týsdagur 26. mars 2019síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
SOSIALURIN MARS 2019
KVEIK
Tað tók mær fleiri viiikur at bestemma meg til, hvønn lit eg skuldi velja. Mær dámar væl tað heilt ljósa ella gráligar litir, men nú prøvaði eg at gera ein køk, sum eg hevði ynskt, at
eg tordi at fáa mær in real life. Hevði eg havt tíðina og fleiri køkar av sama slag, so hevði verið stuttligt at roynt at gjørt ymiskar stílar.
Hetta var ein so hugnalig og stuttlig umvæling at gera.
EG HAVI BRÚKT:
•
DUGTIG spælikøk frá IKEA
•
Miðalfínt sandpappír (P240)
•
Máling frá Jotun Lady (Cashmere
10683, matt, 10) frá Colorama
•
Hvíta máling frá Colorama (hálvblankt
40)
•
Hvíta spreiðmáling frá Colorama
(Quick universal spray)
•
Málaraklistur
•
Tveir smáar penslar
•
Lítla málingarrullu
•
Leðurreim frá 2x3
•
Gullseymir frá 2x3
•
Hamara
•
Skrúvublað
SOLEIÐIS GJØRDI EG:
1.
Av tí, at eg valdi at mála ein lit á ovara part av køkinum og
ein annan lit á niðara part, so tók eg bara ovara partin av og
skrúvaði eisini borðplátuna av. Eg tók vaskið, kókiplátur og
kranan úr og skrúvaði handtøkini og skápshurðarnar av.
2.
So fór eg í holt við at pussa allar flaturnar eitt sindur við
sandpappíri, so málingin skuldi hefta betur. Eg brúkti eitt
miðalfínt sandpappír, so tað ikki bleiv so ruflut. Eg gav eisini
krananum, vaskinum og kantunum á kókiplátunum ein lítlan
umgang við sandpappírinum.
3.
Síðan vaskaði eg alt støvið frá sandpappírinum væl av
køkinum. Eg koyrdi málaraklistur á, har eg ikki vildi, at máling
skuldi koma á - plastikkið á skápshurðunum, tað svarta á
kókiplátunum, á ”rørið”, har krókarnir hanga og onkrastaðni
inni í skápunum eisini. Eg málaði bara botnin og síðurnar inni
í skápunum.
4.
Eg málaði alt tvær ferðir og okkurt tríggjar ferðir, eitt nú
borðplátuna og hillarnar við síðuna av ovninum (ella er
hatta ein mikroovnur?). Til kranan, vaskið og kantarnar á
kókiplátunum brúkti eg spreiðmáling og gav hesum tríggjar
umgangir við máling. Hevði eg gjørt tað umaftur, hevði eg
keypt okkurt slag av spreið, sum kundi forsegla, so tað helt
betur.
5.
Upprunaliga ætlaði eg at spreiðmála handtøkini hvít, men eg
droppaði tað. Eg endaði við at keypa eina leðurreim frá 2x3 og
nakrar fittar gullseymir at hefta tað við. Eg klipti reimina eitt
sindur longri, enn sjálvt handtakið var, so hon kundi boyggjast,
og tað bar til at taka um hana og lata skápini upp. Eg brúkti
fýra seymir til hvørt handtak og royndi at goyma holini, har
upprunaligu handtøkini vóru.
6.
At enda skrúvaði eg alt saman aftur – væl at merkja, tá alt
var væl og virðiliga tornað. Og tadaa – ein nýggjur spælikøkur.
Børnini í húsinum eru ovurfegin og spæla við køkin sum ongantíð fyrr. Vit fáa kaffimunn og ein døgurðabita í heilum úr nýggja køkinum. Tað er nokk ikki bara hjá mammuni, at
broyting frøir! Nógvur íblástur og sokallað IKEA-hack til henda køkin er at finna á pinterest, um tú skrivar ’IKEA DUGTIG hack’.
Góðan arbeiðshug!