Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tey, sum hava skrivað seg upp til íbúð á Biskups­ torgi í Klaksvík, hava nú fingið bræv um, hvat nummar tey eru í longu røð­ini av áhugaðum, sum vilja sleppa inn her at búgva. Í brævinum fingu fólk eisini at vita, at íbúðirnar skuldu vísast fram í gjár, týs­dagin hin 26. mars frá klokkan 10-13, og síðan verður ein rundvísind eisini hósdagin hin 28. mars frá klokkan 15 til 17. Tað var sjálvs­ognar­ stovn­urin Kráarbrekka, sum læt íbúðirnar byggja, og tað eru Bústaðir, sum leiga tær út. Íbúðirnar eru ymiskar í stødd – heilt úr stívliga 71 fermetrum og upp í stív­liga 142 fermetrar hvør. Prísurin, sum Bústaðir skulu hava fyri at leiga út íbúðirnar, liggur úr 5.600 krónum og upp í 10.900 krónur, umframt at gjaldast skal fyri orku­ nýtslu. - Tá leigusáttmálin verð­ur undirskrivaður, skal eisini gjaldast eitt depos­i­tum, sum svarar til tríggjar mánaðarleigur, siga tey hjá Bústøðum. Stórur áhugi Í gjár, tá íbúðirnar í Biskups­torgi vórðu víst­ ar fram, var hópur av fólki og hugdu eft­ir sín­ um møguliga fram­tíðar­ bústaði í miðbýnum í Klaks­vík. Áhugin at sleppa inn er stórur, og sambært Bú­støðum verður klárt at flyta inn í íbúðirnar hin 1. mai í ár. Hjá Bústøðum siga tey, at tað eru 357, ið hava fingið tilboð um at leiga eina av hesum íbúðum. Talan er tá um tær 30 íbúðir­nar í Biskupstorgi og tríggjar nýggjar íbúðir, sum eisini eru um at verða klárar at flyta inn í norðuri í Hvannasundi. - Ynskir tú at hava møgu­leikan at leiga eina av hesum íbúðum, skalt tú boða okkum frá innan á middegi mánadagin hin 1. apríl. Hjá Bústøðum siga tey, at tá henda freistin er farin, hava Bústaðir eitt yvir­lit yvir limir, ið ynskja at leiga hesar íbúðir. - Síðan verða íbúð­ir­ nar tillutaðar eftir bíði­ lista­num á tann hátt, at numm­ar 1 á listanum fyrst velur eina íbúð, numm­ar tvey velur síðan næst – og síðan tey, sum standa aftari í røðini. Bústaðir leggja aftrat, at um fólk tríggjar ferðir ikki lata við seg koma, tá tey fáa tilboð um bústað, verða hesi sett sum hvíl­ andi limir. - Men, hesi kunnu tó til eina og hvørja tíð boða okkum frá, at tey aftur ynskja at vera søkjandi limur, verður lagt aftrat. Eisini í Hvannasundi Í Hvannasundi hava Bú­ staðir eisini lati byggja tríggjar eins raðíbúðir, sum eru 84 fermetrar stór­ar og eru innrættaðar við duri, køks-/ alrúmi, baði­rúmi og tveimum sovi­kømrum. Úr durinum er atgongd til øll onnur rúm í íbúðini. Her eru góð park­eringsviðurskifti, og bilur fæst til dyrnar. - Allar íbúðirnar eru rørslu­vinarligar.  Tær liggja í friðarligum og barnavinarligum um­ hvørvi niðan fyri gamla skúla í Hvannasundi, tætt við lendingina, og úr íbúð­unum er gott útsýni. Hjá Bústøðum vísa tey á, at íbúðirnar verða til­ lutaðar eftir vanliga bíði­ listanum, og tær eru egn­ aðar at búgva í hjá fólki við rørslutarni. - Mánaðarleigan er 5.900 krónur um mánaðir, umframt at galdast skal fyri orkunýtslu. Tá leigu­ sátt­máli verður undir­ skriv­aður, skal gjaldast eitt depositum á 17.700 krón­ur, svarandi til tríggj­ar mánaðarleigur, verður lagt aftrat. MÁNAÐARLEIGAN ÚR 5.600 UPP Í 10.900 KRÓNUR UM MÁNAÐIN - Aftrat leiguprísinum skal gjaldast fyri orkunýtslu, og tá leigusáttmálin verður undirskrivaður, skal eisini gjaldast eitt depositum, svarandi til tríggjar mánaðarleigur, siga tey hjá Bústøðum Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen TÍÐINDI Bústaðir hava nú 30 íbúðir til leigu í Biskupstorgi í Klaksvík – og tríggjar íbúðir í Hvannasundi Mynd: Dávur Winther