týsdagur 26. mars 2019síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MARS 2019
20 KVEIK
Tekning: Eyðun Eliasen arkitektur (EYA)
LOFTSTOVAN
GER HÚSINI TIL
NAKAÐ SERLIGT
Uppi yvir Glyvursvegnum á Argjum
liggur nýggja útstykkingin Við
Klingurstjørn, har 48 grundøki eru
lutað út. Har er rættiliga komið glið
á nýbyggingina, og húsini stinga
seg upp í heilum har uppi. Á høgru
síðu, beint áðrenn ánna, stendur
hús nummar 12 - tey eru okkara.
Malan F. Justinussen
Áðrenn vit settu okkum við tekniborðið, vistu vit at vit
vildu hava eina hems ella okkurt slag av einari forskotnari
hædd í húsunum. Eyðun Eliasen arkitektur (EYA) hevur
fangað okkara tankar so væl og vit fullu beinanvegin fyri
flottu húsunum, sum hann teknaði til okkum. Hann hevði
teknað okkum eina hems – ella eitt útsýnistorn, sum onkur
hevur nevt tað.
Einaferð, mitt í byggingini, var tað upp á tal um vit
skuldu droppa hemsina. Hon kostar ikki onki at gera og
er ikki alneyðug at hava í húsunum. Men vit valdu tíbetur
at varðveita hana og eru so glað fyri avgerðina. Hemsin er
tað, sum ger okkara hús serlig og vit elska tað, sum er eitt
sindur øðrvísi. Har uppi fara vit at sita nógv og njóta tað
vakra útsýnið yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.
Vit ætla at hava eina blanding av kóntóri, bókasavni og
hugnastovu uppi á hemsini. Møguleikarnir eru óendaligir
og íblástur er nokk at taka av til hvussu tað skal innrættast
har uppi. Ætlanin er eisini at gera ein innbygdan bonk í
vindeygað við madrassu og pútum, har tað fer at vera so
hugnaligt at sita og hyggja heim á Havnina, nú vit fara at
gerast argjafrensar.
Inni á @justinussenhome á instagram kanst tú fylgja
við meðan vit byggja okkara dreymahús. Fylg við í
húsabyggingini og okkara hugleiðingunum og ætlanum
við húsunum. Sum børnini hjá okkum plaga at siga – støkk
inn gólv, kom inn í nummar 12.
Myndir: Pinterest