týsdagur 26. mars 2019síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MARS 2019
18 KVEIK
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyrsti várdagur er farin afturum og kunnu fólk nú so
spakuliga gleða seg til summarið, ið stendur fyri durum.
Veðrið er longu batna og ringastu vetrarstormarnir tykjast
mest sum at vera eitt fjart minni, teir dagar tá sólin lívgar
okkum í nakrar tímar.
Men føroyingar vita eisini betri enn onnur, at neyðugt er
at gagnnýta og njóta teir tímar við góðum veðri til fulnar, ið
vit fáa. Og meðan tað áður hevur sæst aftur í, at føroyingar
streyma til strendirnar, upp á fjallatindar ella oman í býin,
so eru tað fleiri og fleiri, ið velja at innrætta síni heim
soleiðis, at tey kunnu gagnnýta tær fáu dýrabaru løtur við
góðum veðri, ið várið bjóðar.
- Hetta er eitt norðurlendskt rák, ið hevur funnið vegin
til Føroyar. Íslendingar hava leingi gjørt sær uttandura
rúm við heitum pottum. Tað er ein partur av teirra
mentan. Tað sama ger seg galdandi í Finnlandi, Estlandi og
londunum har á leiðum, har tey eisini hava eina siðvenju
fyri vælveruøkjum. Síðan hava danir, norðmenn og sviar
tikið hendan hugburð til sín. Vit føroyingar eru faktiskt tey
síðstu, ið eru farin at seta fokus á at skapa tað uttandura
rúmið, sigur sniðgevin Heini Weihe, ið hevur egna virkið
har hann millum annað ráðgevur føroyingum í innrætting
av heimum.
SÓLARGANGUR
Hann vísir á, at um man ynskir at innrætta sær eitt útirúm,
ið alt húskið kann fáa gleði av alt árið, so eru tað ymiskt, ið
man skal taka hædd fyri.
- Man má finna sær ein krók við læ frá vindi, góðum
sólargangi og um møguligt eitt útsýni. Tað snýr seg um at
finna tað optimala økið á tí matrikklinum, ið tú ert á. Tað
staðið, ið man fær størsta njótilsi at uppihalda seg á. Fyri
føroyingar snýr tað seg sum oftast um at gera eina terassu
har besti sólargangurin er, sigur hann.
Hann metir tó sjálvur, at tað týdningarmesta av hesum
trimum er at finna eitt stað við læ, so at man fær eitt
friðskjól frá vindinum, ið kann arga allar árstíðir.
- Lykilin er at finna læ. At finna eitt pláss at steðga
vindinum. Megnar man tað, so hevur man ein deiligan krók.
Eg havi gjørt onkur hús, har tað eru fýra terassur. Ein til
hvørja ætt og gevur tað møguleikan at flyta runt í samband
við sólargangin. Tað vil siga, at tað altíð er ein terassa, har
tað er læ, greiðir sniðgevin frá.
FLEIRI AKTIVITETIR
Tá man so hevur funnið sær ein krók, ið húski kann brúka
sum eitt útirúm, skal tað fyllast við onkrum eins og við
einum og hvørjum øðrum rúmi í einum húsi. Her er tað,
at føroyingar seinnu árini eru farin at fylla útirúmið við
alskyns virksemi.
- Føroyingar eru sum heild farnir at hugsa meira um
útilívið og sæst tað millum annað aftur í grilllívinum í
Føroyum, ið vindur meira og meira upp á seg. Tey flestu
hava ein uttandura grill í dag, men so eru tað summi, ið taka
tað eitt stig longri og gera sær eitt bál í havanum ella grava
matin niður í jørðina, sigur Heini Weihe.
Eitt annað, ið seinni árini er vorðið alsamt meira vanligt,
men sum fá untu sær fyri bara tíggju árum síðan, eru heitir
pottar. Hóast teir nærum eru partur av samleikanum hjá
okkara grannum fyri vestan, so hevur eingin slík siðvenja
verið í Føroyum.
- Heitir pottar og slíkt var sjáldsamt at síggja í
føroyskum heimum fyri nøkrum árum síðan, men nú er
tað vorði vanligt, at fólk keypa sær heitar pottar. Tað ger
tað møguligt, at njóta útirúmið sjálvt um tað er kalt, myrkt
og keðiligt veður, vísir hann á.
Millum aðrar møguleikar, ið Heini Weihe nevnir, um
man ynskir at at gagnnýta útirúmið betri, er eitt lítil bálstað
har børnini kunnu gera sneisabreyð ella eitt vakstrarhús í
havan.
ÚTIRÚMIÐ Í FOKUS
Sum heild metir Heini Weihe, at man í dag er farin at leggja
størri dent á útirúmið, og byrjar tað, tá húsini enn eru á
tekningaborðinum hjá arkitektinum.
- Útirúmið er farið at fylla meira, tá hús verða teknað.
Tað er eitt nógv størri fokus á hvat ringasta ætt er, hvussu
sólargangurin er og útsýni. Áður hevði man lyndi til bara at
seta ein kassa á eitt grundstykki, meðan man í dag teknar
húsini í samsvar við staðið. Tí um man skal hava eina altan,
nyttar tað jú einki, at hon vendir norðureftir. Tá fær man
lítla og onga gleði av henni, vísir hann á.
Ræðumyndin er hinvegin nøkur av teimum sethúsum,
ið fólk lótu byggja í 70'unum, har hædd slett ikki bleiv tikið
fyri umhvørvið runt húsunum.
- Tá var tað typiskt, at húsið lá á suðursíðuni á
stykkinum og allur havin lá í skugga. Tað gav onga meining,
men eg trúgvi, at man bara ikki hevur hugsað um slíkt tá.
Í dag roynir alsamt meira at skapa hesi terassuøkini, so at
man teir dagarnar, tá veðrið er til tað, hevur møguleikan at
seta seg útum, sigur hann.