týsdagur 26. mars 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MARS 2019
4 KVEIK
Innrætting í Føroyum:
VIT VÍSA AT VIT ERU FØROYINGAR
- Okkum dámar væl seyðaskinn, og vit binda við føroyskum tógvi. Vit
hava enntá myndir av seyði hangandi uppi á veggunum við einum
blómukransi á heysinum, sigur innanduraarkitektur, Gunnbjørg
Gunnbjørgsdóttir, um serføroyska mátan at innrætta seg uppá
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
At føroyska mentanin er serstøk sæst týðiliga aftur í
heimunum hjá okkum føroyingum. Ein reyður tráður sæst
aftur í mátanum, vit í høvuðsheitum innrætta okkum uppá.
Hetta staðfestir Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir, sum
er útbúgvin innanduraarkitektur. Hon hevur í fleiri ár
ráðgivið og hjálpt privatfólki, fyritøkum og stovnum við
at innrætta. Gunnbjørg kallar føroyska mátan at innrætta
seg uppá fyri nationaltraditionellan.
- Vit eru nokkso føroysk, tá tað kemur til at innrætta,
og okkum dámar væl at vísa, at vit eru føroyingar, sigur
Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir.
SIÐBUNDIN OG TJÓÐSKAPARLIG
Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir vísir á nøkur dømi, sum
nógvir føroyingar brúka fyri at fáa tann føroyska
samleikan inn í heimið.
- Okkum dámar væl seyðaskinn, bæði sum teppi og
pútur. Fleiri okkara velja føroyskt grót fram um útlendskt
grót, og hetta síggja vit eitt nú í klokkum. Vit binda við
føroyskum tógvi, og vit hava enntá myndir av seyði
hangandi uppi á veggunum við einum blómukransi á
heysinum, sigur hon.
Tað sama sæst aftur í málningunum í føroysku
heimunum, sum í allar flestu førum eru gjørdir av
føroyskum listafólkum.
- Málningarnir eru ofta av staðnum, vit eru uppvaksin
í. Býrt tú í Hósvík, so keypir tú sjáldan ein málning av
Mykinesi. Ein útlendingur er fyri so vítt líkaglaður, hvat
motivið er – bara so leingi, málningurin er vakur, vísir
Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir á.
VIT ERU FAMILJUKÆR
Føroyingar eru ógvuliga familjukærir, og hetta sæst
aftur í innrættingini hjá hópin av føroyingum. Tað er
týpiskt føroyskt at hanga myndir upp av dópsbørnum,
skúlabørnum, konfirmantum, brúdleypum og øðrum.
Samstundis hevur arvur nógv at siga í innrættingini.
Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir hevur koyrt runt alt landið
og innrættað fyri fólk, og hon hevur lagt merki til, at tað
ofta er øgiliga ringt hjá fólki at skilja seg av við ting, sum
tey hava arvað.
- Fyri summi kann tað gott vera ein sonn plága at koyra
okkurt burtur, sum onkur annar í familjuni hevur átt –
sjálvt um mann ikki dámar tað. Tað kunnu vera figurar,
myndir ella møblar, sigur hon.
Júst hetta er tað, sum er sjarman við føroyingum
og føroyska mentanararvinum í mun til vanar í øðrum
londum, har sentimentala virðið kanska ikki verður raðfest
líka høgt.
Mynd: FaroeSheep.com
Framhald á síðu 6