Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MARS 2019 SOSIALURIN 37 24 KUNNGERÐ Broyting í býarskipanini og byggisamtyktini fyri Eysturkommunu Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit. Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 25. mars 2019 til og við 17. apríl 2019 á kommunuskrivstovuni. Broyting í byggisamtyktini fyri Leirvík fyri matriklarnar: 332, 361, 130, 128d og 128g og partur av vegnum P. Lýsing, verandi støða: Nevndu matriklar liggja sum: Miðstaðarendamál A, matr. 130, 128d og 128g, sum Sethúsaøki B, matr. 332 og 361 og partur av vegnum P. Lýsing um broytingina: Nevndu matriklar verða broyttir til: Almennir stovnar E. Broyting í byggisamtyktini fyri Leirvík fyri matrikul: Partur av 147d og 128h Lýsing, verandi støða: Nevndi matrikul liggur sum: Frílendi H. Lýsing um broytingina: Partur av nevnda matrikul verður broyttur til: Sethúsaøki B. Broyting í byggisamtyktini fyri Norðragøtu fyri matrikul: Part av 109a og vegin a Lýsing, verandi støða: Nevndi partur, av matriklinum, liggur sum: Fríøki H. Lýsing um broytingina: Parturin av nevnda matrikul, verður broyttur til: Sethúsaøki B. Broyting í byggisamtyktini fyri Gøtugjógv fyri matriklarnar: 35 og 26 Lýsing, verandi støða: Nevndu matriklar liggja sum Miðstaðarendamál A. Lýsing um broytingina: Nevndu matriklar verða broyttir til: Almennir stovnar E. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 08. mai 2019. Eysturkommuna 18. mars 2019 MENTANARSTUÐUL VÁRIÐ 2019 Fram til 10. apríl ber til at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og verkætlanir í Runavíkar kommunu. Runavíkar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul, og verður stuðulin útlutaður um várið og um heystið. Stuðulin er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og verk ætlanum í Runavíkar kommunu. Søkt verður við oyðublaði, sum kann takast niður á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu, www.runavik.fo. Freistin at søkja er 10. apríl 2019. Send oyðublaðið saman við frágreiðing og fíggjarætlan til runavik@runavik.fo. Reglugerðin fyri mentanarstuðulin sæst á www.runavik.fo Aðalfundur í Felagnum Blóðgeva Mikudagin 10. apríl 2019, kl. 19:30 verður aðalfundur í Felagnum Blóðgeva á Hotel Tórshavn. Skrá sambært lóg felagsins. Lóg felgssins er at finna á: https://gevblod.fo/felagid/vidtoekur/ Allir limir eru hjartaliga vælkomnir. Nevndin PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Elisabeth Maria Samuelsen, Tinghúsvegur 79, 100 Tórshavn, fødd tann 11. januar 1955, deyð tann 1. januar 2019, og fyrr deyða hjúnarfelaga Sørin Johannes Frederiksen, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 37/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 13. marts 2019.