týsdagur 26. mars 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MARS 2019
6 KVEIK
Hvar er kreativiteturin?
OKKUM DÁMAR TAÐ SUM ØLL EIGA
- Tá mann sær okkurt, sum øll onnur hava, so er jú einki nýtt undir
sólini. Eingin hugsar “wauw!” um okkurt, sum mann sær umaftur og
umaftur, sigur Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir, innanduraarkitektur
Meðan føroyski mátin at innrætta seg uppá er serstakur
uppá sín egna máta, so innrætta vit okkum eisini nokkso
norðurlendskt. Serliga eru tað litirnir hvítt, svart og
grátt, sum ganga aftur í flestu heimunum, eins og í
norðurlendska stílinum.
- Vit eru nokkso bangin fyri pang-litum. Teir tríggir
litirnir, vit ræðast allar mest, eru appilsingult, pink og
myrkagrønt. Tá vit skulu hava okkurt annað enn tað
svarta, gráa og hvíta, so verður tað ofta til grønt og blátt,
og tað er simpulthen tí, vit liva í Føroyum, har vit hava
fjøll, himmal og hav, greiðir innanduraarkitekturin,
Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir, frá.
Tað kemur sjálvandi eisini kemur fyri, at onkur
innrættar seg heilt øðrvísi, men í høvuðsheitum velja
føroyingar teir somu litirnar. Frá sínum arbeiðslívi
veit Gunnbjørg, at fólk helst vilja hava hvíta ella svarta
køk, og tað hendir sambært henni umleið 85 prosent av
ferðunum.
- Hetta er í øllum førum tekin uppá, at vit eru bangin
fyri at stinga burturúr.
HALDA SEG TIL TAÐ SIKRA VALIÐ
Tendensurin við litum í innrætting gongur aftur, tá mann
hyggur eftir klædnamótanum.
- Tá mann letur seg í ein svartan kjóla, so er tað tað
sikra valið, tí mann sær altíð gott út í einum svørtum
kjóla. Men um mann keypir ein pinklittan kjóla, hugsar
mann, at so er vandi fyri, at liturin til dømis ikki passar
saman við restini av klæðunum. Føroyingar halda seg
ofta heldur til tað sikra valið, tí so gongur mann ikki galið
í býin.
Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir minnist, at ein dani, sum
selir klæði, einaferð við hana: “Nú koma føroyingarnir, nú
mugu tit finna tey svørtu klæðini fram!”.
ÓPERSÓNLIG INNRÆTTING LÍKA SUM GRANNIN
Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir heldur heilt einfalt, at
nógvir føroyingar innrætta seg ópersónligt, tí so nógv
fylgja við ymsu mótadillunum, sum koma og fara.
- Vit fella fyri nøkrum tingum, sum øll fella fyri. Vit
hava ein tendens at hyggja eftir, hvat grannin hevur, í
staðin fyri at hugsa, hvat einum sjálvum dámar.
Hon vísir á Royal Copenhagen stell og Kähler vasan,
sum eftir hondini hava eitt pláss í heimunum hjá hópatals
føroyingum og dønum. Ein onnur dilla var gallarílistar, og
einaferð skuldu øll hava lammelgardinur úr træði.
- Tað verður gjørt so nógv annað pent, hví skulu øll
keypa tað sama? Tá mann fer inn í heim í Føroyum, so
sær tað meira ella minni líka út í flestu heimunum, tí tað
eru tey somu tingini og sniðini, mann sær aftur, sigur
Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir.
- Tá mann sær okkurt, sum øll onnur hava, so er jú
einki nýtt undir sólini. Eingin hugsar “wauw!” um okkurt,
sum mann sær umaftur og umaftur.