Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðirnar broytast innan el- yrkið Philips og Install sp/f hava skrivað undir avtalu um, at In­ stall sp/f skal vera Philips Add­ ed Partner í Føroyum. Við at brúka LED-ljós hava vit fingið møguleika at spara pening í rakstrinum av ljós­skip­anum. LED ljós krevja nevnilig nógv minni orku enn tey vanligu ljós­ini. LED-tøknin saman við stór­um framburði á øðrum tøkni­ligum økjum, gevur heilt nýggj­ar møguleikar við ljós­ skip­anum. Stórur partur av okkara el- orku verður enn framleiddur við fossilum brennievni, og nú el-bil­arnir av álvara kunnu vænt­ast at vaksa í tali, og eftir­ spurn­ingurin eftir el-orku fer at veksa nógv, mugu vit, fyri at verja umhvørvið, spara orku har vit kunnu. Nú eru nøkur ár síðani LED- tøknin kom fram, men enn eru bert 20% av ljósunum í heim­ in­um skift til LED. So tað er lang­ur vegur á mál áðrenn øll ljós eru skift til hesa orku­spar­ andi ljós-tøkni. Við at skifta frá vanligum ljós­keldum til LED-ljóskeldur, kunnu vit spara nógva orku. Har­aftrat kunnu vit spara nógva orku við at stýra ljós­un­ um á ein skilagóðan hátt. Hetta merkir, at ljós ikki long­ ur bert er ein hillavøra, sum ein bara keypur og setur upp. Í dag og í framtíðini fara ljós at vera "klók", samanbundin, bund­in í alnótina og stýrd á ein skila­góðan hátt. Við nýggju tøkn­ini verða ljósinstallatiónir gjørd­ar á heilt annan og nýggj­ an hátt, og hetta merkir fyri el­ ektr­ikarar: Nýggjar tíðir. Philips er á fleiri økjum nógv tann størsti og fremsti ljós­ fram­leiðarin í heiminum. Teir hava tikið menningina til sín og eru komnir fram til, at av tí, at skip­an­irnar eru blivnar meira sam­ansettar, so mugu teir ar­beiða tætt saman við veit­ar­un­um. Fyrr framleiddu teir ljós og seldu um alla verð­ ina í eskjum, í dag verður meira og meira farið yvir til, at veita ljós saman við stýri­skip­ an­um. Tí hevur Philips vent sær til Install og boðið okkum at vera við í teirra "Partner program", og harvið teirra forlongdi arm­ ur í Føroyum. Hetta merkir, at vit verða skúlaðir hjá Philips, og á tann hátt serfrøðingar inn­an økið. Innan okkara øki, hava vit longu sæð hesa menn­ ing. Vit vita, at elektrikara- yrkið kemur at broytast kom­ andi árini. Har tað áður skuldu leggj­ast veitingar til og upp­ seta vanligar ljósskipanir, verð­ur tað í framtíðini, har­um­ framt eisini talan um at seta upp klókar installatiónir og for­rita hesar, siga Svend V. Hentze og Jón Dahl frá Install sp/f. F.v.: Marcel Breaken frá Value Added Partner Manager, Morten Reimann frá Sales Manager, Public Outdoor, Svend V. Hentze og Jón Dahl frá Install sp/f. Spf Install - á Hjalla 7a - FO-188 Hoyvík - tel. 310882 - install@install.fo www.install.fo Philips og Install sp/f hava skrivað undir avtalu um, at Install er teirra Philips Value Added Partner í Føroyum