hósdagur 28. mars 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Alsamt fleiri sambandsrøddir trína fram
á torg og siga, at løgmaður eigur tvinga
samgongufólk til ikki at taka undir upp
skotinum hjá løgtingsformanninum.
Seinastur í røðini er Helgi Abraham
sen, varamaður Sambandsfloksins á
Løgtingi.
Hann sigur soleiðis í lesarabrævi:
»Undir øllum umstøðum átti løgmaður
at víst seg sum ein samríkismann, og
kravt av Tjóðveldi, at uppskotið varð
tikið aftur«.
Hví í allari víðu verð skal løgmaður
krevja av løgtingsformanninum, at
hann skal taka uppskotið aftur? Hvørj
um gagnar tað?
Løgmaður hevur sagt í Løgtinginum,
at hann fer einki at gera og kann einki
gera, um so verður, at uppskotið verður
samtykt. Helgi Abrahamsen og onnur
bangin sambandsfólk mugu skriva sær
tað aftan fyri oyrað, at eitt hvørt tingfólk
hevur loyvi at leggja fram tey uppskot,
tey vilja fyri tingið. Nei, tað er ikki eitt
samgongumál at avtaka fólkatingssess
irnar. Men tað er so nógv annað, sum
heldur ikki er samgongumál sum verður
viðgjørt í løgtinginum.
Í roynd og veru hevur hetta upp
skotið einki upp á seg. Samríkisflokkur
ella ikki. Valla heldur fær tað undirtøku
millum øll tjóðveldisfólk. At tað skuldi
verið samtykt er óhugsandi, men ja,
sjálvandi er tað ein møguleiki.
Men tað hevði verið valdsmisnýtsla
av grovasta slag, um løgmaður hevði
kravt av løgtingsformanninum, at upp
skotið ikki skuldi verið viðgjørt. Tað
hevði verið ódemokratiskt. Og tað er
demokratiskt órógvandi, tá Helgi Abra
hamsen sigur, at »hetta hevði ikki gingið,
um Sambandsflokkurin átti løgmann«.
Her er nakað grundleggjandi misskilt,
um løgmaður skal ráða fyri, hvørji mál
verða vigjørd á tingi, har løgmaður ikki
ein gong kann vera limur!
Og skulu vit hava loysing, so er tað
júst í Løgtinginum, tað byrjar, og síðani
Føroyar fólk, sum skal taka ta avgerðina.
Eingin fornermaður løgmaður skal mis
nýta sítt vald at mótarbeiða tí. Avgerðin
er fóksins.
Ynskir fólkið loysing, so skulu vit
sjálvandi hava loysing.
Einki bendir á, at fólkið ynskir loys
ing, so ræddu sambandsmenninir
kunnu sláa kalt vatn í blóðið fyribils.
Virðir Sambandi fólkaræði í Føroyum?
29. MARS 2019
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Les meira á fmr.fo/starv
FULLTRÚAR TIL
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
Fíggjarmálaráðið, Tinganes
Postrúm 2039
FO-100 Tórshavn
Tlf: +298 35 20 20
fmr@fmr.fo
www.fmr.fo
Fulltrúi á lønardeildini
Høvuðsuppgávurnar eru at:
• ráðgeva almennum arbeiðsgevarum í arbeiðs- og setanarrættarligum
spurningum
• fyrireika og luttaka í sáttmálasamráðingum hjá landinum
• málsviðgera og tulka sáttmálar
• viðgera ósemjur millum sáttmálapartar
• tryggja holla vegleiðing og kunning um starvsfólkaviðurskifti
Fulltrúi í fíggjarmálum
Høvuðsuppgávurnar eru at:
• ráðgeva landsstýrisfólkinum og aðalstjóranum
• ráðgeva og leiðbeina aðalráðum og stovnum innan fíggjar-, roknskapar- og
grannskoðanarmál
• luttaka í at tilevna fíggjarlógaruppskot, eykajáttanaruppskot og uppskot til
játtanarkarmar
• tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir og rundskriv á málsøkinum
• gera uppskot til svar upp á fyrispurningar úr løgtinginum
STARVSLÝSING
Vit hava tvey avbjóðandi og spennandi størv, har uppgávurnar krevja royndir,
fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum ráðið varðar av.