Vilt tú hava písk ella gularót? HANUS SAMRÓ KJAK SÍÐA 10 Sambært tøl­um hjá vága­port­al­i­ num er in.fo størri enn portal.fo og nógv størri enn vágaportalurin Teir báðir feðgarnir á Vág­a­ port­al­i­num hava eitt ambi­ val­ent forhold til fakta. Um dagarnar hava teir gjørt eina kann­ing av, hvør tíð­ inda­heima­síða er hin størsta Føroyum. Eftir at hava kannað síni egnu tøl og ringt til Portalin og spurt um teirra tøl, eru teir komn­ir til ta nið­ur­støðu, at port­al.fo hev­ur 25.000 fleiri brúk­arar um vikuna enn Vága­port­al­ur­in. Teir koma eisini til ta nið­ ur­støðu, at harvið er portal.fo tann tíðindasíðan í Før­oy­um, sum er størst við 70.000 vitj­ an­um eina ávísa viku í mars­ mán­aði. Sambært blaðstjóranum á Vága­portalinum, Gunn­ari Skúv­adal, so eru mát­ing­ar­nar gjørdar frá 13. til 19. mars. Vit í Miðlahúsinum hava kannað tølini hjá in.fo fyri sama tíðarskeið og kunnu stað­festa, at in.fo liggur langt framm­an fyri port­al.fo í vitj­ an­um øll sjey­dag­a­skeiðini í mars­mán­aði, oman fyri 76.000 brúk­ar­um fyri vikuna. So um vit samanhalda kann­in­g­ar­ar­beiðið hjá Ólavi í Beiti og Gunnari Skúvadal av les­ar­um hjá portal.fo og vága­ portalinum kunnu vit stað­ festa, at in.fo hevur mun­andi fleiri brúkarar, enn port­al.fo og vágaportalurin. Um nakar annar miðil eis­ ini er størri enn portal.fo, vita vit ikki, tí vit kenna ikki tølini. Men tað skal vera løgið, um ikki kvf.fo og nordlysid.fo ikki hava fleiri enn hasar 40.000 brúk­ar­ar­nir um vikuna, sum vága­port­alurin hevur. Hóast tað kann vera stutt­ ligt at vera fremstur og størst­ ur, so eru tøl tó so laga­lig. Huga­ligari er at gera sítt besta at veita eina góða og á­lít­andi tænastu, gera góð­an journ­a­ listikk, sum les­ar­in hevur álit á, sum er okkara mál. Vágaportalur avdúkar: in.fo størsti miðil í Føroyum Fakligi áhuga­ bólk­urin hjá sjúkra­røkt­ar­um skip­ar í næstum fyri temadegi um krabba­mein Tann fakligi áhugabólkurin fyri sjúkr­ar­øktarfrøðingar inn­an hetta evnið, Fá2, skipar fyri temadegi í veitsluhøllini á Landss­júkrahúsinum tann 11. apríl frá 8:30-15:30. Evnið í ár verður etikkur og and­a­lig umsorgan til álv­ ar­sliga sjúka krabba­meins­ sjúkl­ing­in. Undirvísari verð­ur Rita Niel­sen, sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ ing­ur og rit­høv­und­ur. Hon hev­ur skrivað fleiri bøkur um hetta evnið sum t. d. Vent­e­ værelset – end dø­end­es for­ tæl­ling om livet” og “Det nød­ ven­d­ige nærvær”. Hennara boðskapur kann í stutt­um lýsast við hesum regl­um: At arbejde med alvorligt syge og døende mennesker kan være meget givende og men­ings­fuldt. Men det er til­ lige ud­fordr­ende og kræver høj grad af faglighed og med­ men­n­esk­e­lig­hed. 'Livets af­ slutn­ing' giver gode bud på, hvor­d­an man kan give en god og vær­dig omsorg, pleje og be­ handl­ing af alvorligt syge og dø­ende mennesker. Meira kann verða lisið um Ritu á heimasíðuni www. ritanielsen.dk. Byrjað verður kl. 8,30 við morg­unmati. Annars er skrá­in henda: Kl 9:00-10:15: Hvussu er at vera álvarsliga sjúkur og doyggjandi? Kl 10:30-11:45: Etikkur og etiskar tvístøður í krabbameinssjúkrarøkt? Kl 11:45-12:30: Døgurði Kl 12:30-15:30: Andalig umsorgan - hvussu veita vit hana? Temadagur um krabbamein Við 70.000 brúkarum um vikuna eru vitjanirnar hjá portal.fo minkaðar við 30% síðani 2011, tá Miðlahúsið rak portal.fo