mánadagur 1. apríl 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. apríl 2019 · Nr. 38
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Sjúrður Hildarson Hoydal
Eftir seinastu hálvfinalurnar
hjá monnum vóru av miku
kvøldið,
gjørdist
greitt
at
ársins finalur um Føroya
meistaraheitið hjá monnum
skuldu leikast ímillum H71 og
Neistan.
Men tað er synd at siga, at
hondbóltsføroyar vóru í finalu
hýri hesar seinastu dagarnar.
Rokaligi hálvfinaludysturin
ímillum Kyndil og Neistan
fekk sinnini upp á kók í báðum
legunum. Skuldsetingar hava
flogið aftur og fram, men so
at siga ongar kundu prógvast.
Uttanveltaðu
áskoðararnir
hava havt trupult at skilja hvat
er farið fram. Hevur ein leikari
spýtt eftir onkrum, ella hevur
hann sparka onkran? Onnur
legan sigur ja, og hin sigur nei.
At enda hevur Hondbóltssam
bandið heldur ikki givið nakrar
revsingar fyri hesar svárastu
skuldsetingar.
Ístaðin gjørdi Hondbólts
sambandið eitt alment skriv,
har heitt verður á feløg og
áskoðarar um at standa saman
um at skapa rættan ítrottar
anda í føroyskum hondbólti.
Góðir og reinir
nærdystir í finaluni
Og hetta tóktust H71 og Neistin
at hava tikið til eftirtektar í
fyrstu mansfinaluni, ið var leikt
í Hoyvíkshøllini sunnudagin.
Tí hóast nógvar nærdystir
í tøttu dystarbyrjanini, so var
verjuspælið heldur gott á at
líta, har tað var takklað rætt og
reint í allarflestu førum. Hetta
eydnaðist Neistanum nakað
betur í fyrra hálvleiki.
Eftir at liðini høvdu skiftst
um leiðsluna, fekk Neistin
eina leiðslu upp á trý mál
seinastu løtuna fyri hálvleik.
Hesa løtuna hepnaðist serliga
Rasmus Søby við nógvum, har
hann annaðhvørt skeyt málini
ella hevði seinastu spælingina
til liðfelagarnar.
Samstundis fekk Nicholas
Satchwell saman við neista
verjuni fatur á flestu roynd
unum frá hoyvíkingum, og tá
ið fyrstu 30 minuttirnir vóru
farnir, var Neistin á odda við
trimum málum. Men Peter
Krogh minkaði um munin til
12-14 til við einum beinleiðis
fríkasti eftir at tíðin var farin,
og hetta mundi lyfta hýrin hjá
hoyvíkingum.
Neistin tók tó tamarhaldið á
seinna hálvleiki, og eftir færri
enn fimm minuttir var støð
an 14-18 til Neistan. H71 fekk
forðað fyri at munurin øktist,
men tóktust ikki at hava
neyðugu góðskuna at venda
dystinum.
Málverjarnir seta
sín dám á dystin
Men Ári Dam í H71-málinum
kom við hesi góðsku. Serliga
fekk hann fatur á Rasmusi
Søby, og so fór H71 at taka
Neistan aftur við skjótálopum,
ið aloftast endaðu hjá Pæturi
Thomsen. Dysturin gjørdist
javnur við átta minuttum eftir
at leika, og júst sum tað tóktist
at dysturin kundi koppa til
H71, so fór neistamálverjin,
Nicholas Satchwell at finna
stórspælið fram aftur, har
hann í fleiri førum bjargaði fyri
púra fríum møguleikum.
Neistin setti seg á
longdu leiktíðina
Endin var javnleikur 24-24,
men í FM-finalunum í ár er
einki sum eitur javnleikur.
Dysturin skuldi avgerast við
longdari leiktíð. Og her var
Neistin betra liðið beinanvegin.
Nicholas Satchwell helt fram
við stórspælinum, meðan H71
gjørdi mistøk, og eftir fyrstu
fimm minuttirnar var Neistin á
odda við trimum málum. Sein
astu fimm minuttirnar hevði
H71 ov nógvan skund, meðan
Neistin spældi skilagott. H71
fekk ongantíð minkað um
munin nærri enn tvey mál, og
so kundu neistafólk fegnast
um fyrsta finalusigurin.
Eitt lítið, men týdningar
mikið fet móti FM
Men hetta var bert ein sigur á
vegnum, tí undir nýggja kapp
ingarleistinum snýr tað seg um
at vinna tríggjar finaludystir.
Tí var hesin dysturin ikki meira
enn eitt lítið fet á vegnum
og ein ábending um hvønn
veg hetta finalustríðið fer at
koppa. Men úrslitið merkir
samstundis at trýstið nú liggur
á H71, ið hevur tørv á einum
sigri í øðrum finaludystinum,
ið verður leiktur mikukvøldið.
Vinnur Neistin hendan, so
skal H71 vinna tríggjar á
rað, og so jøvn sum hesi
liðini vístu seg at vera
sunnudagin, er hetta
lítið sannlíkt.
SMS-deildin:
Kyndil og Neistin
stríðast um annað
finaluplássið
Meðan
fólk
flest
høvdu eyguni eftir
mansfinalunum, var
eitt sera avgerandi
umfar á skránni í
kvinnudeildini.
Tey
fýra
ovastu
liðini
hittust
innanhýsis, og øll høvdu
tørv á sigrum.
Í Hoyvíkshøllini hittust
H71 og Neistin. H71 hevur
siglt í tungum sjógvi í langa
tíð, har tað ikki hevur eydnast
at finna úrslitini frá fyrru helvt
av kappingarárinum aftur. H71
kundi við einum sigri leggja
seg ájavnt við Neistan, meðan
Neistin við sigri kundi fara fýra
stig frá H71.
Alt bendi á, at H71 fór
at gera ein seinasta vørr í
oddastríðnum, tí spælið var
avbera gott í fyrra hálvleiki. Í
roynd og veru kundu hoyvíks
kvinnur iðra seg nakað um at
tær bert vóru á odda við fýra
málum í hálvleikinum eftir
at hava havt fult tamarhald á
dystinum.
Men
í
seinna
hálvleiki
vendi
gongdin
fullkomliga.
Neistin,
ið
spældi
við fleiri leikarum, ið ikki hava
verið ofta at sæð á liðnum
hetta
kappingarárið,
fekk
fullkomliga steðgað H71-álopi
num.
Serliga fingu Birita Ingolfs
dóttir og Barbara Nattestad
nógva ábyrgd, og henni tóku
tær av.
Neistin kom á odda fyri
fyrstu ferð í dystinum við
fimm minuttum eftir at leika,
og tær bláu sleptu ikki leiðslu
ni aftur. Neistin
vann dystin 21-23 og
legði seg fyribils eitt stig
omanfyri Kyndil á stigatalvuni.
Samstundis mátti H71 ásanna
at tað helst verður eitt fjórða
pláss til liðið, ið vann fimm
teir fyrstu dystirnar í kapp
ingarárinum.
VÍF tveitti dystin fyri borð
Neistakvinnur
kundu
eftir
dystin fara í Høllina á Hálsi,
har Kyndil tók ímóti VÍF. Vest
Eins og seinasta sunnudag vunnu neistamenn eftir longda leiktíð.
Hesaferð var tað í fyrstu mansfinaluni ímóti H71, eftir ein dyst, ið
var leiktur í góðum ítrottaranda – sum var kærkomin eftir seinastu
rokaligu dagarnar. Neistakvinnur settu H71 av í finalustríðnum
í SMS-deildini, ið nú stendur ímillum Kyndil og Neistan
NEISTAMENN ELSKA
LONGDA LEIKTÍÐ