týsdagur 26. mars 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mars 2019 · Nr. 36
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyð Matras bloggar:
Eg havi spunnið í allan vetur,
- og onkur túrur hevur eisini
verið uttandurða. Eg eri komin
væl frá byrjan, - detti ikki so
illa longur og havi vant meg
við klikkskógvarnar. Men nú
byrjar tað av álvara, og vit hava
havt okkara fyrstu test.
Næstan ikki blundað
Leygarmorgun 19. januar 2019.
Klokkan er farin av 8.00. Vit
eru á veg til Havnar, - fjøllini
eru flekkut, - tað hevur regnað
í alla nátt. Kalt er, og krapi
liggur fram við vegjaðaran.
Temperaturmátarin í bilinum
vísir tvey hitastig, tá vit koma
til Hvalvíkar. Tummas koyrir og
eg siti og durvi. Gulu súkklur
nar hanga aftanfyri á bilinum.
Eg havi næstan ikki blundað
á náttini. Spent og eitt sindur
fjálturstungin áðrenn mína
fyrstu
test.
Mínar
ringu
svøvngávur verða helst mín
størsta avbjóðingin á ferðini.
Eg havi ligið og vent og dreyað
mær í songini, og lurtað eftir
vindinum og snorkinum hjá
Tummasi - eg ilskist inn á
veðrið og inn á hann. Hvussu
skal hetta fara at ganga? - Áh,
mær leingist eftir dýnuni....
Eg havi hug at angra, men sigi
tað ikki hart. Hetta er óða
mannaverk.
Spentir súkklarar
Klokkan nærkast 10, tá vit
steðga uttan fyri Eysturskúlan.
Her er longu fult av bilum, fólk
og súkklum. Í gulum jakkum og
hjálmum rigga tey súkklurnar
til. Onkur stendur og bankar
kava undan klikkskónum.
Vit heilsast - nøkur háls
fevnast. - Góðan morgun: Nú,
hvussu stendur stendur til....?
Nei, eg eri ikki einsamøll um at
vera spent. Humørið lættnar.
Eg kenni angan av kaffi koma
rekandi út frá tí, sum helst
er lærarastovan á skúlanum.
Servis-liðið er uppá pláss. Ein
brúnakaka stendur á borði
num. Eg fái mær ein bita við
kokus omaná.
Í Team Rynkeby eru vit øll í
sama báti, - Gaman í, onkur er
betri fyri enn annar, men øll
vita, hvussu tað kennist fyrstu
ferð.
Áh, dett suss.....
Alt verður fiksað
At vera liðskipari í slíkum hópi,
krevur eina sterka rødd, Rúni
Juul er lærari og hevur góðan
autoritet. Í dag skulu vit læra at
súkkla í tveimum rekkjum og
halda hóskandi frástøðu. Tey
royndu skulu læra tey nýggju.
50 súkklarar, - klárt er at
fara avstað. - Nei, 49, - ein hevur
gloym sín hjálm og er farin
heim eftir honum. Vit bíða.
Altíð okkurt. Sjálv havi eg onga
lykt.
Men alt verður fiksað, fólk
eru vinarlig. Vit skulu hetta
saman. Kim hevur eina eyka
lykt við, sum eg læni.
Hví ikki loysing
og samband?
Eg havi tunguna mitt í munn
inum, tá vit koyra avstað, - út
úr Havnini á veg til Hósvíkar. –
Konsentratión. - Tað ræður um
ikki at taka óráð fyri.
Í Hósvík er steðgur.
Enn
er
alt
eitt
sindur
rokaligt, og eg kenni als ikki
øll. Práti við eina konu á servis-
liðnum. Hon er mamma, omma
og langomma - nei, tað sæst
ikki aldur á henni.
Heimaftur er kalt. Mót
vindur. Eitt groft vátaslett
ingsæl roynir at køva mín
eldhuga. Í onkrari brekku
knípur at halda ferðina. Vit
hava lært, at um tað dragnar
millum súkklararnar, skal
rópast: Deiling! - So slakkar
tann fremsti ferðina, og tá fast
er aftur, verður rópt: Samling!
Men er hetta ikki eitt sindur
danskt?
Eg fløkist í orðunum og
hugsi: Hví ikki rópa ,,loysing”, -
tá tað slitnar og ,,samband” tá
fast er aftur?
Soleiðis fara tankarnir av
stað við mær. Vit práta, onkur
skemtar.
Ótolin – men
smílandi bilførari
Eg havi hoyrt onkran siga: Tá
gulu súkklurnar eru komnar út
á vegin, er várið í nánd.
Komin niðan á Sandvíka
hjalla eru vit atvoldin til eina
heldur langa kø av bilum,
sum stendur og bíðar. Eg fái
eygnasamband við bilførara,
- hann sýnist ótolin, trummar
fingrarnar niður í rattið. Eg
smílist. Hann smílist aftur.
Vónandi fegnast bilførar
arnir eisini um gulu súkklurnar
á vegnum.
Vit koma oman í Havnina
í øllum góðum. Bert seinasta
strekkið er eftir. Brekkan
niðan til Eysturskúlan. Mann
hon minna um Huy?
Eg herji á hana, - sitandi.
Dugi ikki so væl at standa uppi
og súkkla, - enn.
Testin er endað. 54 kilo
metrar. - Miðalferðin er 21 kilo
metrar um tíman. Liðskiparin
er nøgdur . Eisini eg.
Men...
Dagin eftir fari eg á kafé og ein
kona spyr:
-Nú,
hvussu
gongst
at
súkkla?
- Finasta slag. Eg eri errin og
reypi um testina.
- Tú ert ófør, sigur hon og
spyr: - Hvussu langt skulu tit
súkkla, tá tit fara til París?
- 80 kilometrar um dagin,
svari eg, men fari so at ivast. Eg
spyrji Tummas. Hann hyggur
at mær, sum um eg var dottin
av mánanum: - 80 kilometrar
um dagin...?
- Tú skalt súkkla umleið
200 kilometrar um dagin,- sjey
dagar í trekk!!!
Eyð Matras
P.S Gott at hava í huga: Ein
skal ikki gloypa allan hvalin,
men bíta ein bita í senn.
P P. S. Mur de Huy er ein
øgiliga brøtt brekka í Belgia,
sum øll ynda at tosa um og
óttast. Tummas sigur, at tá eg
klári Bumshamarsbrekkuna
og Norðadalsbrekkuna, – klári
eg eisini Mur de Huy. Livst so
spyrst.
TEAM RYNKEBY
Bloggur:
EYÐ SÚKKLAR
FYRSTU TESTINA
So hevur Eyð Matras verið til fyrstu
testina hjá Team Rynkeby Føroyum 2019.
Seinast greiddi hon frá avbjóðingini
við klikkskóm. Nú hevur hon sett seg
á súkkluna og skal súkkla test…
Hon er nýggj í Team
Rynkeby Føroyar
og bloggar um lívið
sum Rynka. Maðurin,
Tummas Joensen, hevur
verið við fyrr. Saman
eiga tey børnini Tóru
og Flóvin. Tóra fekk
krabbamein í høvdið
og var ein av teimum
TRF ynskti at hjálpa,
tá tað varð sett á stovn
í 2014. Tóra doyði árið
eftir seytjan ára gomul.
Eyð Matras er 55 ára
gomul, - journalist
og sjónleikari og
býr í Klaksvík.
Um Eyð Matras: